Enn er tað ongin, sum dugur at siga við vissu, nær trupulleikin, har Smyril nakrar ferðir meiri ella minni er uppsteðgaður, verður endaliga loystur.
Jaspur Vang, løgtingsmaður, hevur spurt Johan Dahl, hvat hann ætlar at gera við trupulleikan at Smyril fær tað, sum tey kalla blackout
Johan Dahl staðfestir, at hann kann ikki veita vissu fyri, at Smyril ikki fær blackout aftur. Men hann vissar um, at arbeitt verður miðvíst við, at Smyril ikki skal steðga av somu brekum aftur.
- Eitt nú er øll 24 volt skipanin útskift og umløgd. Strandfaraskip Landsins er eisini í ferð við at montera eina back-up skipan (UPS) til høvuðsmotorarnar, soleiðis at høvuðsmotorarnir ikki skulu steðga, sjálvt um Smyril fær blackout. Henda skipanin ger, at Smyril kann sigla upp á neyðkraft, skuldi hann aftur fingið blackout.
- Harumframt er Strandferðslan í ferð við at skifta PMS skipanina á Smyrli út við eina tryggari skipan. Væntandi fer hendan nýggja skipanin at minka nógv um vandan fyri blackout og um teir vansar, ið kunnu standast av einum møguligum blackout.
Men landsstýrismaðurin staðfestir, at hetta arbeiðið er rættiliga umfatandi, og verður tað gjørt, meðan siglt verður.
- Arbeiðið skal gerast liðugt, næstu ferð Smyril fer í dokk. Á uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2010 er einki avsett til dokking av Smyrli, tí ætlanin er, at hann skal í dokk í 2011 og tískil verður neyðugt at fara undir eina vetrarsigling afturat, uttan at PMS-skipanin er skift.
- Um so er, at Smyrli verður dokkaður á heysti í 2010, ber til at fara undir sigling í vetrarhálvuni 2010/11 við minst møguligum vanda fyri blackout á Smyrli. Hetta krevur tó, at hædd verður tikin fyri dokkingini av Smyrli á løgtingsfíggjarlógini fyri 2010.
Johan Dahl sigur, at hann heldur tað er umráðandi, at tað ber til at dokka Smyril í 2010, so PMS-skipanin kann verða liðugt installerað.
Hann upplýsir eisini, at ímeðan nýggja PMS verður ísett, siglir Smyril nú altíð við trimum hjálparmotorum inni á talvuni í einari roynd at sleppa undan blackoutum.
- Hóast henda loysn ger elveitingina tryggari, so er hetta ein dýr loysn bæði í olju, viðlíkahaldi og eykalutum, sigur hann.
Les eisini greinina: Rætta brekini so hvørt.