Visjónin er at røkka hægri tindum

- Vit skulu tora at seta okkum mál, tí uttan mál standa vit í stað ella fella aftur út, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu í nýggjársheilsu til sínar borgarar.

- Nú er eitt ár síðan, at eg setti meg í heita stólin á innastu skrivstovuni á Hammershaimbsvegi 1, sum borgarstjóri fyri Vága kommunu.

 

Í nýggjársheilsu til sínar borgarar í dag ásannar Bjarni Prior, at hetta fyri hann var ein nýggj og ókend tíð, eins og hjá nógvum av teimum, ið vórðu vald í býráðið hin 10. november í fjør. 

 

- Men, saman við nøkrum royndum býráðslimum, einari arbeiðssamari og vegleiðandi umsiting, brettu vit upp ermar og fóru við treysti til verka hin 1. januar 2021.

 

Borgarstjórin heldur fyri, at afturlítandi hevur tað gingist væl - í góðum samstarvi millum alt býráðið og starvsfólkini í kommununi.

 

- Hóast árið 2021 eins og árið frammanundan hevur verið merkt av avmarkingum vegna covid-19 heimsfarstóttina, so vóru tað kortini fleiri stórar hendingar, sum fóru fram, har vit sum kommuna stóðu saman og fegnaðust.

 

Í sínari nýggjársheilsan vísir Bjarni Prior á, at nú vit tvísporandi nærkast einum nýggjum ári, hevur Vága býráð gjørt av at heinta íblástur frá Sverra Sandberg Nielsen - at seta sær nøkur mál fyri kommununa næstu nógvu árini og við eini visjón at røkka hægri tindum. 

 

- Visjónin skal siga okkum, hvønn veg vit sum kommuna ætla at menna okkum komandi 10 árini ella so. Í hesum arbeiði verður tosað við ymiskar partar í kommununi og áhugabólkar – hetta fyri at hoyra, hvørjar væntanir og tørvir ymisku bólkarnir hava.

 

Borgarstjórin sigur, at tað ikki er vist, at alt verður uppfylt, men við hesum fáa vit eina kenslu av, hvat borgarar, feløg og virkir vóna fer at henda komandi árini.

 

- Vit skulu tora at seta okkum mál, tí uttan mál standa vit í stað ella fella afturút. Vit hava víst í verki, at vit klára at lofta avbjóðingum, ið vit sum kommuna og land standa fyri, og at vit hava førleikarnar í kommununi - við dugnaligum borgarum, fakfólki og starvsfólki at útinna hesar uppgávur.

 

Bjarni Prior sigur, at tey í Vága kommunu eru til reiðar at lofta enn fleiri uppgávum og avbjóðingum, bæði í 2022 og í framtíðini. 

 

- Við ynski um eitt eydnuberandi og friðsælt nýggjár! eru nøkur av orðunum hjá borgarstjóranum í Vága kommunu í dag, har øll nýggjársheilsan kann lesast á heimasíðuni www.vaga.fo