Í síðstu viku kom fram, at ein teldupostur kann stjala loynitølini til internetbankan hjá fólki, um tey opna viðhefta fílin. Sosialurin hevur ringt til Føroya Banka, og teir siga seg ikki hava hoyrt frá fólkið um, at tey hava havt trupulleikar við netbankanum. Tó eggja teir til fyrivarni á heimasíðu sínari.
Elektron hevur heldur ikki hoyrt um nakrar trupulleikar. Jógvan Joensen er leiðari fyri trygdardeildini. Hann vísir á, at virus er ikki so vandamikið, um vit nýta góð antivirus-forrit og okkara egna vit og skil.
- Tað er týdningarmikið, at fólk javnan dagføra teirra antivirus-forrit. Tað er ein øgilig menning fram innan hetta økið, og tí eru nýggir virusar mestsum hvønn dag. Vit nýta nógva orku til at fylgja við og verja okkara skipanir móti hesum áganginum, sigur Jógvan.
Elektron stendur fyri trygdini hjá bankunum, og teir nýta nógva tíð, orku og pengar til at verja skipaninar frá virus.
- Talan er um virus og tað, sum verður kallað fyri SPAM-teldupostar. Tað eru hesar lýsingarnar og tílíkt, sum koma sendandi hvønn dag, sigur Jógvan.
Kriminaitetur ella fjákalótir?
Hann metir, at fólk hava ymsar orsøkir til at gera slík virus.
- Tað kann vera skipaður kriminalitetur. Sum við tí nýggjasta, har ið teir kunnu stjala pengar av kontonum hjá fólki. Eg haldi tó, at nógv er bara fyri at gera fortreð. Tað kann kanska kallast fyri yvirgangur ella fjákalótir. Tað høvdu verið nógvir pengar spardir, um eingin terroriseraði soleiðis, men nú mugu vit nýta nógvar pengar fyri at verja okkum.
Hóast tað kann gerast nógv blást upp, so skulu fólk ikki ræðast virus meira enn neyðugt.
- Um fólk nýta vit og skil og ikki opna teldupostar, sum síggja illgrunasamir út, er mestsum eingin kjansur, at ein virus kemur inn á tína teldu. Tú veitst í hvørt fall, at tín føroyski banki ikki fer at skriva eitt teldubræv til tín á donskum ella á enskum. Soleiðis skulu fólk einans nýta vit og skil og vera fyrivarin. So er mestsum eingin vandi, sigur Jógvan Joensen frá Elektron at enda.