Eirikur Lindenskov
Alt virksemið hjá býráðnum liggur lamið av verkfallinum, sum umfatar høvuðsdeildina hjá býráðnum, sosiala deild, journaldeildina, skrivideildina, fyrisitingina, brandsøtðina, arbeiðsformansdeildina, havnina, svimjihylin, tannlæknastovuna, bókasavnið, dagrøktina (300 børn) o. o.
Tað er Jógvan Páll Lassen, sum er løgfrøðiligur ráðgevi hjá býráðnum, og heldur hann ikki, at býráðið verður serliga væl viðfarið av Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag.
Tað hevur verið vanligt tá verkfall er, at Tórshavnar Havn verður undantikin. Annars verður trygdin sett í vanda, sigur hann og leggur afturat, at tað tykist løgið at brúka brandstøðina og Tórshavnar Havn sum pressjón fyri at fáa dagrøktramammunum betri kor