Vísindavøka á Klaksvíkar Bókasavni í kvøld

Í kvøld verður Vísindavøkan á ferð í Klaksvík. Tiltakið er á Klaksvíkar Bókasavni og byrjar kl. 19.

 

Á skránni verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum granskingarstovnum:

 

Hjálmar Hátún frá Havstovuni fer at tosa um El Niño og føroyskt havklima.

 

Kirstin Eliasen frá Fiskaaling fer at tosa um Sjósíl í Føroyum.

 

Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhus frá Tjóðsavninum fer ar tosa um Grevsturin við Borðoyarvík

 

Hetta er fyrsta av fimm tiltøkum á ferð í september.

 

Hini tiltøkini vera á:

 

Bókasavninum við Løkin týskvøldið 12. september kl. 19

 

Bókasavninum á Sandi hóskvøldið 14. september kl. 19

 

Sørvágs Bókasavni mánakvøldið 18. september kl. 19

 

Miðlatúni í Vági mikukvøldið 20. september kl. 19.

 

Sí skránna á https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoeka/visindavoeka-2023/visindavoeka-a-ferd-2023