Í fyrstu syftu steðgar flúgvingin frá 31. januar tl 9. februar. Tað upplýsir SAS í eini fráboðan. SAS hevur 12 sambond til teir báðar kinesisku stórbýirnar um vikuna.
SAS heldur fram við at flúgva til Hongkong, sum ikki er partur av kinesiska fastlandinum.
– Trygdin hjá ferðafólkunum og starvsfólkum okkara hava hægstu raðfesting. Eftir at hava eftirmett støðuna í Kina um coronavirusið hevur SAS gjørt av at steðga øllum flogferðum til Shanghai og Beijijg, skrivar SAS.
Flogfelagið upplýsir, at ferðafólkini, sum verða rakt av hesum, kunnu fáa pengarnar aftur ella umbóka ferðaseðilin.
/ritzau/