Hósdagin bjóðaði lansdstýrið til megnar framløgu av arbeiðsætlanini fyri Visjón 2015. Í arbeiðinum at seta ítøkilig mál, sum skulu røkkast, nú visjón 2015 verður ítøkiliggjørd, eru 12 ymsir strategibólkar settir. Umframt hesar, er ein trettandi bólkur, sum kemur at savna seg um vælferð, men fer hetta arbeiðið at vera nakað øðrvísi lagt til rættis.
Setningurin hjá strategibólkunum verður at greina ymisk øki, so stingast kann út í kortið, júst hvørji mál og deilmál skulu røkkast, um heildarsetningurin fyri 2015 skal røkkast. Formenninir í ymsu bólkunum eru aðalstjórarnir í almennu umsitingini, sum soleiðis koma at hava ein týðandi samskipanarleiklut. Arbeiðssetningurin hjá bólkunum er orðaður, nú arbeiðið fer ígongd, og síðst í hesum árinum skulu bólkarnir verða lidnir við arbeiðið.
Teir 12 bólkarnir eru:
Sjálvstýri
Jóan Pauli Joensen, formaður
Jóannes Eidesgaard
Kaj Leo Johannesen
Anfinn Kallsberg
Høgni Hoydal
Jenis av Rana
Kári P. Højgaard
Luttøka í alheimsgerðini
Marjun Hanusardóttir, formaður
Herluf Sigvaldsson
Herálvur Joensen
Johannes Jensen
Ben Arabo
Karin Toftegaard
Útbúgving
Petur Petersen, formaður
Magnus Tausen
Jan Mortensen
Annika Sølvará
Katrin Apol
Gransking, menning og nýskapan
Petur Petersen, formaður
Bergur Poulsen
Rúna Hilduberg
Pál Weihe
Dánjal Jákup Andreasen
Íverksetan
Arne Poulsen, formaður
Maria Róin
Áki Johansen
Gloria Kalsø
Oddbjørg Højgaard
Regin W. Dalsgaard
Gissur Patursson
Kunningar- og samskiftistøkni
Arne Poulsen, formaður
Gunnar Toftegaard
Regin Ellingsgaard
Annika Mittún Jacobsen
Andras Róin
Arnold Nielsen
Ísak Jacobsen
Samfelagsbygnaður
Petur Alberg Lamhauge, formaður
Ingibjørg Berg
Søren Bruun
Klaus Rasmussen
Bjarni Mortensen
Tilfeingi
Rógvi Reinert, formaður
Regin Jacobsen
Maria Róiun
Elisabeth Ludvig
Hermann Oskarson
Infrakervi
Arne Poulsen, formaður
Niels Winther
Joel undir Leitinum
Finnbogi Niclasen
Olga Biskopstø
Randi Fredriksberg
Oyvindur Brimnes
Umhvørvi
Rúni Joensen, formaður
Dánjal Petur Højgaard
Finnbogi Joensen
Guðri Andorsdóttir
Jákup Pauli Joensen
Janet Johannesen
Mentan
Petur Petersen
Urd Johannsen
Andras Mortensen
Jenny Petersen
Sølvi R. Hansen
Sigvør Laksá
Dávur Winther
Arbeiðsmarknaður
Arne Poulsen, formaður
Maria Róin
Snorri Fjalsbak
Kári á Rógvi
Kristoffur Laksá
Páll Nielsen
Alfred Petersen