Veljarakanningin, sum kanningarstovnurin Fynd gjørdi fyri Sosialin, vísti millum annað, at 31 prosent av fólkinum kenna seg sum ein part av visjónini. Fólk hava verið ymisk á máli, um hetta er eitt nøktandi tal.
Vit hava prátað við Høgna Hoydal, sum leggur fyri við at staðfesta, at hann í fyrsta umfari var væl nøgdur við, at landsstýrið ætlaði at seta sær mál fyri framtíðina. Men so rakk stuðulin frá formanni Tjóðveldisfloksins heldur ikki longur.
- Tá tað gjørdist greitt, at her var í staðin talan um eitt prestiguprojekt, sum ráðgevar løgmans funnu uppá, við íblástri frá einum líknandi, men miseydnaðum, tiltakið í EU, har embætisfólk sita og orða politiskar visjónir fyri framtíðina, so kundi eg ikki taka undir við hugskotinum longur, sigur Høgni Hoydal.
- Eg havi sagt tað við løgmann alla tíðina, at tað er ónyttugt at seta arbeiðsbólkar við embætisfólki at orða politiskar tankar, tá hetta eigur at vera uppgávan hjá politikarunum, sum eisini verða vigaðir og eftirmettir av fólkinum fjórða hvørt ár, sigur Høgni Hoydal, sum tekur undir við teimum, sum rópa hetta fyri teknokratiska stýring av politikkinum.
- Eg eri ikki sørt vónsvikin av, at embætisfólk lata seg misnýta til eitt politiskt propaganda projekt, sum eftirhondini er at sammeta við kenda ævintýrið um nýggju klæði keisarans, skoytir Høgni Hoydal uppí.
Sjálvstýrið avgreiðast
Formaður Tjóðveldisfloksins sigur seg í fyrsta lagi sakna, at landsstýrið stingur út í kortið, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit vilja hava í framtíðini.
- Tá landsstýrið ikki hevur sett sær eitt ítøkiligt mál er tað beinleiðis høpisleyst, at heita á annars gløgg fólk úti í samfelagnum, um at koma við teirra boðum uppá framtíðina, sigur Høgni Hoydal, sum sjálvsagt, í fyrsta umfari kundi hugsað sær, at vit funnu eina loysn á sjálvstýrismálinum, áðrenn eitt tílíkt visjónssarbeiðið varð sett í verk.
Spurdur, um hann heilt realistiskt heldur, at vit í Føroyum finna eina semju á tí økinum, millum annað við fullveldissamgonguni í huga, sigur Høgni Hoydal, at tað er fortreytin fyri, at vit kunnu seta okkum nakað mál.
- Vit kunnu í og fyri seg onga framtíð ímynda ella mynda okkum, tá vit ikki hava tikið støðu til, hvat tað er fyri eitt land, vit vilja hava. Og tað skulu embætismenn ikki taka støðu til, tí tað er ikki teirra uppgáva, sigur Høgni Hoydal.
Hvat er málið?
Men landsstýrið sigur júst í upplegginum, at sosiala vælferðin er endamálið við visjónini. Hvussu kann Høgni tá siga, at onki mál er við visjónini?
- Vælferð, hvat er tað - skattalætti? Spyr Høgni retoriskt, og hann heldur fram:
- Eg gevi onki fyri hatta við, at vælferðin er endamálið. Upprunaliga var tað als ikki ætlanin, at tað skuldi vera við í Visjón 2015. Ikki fyrr enn Hans Pauli Strøm, landsstýrimaður í almanna- og heilsumálum, fanst at løgmanni og kravdi at fáa sínar 13 bólkar við, funnu teir útav, at tað hevði verið eitt gott hugskot at sagt, at tað eisini skuldi vera endamálið, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at landsstýrið hevur prógvað, at visjónin hevur onki trúvirði, tí, sum hann vísir á, so ger landsstýrið beinleiðis ímóti tí, sum bólkarnir nú koma við, eitt nú á umhvørvisøkinum, har Føroyar enn ikki er farið uppí Kyoto samstarvið.
- Samstundis biður tú fólk um at koma við visjónum á økinum – hetta er ikki lítið ósmæðið, sigur Høgni Hoydal.
Teknokratiskt spinn
Spurdur, um tað ikki er gott, at mál verða sett, sigur Høgni Hoydal, at hann var fyrstur at rósa løgmanni fyri, at hann fór at arbeiða við visjónum.
- Men tað gjørdist skjótt greitt, at løgmaður als ikki ætlaði at hetta skuldi vera eitt politiskt projekt, men eitt teknokratiskt spinn, uttan mál ella mið, sigur hann, og vísir á, at eftir hansara tykki er talan um, at landsstýrið við hesum kastar alla politiska ábyrgd frá sær.
- Og tað ger tað ikki lættari at trúgva uppá hugskotið, tá landsstýrið á nærum øllum økjum arbeiðir beint ímóti tí, sum bólkarnir koma við. Til dømis innan útbúgving, gransking, mentan og umhvørvi, sigur Høgni Hoydal.
Og Høgni hevur eisini ilt við at síggja, hvat endamálið er við at hava sokallaðu visjónstorgini. Og hann vísir á eina hending, har visjónstorg var á Hotel Føroyum.
- Ein arbeiðsbólkur legði fram hugskot til, hvat grundarlagið skal vera fyri framtíðar samfelagið. Har vóru eitt nú uppskot í sambandi við minstulønina og skattalætta. Men framløgan endaði við, at politisku umboðini sótu og funnust at bólkinum og embætisfólkini. Hetta sigur bara, at tað nýttar onki, at seta onnur at orða politiskar visjónir, tí tær eru politikararnir valdir til, sigur Høgni Hoydal.
Valár og valgagn
Í mun til, at landsstýrið ætlar at senda ein bókling við niðurstøðunum frá visjónsbólkunum út í hvørt hús, er hetta eisini eitt, sum formaður Tjóðveldisfloksins fýlist á.
- Nú valár er, er hetta bara enn eitt dømi um, at talan er um eitt íspunnið propagandatiltak, sum onki høpi er í, sigur Høgni Hoydal, sum heldur, at um ætlanin var, at fólkið skal kjakast útfrá bóklinginum, so er tað løgið, at landsstýrið ikki sendi ein slíkan út, tá teir komu til valdið fyri trimum árum síðani.
- Tað er ongin ivi um, at hetta verður uppfatað sum valagn og tá er endamálið ikki rokkið, sigur Høgni Hoydal.
Parkeringspláss
Tað hevur verið borið fram, at til komandi samgongusamráðingar fer støðið eitt nú at verða tikið í visjónsupplegginum. Hvat fer Høgni Hoydal at gera í einari slíkari støðu? – Sjálvsagt fara vit eisini at verða opin yvir fyri teimum góðu hugskotunum, sum bólkarnir koma við. Men sjálvt hugtakið Visjón 2015, fara vit ikki at arbeiða beinleiðis víðari við, tí, sum eg havi sagt so ofta, so er her bara talan um eitt tómt hugtak, sum prógvar, at verandi landsstýrið absolutt ongar visjónir hevur sjálvt, sigur Høgni Hoydal
Spurdur, hvat hann heldur um, at 31 prosent siga seg kenna seg sum ein part av visjónini, sigur Høgni Hoydal, at hetta er eitt greitt tekin um, at fólk ikki hava tikið hugtakið til sín.
- Í og fyri seg er tað hugvekjandi, at somikið nógv fólk siga seg kenna seg sum ein part av visjónini. Tí hvat er visjónin? Eg veit tað ikki, og ongin, sum eg havi prátað við, veit hvat visjónin er fyri nakað, sigur Høgni Hoydal, sum rópar visjónina fyri heimsins størsta parkeringspláss.