Minni kenda mottu-virusið, sum verður rópt TBE, kann plága teg so mikið nógv, at tú endar á sjúkrahúsi. NRK veit at siga, at norskir smittu-læknar nú mæla til, at fólk, sum dáma væl at ganga í skógi, verða koppsett móti hesum virusi.
Í Noregi, har nógvir føroyingar arbeiða og sigla, byrjar motto-vertíðin umleið 1. apríl, og hon varar til november. Í fjør vórðu 17 fólk í Noregi løgd inn á sjúkrahús í Vestfold og Telemørkini við TBE-virus frá skógarmottu. Onnur ár hevur talið ligið millum ein og tríggjar tilburðir í nevndu økjum.
Yvirlæknin í smittu, Tore Stenstad, sum starvast á sjúkrahúsinum í Vestfold, mælir nú øllum, sum dáma at ganga í skógunum, til koppseting móti TBE-virus. - Virusið kann merkjast á ymiskan hátt. Nøkur fáa fepur, og í ringasta føri kunnu fólk fáa heilabruna, sigur yvirlæknin.
Í Noregi eru øll, sum hava fingið staðfest TBE-virus av mottu, vorðin innløgd á sjúkrahús, og vanliga er gongdin henda, sigur yvirlæknin í smittu: - Í stigi 1 fært tú høgan fepur og høvuðpínu í tríggjar til fimm dagar, og í stigi 2 kanst tú einar 14 dagar seinni aftur fáa nógvan fepur og heilabruna.
Tore Stenstad sigur við NRK, at tey á sjúkrahúsinum í Vestfold hava havt sjúklingar, sum hava verið uttan vit, men tað eru eisini tey, sum eru sloppin lættari. Tað vísir seg, sigur yvirlæknin, at flestu, sum gerast álvarsliga sjúk av TBE-virus, eru vorðin bitin av skógarmottu í Agder-økinum, Telemørkini, Vestfold og Buskerud.
Seinastu 23 árini hava í minsta lagi 117 fólk í Noregi fingið staðfest heilabruna, eftir at tey eru vorðin bitin av skógarmottu, sum hevur verið fongd við TBE-virus. - Í mun til borrelia-bakteriuna, sum situr í maganum á mottuni, situr TBE-virusið í spýttinum, og tískil kann tað lætt flytast yvir á menniskju, sigur Tore Stenstad við NRK.