Vísindavøkan snýr seg um at miðla gransking

Fyri granskarar snýr tað seg um at vísa tað tey granska, soleiðis at tað kveikir áhugan hjá ungum og børnum, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum

Vísindavøkan hevur stóran áhuga, bæði hjá stovnum sum vísa fram og hjá skúlum sum vitja. Tað krevur nakað av stovnunum at vera við, men nógv verður lagt fyri.

 

Tað eru nógv vitjandi á hvørjum ári og tey, sum koma, taka væl ímóti Vísindavøkuni.

 

- Vit telja ikki, hvussu nógv koma, men eg meti, at tað hava verið um 2000 fólk.

 

Endamálið við Vísindavøkuni er at birta áhuga millum ung fyri gransking og at vísa Føroya fólki, hvat rørir seg. Framløgurnar á Vísindavøkuni verða gjørdar til sjónvarpssendingar, sum vera sendar í heyst og vetur.

 

- Eg haldi, at fólk taka væl ímóti, tá tey síggja, hvat granskarar gera, og hvat úrslitini kunnu brúkast til. Tá vit brúka almennar pengar til gransking, so er tað týdningarmikið, at tað gerst sjónligt, hvat fæst burturúr.

 

##med2##

 

Eitt av evnunum, sum gekk aftur á Vísindavøkuni í ár, var fuglar.

 

Básurin hjá Umhvørvisstovuni snúði seg um fuglar.

 

- Tað er gott, at vit vita nakað um fuglar, um vit vilja verja náttúruna. Skulu vit forða fyri, at náttúran blívur oydd, skulu vit vita nakað um hana, siga tey á Umhvørvisstovuni.

 

##med3##