Óvist nær semingsroyndin verður

Enn er óvist, nær semingsmenninir báðir, Petur Joensen og Petur Zachariasen, fara undir royndin at fáa semju í sáttmálatrætuni ímillum tey fýra stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Tey fýra fakfeløgini eru Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Havnar arbeiðsmannafelag og samráðingarnar ímillum tey øðrumegin og hinumegin, slitnaði beint fyri jól.
Síðani eru partarnir samdir um at tað skulu verða teir báðir, Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi og Petur Zachariasen, lektari í Hagfrøði á Fróðskaparsetrinum, sum skulu royna at finna semju ímillum partarnar.
Eftir at semingsmenninir eru komnir upp í, hava fakfeløgini ongar viðmerkingar yvirhøvur til samráðingarnar.
Tey hava heldur ongar viðmerkingar til, hvat tey halda, at sáttmálin, sum Maskinmeistararnir gjørdu við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið leygarkvøldið, er verdur.
Men Petur Zachariasen sigur við Sosialin, at teir hava brúkt hesar síðstu dagarnar at tosa við partarnar hvør sær og tað fara teir helst eisini at brúka eina ávísa tíð afturat upp á.
Hann staðfestir, at tað eru nógv viðurskifti, semingsmenninir skulu kunna seg um, bæði í sáttmálum, sersáttmálum og krøvum og sjónarmiðjum hjá teimum ymsu pørtunum.
Teir teir føla, at teir eru nóg væl kunnaðir, fara teir at meta um støðuna og so verða partarnir kallaðir saman.
Tí dugir hann ikki beint nú at siga akkurát nær sjálv semingsroyndin verður.
Tað kann verða nú um vikuskiftið, men tað er líka sannlíkt, at tað ikki verður fyrrenn í næstu viku.