- Vit meta, at soleiðis sum løgregla og dómstólarnir handfara grindalógina, elvir tað ikki til nakrar løgfrøðiligar trupulleikar.
Tað staðfestir Søren Pind, danskur løgmálaráðharri.
Hann var boðin á fundin í Keypmannahavn í vikuni um grindadráp, har hann eftir ætlan skuldi greiða frá, hvussu løgregla, og danska stjórnin, handfara grindadráp.
Hóast tað ferð eftir ferð ferður afturvíst, tvíheldur umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd um, at atjóða sáttmálar um hvalaveiði, sum danir hava bundið seg til at halda, eru eisini galdandi fyri Føroyar.
Tað lá ikki fyri hjá Søren Pind, at vera við, men í eini almennari fráboðan til fundin, staðfesti hann, at løgreglan og dómstólarnir handfara grindalógina á sama hátt, sum tey handfara allar aðrar lógur og reglur.
- Eftirsum at Føroyar hava yvirtikið fleiri málsøki, er tað heldur einki undarligt, at tað eru ymsar lógir og reglur á hesum øki í Danmark og í Føroyum. Tí heldur løgmálaráðið ikki, at nøkur orsøk er til at broyta mannagongdirnar.
Á Ráðstevnuni varð beinleiðis heitt á Sea Shepherd um at stevna Danmark og Føroyar inn fyri altjóða dómstól fyri at fáa endaliga avgreitt, um tað er brot á nakrar altjóða avtalur, at vit drepa grind.
Sea Shepherd sigur nú, at tað er ein møguleiki, sum verður kannaður. Men tað eru akkurát trý ár síðani, at felagsskapurin kunngjørdi, at hann fór at stevna Danmark inn fyri ES myndugleikar fyri at loyva grindadrápi í Føroyum, men enn er einki hent.