Kim Kielsen, landsstýrisformaður, fer mánadagin at halda fram við royndini at skipa nýggja samgongu og nýtt landsstýri, veit grønlendska útvarpið KNR at siga.
Fríggjadagin hevði formaðurin í Siumut, Kim Kielsen, landsstýrisformaður, samráðingar við IA og Demokratarnar. Talan var um tveir fundir við IA og ein við Demokratarnar.
Talan var um fyrstu royndina at skipa nýggja samgongu. Eftir fundirnar segði Kim Kielsen seinnapartin fríggjadagin, at samráðingarnar halda fram eftir vikuskiftið. Málið er at skipa nýggja samgongu áðrenn tingið, Inatsisartuts, fríggjadagin kemur saman aftur.
Næstsíðsta sunnudag varð tað greitt, at parlamentariska grundarlagið undir landsstýrinum hjá Kim Kielsen var burtur, tí Partii Naleraq tók seg úr samgonguni.
Síðani Partii Naleraq tók seg úr samgonguni, hevur Kim Kielsen verið oddamaður fyri minnilutasamgongu.
Um tað ikki eydnast honum at skipa nýggja samgongu, eru tað tveir møguleikar. Annar er, at formaðurin í IA Sara Olsvig fær høvi at royna seg, og hin er, at Kim Kielsen útskrivar nýval.