Sæð útifrá, var barndómurin hjá Kaj Magnus ikki øðrvísi enn hjá so mongum øðrum. Men innaní honum bylgdust lívsins stóru spurningar. Og hann minnist enn, hvussu hann longu sum smádrongur á sín egna barnsliga hátt gekk og grunaði yvir, hvør meiningin við lívinum var, og hví vit menniskju eru her á jørðini.
? Slíkt er ivaleyst vanligt fyri ung fólk, men fyri meg hóttu hesir spurningar alla tíðina við at rykkja fótafestið undan mær. Tað kom enntá hartil, at á einum summartúri til skips, sum 13 ára gamal, setti eg mær fyri at gera av við meg sjálvan fyri at sleppa upp í himmalin og fáa frið, greiðir Kaj Magnus frá.
? Eg minnist, at eg klintraði uppeftir afturi í hekkuni og skuldi leypa á sjógv. Men meðan eg klintri, hoyri eg eina rødd, sum rópar og biður meg steðga. Fyrst haldi eg tað vera skiparan, sum rópar. Tað er tað ikki, so eg klintri víðari. Tá røddin kortini rópar aftur, eri eg vísur í, at hon kemur av himli, og at tað er Gud sum rópar. At hann royndi at steðga mær, mátti merkja, at vegurin til friðsæla himmalin also ikki var at gera av við seg sjálvan. Tað fekk meg at broyta kós ? bæði har í hekkuni, men eisini í mínum máta at liva og hugsa um lívið, minnist Kaj Magnus.
Youth With A Mission
Broytingin hevði við sær, at Kaj Magnus seinni fór til Noregs á bíbliuskúla í altjóða felagsskap-inum Youth With A Mission (YWAM).
? Uppá nógvar mátar var hesin felagsskapur alt tað, eg hevði leitað eftir. Tað, sum hugtók meg mest, var hugsjónin um, at tað ber til at fáa fólk úr øllum heimsins tjóðum og kristnu rørslum at arbeiða saman um eitt felags aðalmál: at fara út um alla verðina at boða Guds orð og soleiðis vera nakað fyri onnur og gera ein mun í heiminum. Tað er jú ongin loyna, at kristnar rørslur ofta eru merktar av sundurbýting og ósemjum, og tað hevur altíð órógvað meg. Í YWAM sá eg, at soleiðis nýtist tað als ikki at vera.
? Umframt at fara út at boða Guds orð, leggur YWAM nógva orku í hjálpararbeiði og at útbúgva sínar limir innan felagsskapin. Til hetta hevur YWAM sín egna lærda háskúla, University of the Nations, ið hevur høvuðssæti á Hawai. Tað er eisini har, eg sjálvur havi tikið ymisk skeiðir og arbeitt innan leiðslumenning í góð 2 ár, greiðir Kaj Magnus frá.
Tvørturum mørk
Kaj Magnus var virkin limur í YWAM í 16 ár, og tey seinnu árini var hann fyri tað mesta leiðari í ymsum verkætlanum.
? YWAM er ein sera stórur og virkin felagsskapur. Teir umleið 12.000 trúboðarnir koma úr 180 ymsum londum, og á hvørjum ári verða umleið 25.000 fólk send út um allan heimin at boða Guds orð í longri ella styttri tíðarskeið. YWAM hevur altíð lagt stóran dent á at laga sín boðskap eftir málbólkinum, tað veri seg teimum ungu, gomlu ella teimum, ið ongantíð hava hoyrt gleðiboðskapin fyrr. Tí kann ein verkætlan snúgva seg um alt frá sjónleiki, konsertum, dansi ella ítróttartiltøkum sum liður í trúboðaravirkseminum.
Ein sera stórur partur av orkuni fer til hjálpararbeiði. Onkrar metingar vísa, at YWAM er við til at hjálpa umleið 400.000 menniskjum árliga, líka frá gøtubørnum og rúsevnismisnýtarum til flóttarfólk ymsastaðni í heiminum.
? Arbeiðið í YWAM var sera gevandi, og eg lærdi ótrúliga nógv av tí. Men tað var eisini krevjandi, og ein dag segði kroppurin hjá mær stopp. Eg fekk alt ov høgt blóðtrýst og diskusprolaps og mátti sjúkrameldast.
Út í vinnulívið
Kaj Magnus hevði tá heldur ikki bara seg sjálvan at hugsa um longur. Hann var giftur og átti tvey børn, so tá hann fór til arbeiðis aftur, gjørdi hann av at royna eitt starv, sum ikki kravdi so nógv av hansara tíð og orku. Sum ungur hevði hann tikið útbúgving sum maskinsmiður, so tá hann fekk starv á einum boripalli, helt hann tað kundi verið spennandi at roynt í eina tíð.
? Tað var eisini fínasta slag, men eg verði ongantíð ein, sum komi at trívast í einum 8 til 16 starvi. Eg saknaði skapanargleðina frá YWAM og dagliga sambandið við so nógv ymisk menniskju. So tá eg fekk bjóðað starvið sum kundaráðgevi í norsku skeiðsfyritøkuni FloodRocks, ivaðist eg ikki í at siga ja beinanvegin.
? Uppá fleiri mátar er hetta arbeiðið eitt framhald av tí, eg tókst við í YWAM. Okkara øki er sjálvandi eitt heilt annað, nevniliga vinnulívið, men aðaltankin um samstarv tvørturum mørk, bæði persónlig og mentanarlig, er tann sami. Skeiðini fevna um nógv ymisk øki, men tey byggja øll á somu heildarhugsan: Skalt tú røkka nýggjum málum, mást tú eisini megna at hugsa nýggjar tankar. Og tað lærir tú best við at laga teg eftir og virða menniskju, sum eru ólík tær sjálvum, sigur Kaj Magnus.
Oljuvinnan ? vælsignilsi og forbannilsi
Í sínum dagliga starvi fylgir Kaj Magnus væl við í tí, sum hendur í vinnulívinum, eisini her heima. Og tað slepst ikki undan, at hann samanber við norsk viðurskifti, serliga tá tað ræður um eina møguliga oljuvinnu í Føroyum.
? Ein oljuvinna í Føroyum kann bæði gerast eitt vælsignilsi og eitt forbannilsi. Vit kenna øll ræðumyndina av eini oljuvinnu, sum trokar alt annað av vegnum, og sum fær fólk at sovna, tí so nógvir peningur er í umfar. Men tað finst ein onnur mynd, sum er minst líka ræðandi, og okkum nýtist ikki at fara longur enn til Noregs fyri at síggja hana. Her tykist tað, sum at nógvi oljupeningurin er vorðin eitt endamál í sær sjálvum og tí ikki verður brúktur, har tørvur er á honum. Vit hava framvegis heimsins hægstu bensinprísir, eitt niðurslitið vegakervi og sjúkrahúsverk, og sosialu trupulleikarnir gerast alsamt størri. Fólk eru beisk og kenna seg svikin, tí tey skilja ikki, hví framburðurin í landinum ikki eisini kemur teimum til góðar. Og tað er kanska ein av orsøkunum til, at Noreg, heimsins ríkasta land, eisini hevur heimsins mestu sjúkra-fráveru á arbeiðsplássunum. Kanningar vísa eisini, at Noreg liggur heilt niðri á einum 15. plássi, tá tað ræður um nýhugsan. Og tað er ikki so løgið, tí um tú ikki virðir menniskju, so drepir tú teirra virkishug, sigur Kaj Magnus.
Føroyar sum undangonguland
? Men enn hava føroyingar allar møguleikar fyri ikki at gera somu mistøk, sum onnur lond. Og tað er eyðsæð, at ein oljuvinna í Føroyum kann gerast eitt vælsignilsi, um peningurin verður nýttur rætt. Og við tað meini eg, at hann kemur øllum til góðar í gerandisdegnum.
Føroyar hava eisini møguleikan at átaka sær leiklutin sum undangonguland ella fyrimynd fyri aðrar smáar tjóðir, sum eisini hava útlit til at gerast oljulond. Og hetta er ein leiklutur, sum skal takast í álvara.
? Tað týdningarmesta er, at føroyingar varveita síni skapanarevni og ikki sovna á oljukoddanum. Og tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, tí føroyingar hava altíð dugað sera væl at umstilla seg og laga seg eftir nýggjum umstøðunum. Verður ein føroyingur til dømis arbeiðs-leysur, tekur han tað ikki so tungt, um hann skal byrja uppá okkurt heilt nýtt.
Tað er ongin ivi um, at ein oljuvinna fer at broyta tað føroyska samfelagið og seta onnur krøv. Men so er bara at tora at síggja nýggju krøvini beint í andlitið. Og fram um alt, síggja tey sum eina avbjóðing heldur enn eina hóttan.
Meldureyga
Hóast nógv er broytt, síðani Kaj Magnus stóð afturi á hekkuni og ætlaði at gera enda á øllum, grunar hann framvegis yvir lívið, og hvussu vit hvør sær royna at liva tað, sum frægast.
? Heima við hús havi eg eina mynd á telduskíggjanum av eini ódn, sum melur við fullari ferð runt um sítt egna meldureyga. Tað er nakað soleiðis, eg síggi mítt egna lív. Eg eri ógvuliga virkin, og tað hendir altíð nógv rundanum meg. Men innast inni havi eg frið við meg sjálvan í kraft av míni gudstrúgv.
Hinvegin, skal tú vera ein partur av lívinum, verður tú eisini ávirkaður av tí. Tað er jú menniskjaligt, og soleiðis skal tað eisini vera. Tú kanst ongantíð vera púra vísur í, at tú er á rættari kós, um tú ikki gevur tær far um, hvussu tín atburður ávirkar tey, tú ert góður við og títt umhvørvi. Eg royni at halda eitt vaki eyga við, hvussu míni nærmastu trívast saman við mær, og kennist tað, sum at okkurt er galið, er tað kanska eitt tekin um, at eg má broyta eitthvørt við mínum atburði.
Óvissan er ein trygd
? Tú kanst samanlíkna hetta við eina rakett, sum verður sera neyvt stillað, áðrenn hon verður skotin út í rúmdina, heldur Kaj Magnus fram. Sjálvt um ein heilur hópur av heimsins dugnaligastu serfrøðingum hava roknað út, júst hvar hon skal raka, kunnu evarska smáar, óvæntaðar broytingar fáa hana av kósini. Tí má hon allatíðina stillast av nýggjum. Soleiðis síggi eg eisini mítt egna lív, tí eg havi góðtikið óvissuna, sum eina lívstreyt. Um mín máti at vera uppá særir ella skaðar onnur, er tað tí, eg eri á skeivari leið. Men tað veit eg bara, um onnur siga mær tað, og um eg eri sinnaður at taka tað til mín. Tín einasti møguleiki fyri at tryggja tær, at tú ert á rættari leið, er at hýsa tankanum um, at tú ert farin av kós. Soleiðis verður óvissan eisini tín einasta trygd fyri at raka málið, tú hevur sett tær. Samstundis er hetta eisini einasti mátin, tú kanst mennast sum menniskja, sigur Kaj Magnus.
Ger ein mun
Men ein slík lívsfilosofi treytar jú bæði, at tú hevur eitt sterkt ynski um at vera nakað fyri onnur, og at tú trýrt uppá, at onnur eru erlig við teg. Ber tað yvirhøvur til at hugsa soleiðis í tí ofta náðileysa vinnulívsumhvørvinum, Kaj Magnus dagliga ferðast í?
? Mínar royndir hava so dyggiliga víst mær, at tað altíð ber til og altíð er best at vera erligur. Hetta ljóðar kanska bláoygt, men lívið hevur sannført meg um, at ert tú erligur móti øðrum, eru onnur eisini erlig móti tær.
? Nú eri eg kanska ikki beinleiðis partur av tí harða vinnulívsumhvørvinum, heldur meir sum ein eygleiðari á síðulinjuni. Men jú, eg trúgvi uppá, at tað ber til at hugsa soleiðis allastaðni. Eg trúgvi gundleggjandi uppá, at meiningin við lívinum bert kann mátast út frá tí, tú megnar at vera fyri onnur menniskju. Ella sagt øvut - um tú ikki megnar ella roynir at vera nakað fyri onnur, hevur títt lív lítla og onga meining. Hesin hugsunarhátturin gongur jú báðar vegir. Jú meir tú gevur av tær sjálvum, jú meir fært tú sjálvur aftur. Onki er so lívsjáttandi, sum tá fólk koma aftur til mín og siga mær, hvønn týdning eitthvørt, eg havi sagt ella gjørt, hevði fyri tey. Tað er sjálvandi gott, at tey eru glað, men tey vita neyvan, hvussu glaðan tey gera meg við at fortelja mær tað. So veit eg, at eg havi gjørt ein mun, sigur Kaj Magnus at enda.