Virksemið hjá Faroe Seafood heldur fram

- Um Varðin, Framherji og Samherji yvirtaka Faroe Seafood, er ætlanin, at virksemið kemur at halda fram uttan steðg, sigur Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja. Tíðliga seinnapartin kom tíðindaskriv um, at Varðin í Gøtu saman við Framherja í Føroyum og Samherja í Íslandi eru í samráðingum um at yvirtaka Faroe Seafood.

Anfinn Olsen, reiðari hjá Framherja, sigur, at enn eru samráðingarnar ikki komnar á mál, men nógv bendir á, at ein avtala kemur upp á pláss.

- Vit høvdu ikki sent út tíðindaskriv um samráðingarnar, um ein avtala ikki var nær. Faroe Seafood er eitt livandi felag, og broytingar henda jú hvønn dag. Nøkur ítøkilig viðurskifti skulu tí á borðið, og tá øll viðurskifti eru greið, vita vit, um egg ella ungi spyrst burtur úr hesum samráðingum, sigur hann.

Anfinn Olsen leggur aftrat, at keypa Varðin, Framherji og Samherji Faroe Seafood, heldur virksemið fram uttan steðg.

Spurdur, hvør kemur at fíggja fyritøkuna, sigur hann, at tað ivaleyst verða teir partar, sum frammanundan fíggja felagið. Hesi eru Kaupthing, Eik Banki, Nordik Bank og Realurin, sum partvís fíggjar skipini, ið eru partur av samtakinum.

- Vit skulu so eisini út við nýggjum partapeningi, men hvussu nógv talan verður um, kann eg ikki siga í løtuni, sigur Anfinn Olsen, reiðari.

Millum 500 og 700 fólk eru knýtt at flakavirkjunum hjá Faroe Seafood. 100-120 mans eru knýttir at skipunum, 40 fólk at landingarmiðstøðini Kongshavn ? og 12 fólk eru knýtt at virksemi uttanlands.

Feløg, sum eiga meiri enn 5% í Faroe Seafood samtakinum, eru hesi: P/F Notio Framtaksfelag (48,5%)
, Vátryggingarfélag Íslands hf (19%)
, Framtak (17,5%)
 og Sp/f 29.03.2006 (7,5%).