Óvist nær val verður

Á eykafíggjarlógini, sum varð samtykt í vikuni, verður millum annað biðið um góða millión til løgtingsval, men tað er eisini tað nærmasta, ið komið verður einum dato fyri valið.

- Eg havi sum so ongar viðmerkingar til løgtingsvalið, men eg kann siga so mikið sum at tað verður áðrenn jól, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.

Hann heldur tað kundi verið freistandi, at skriva út val nú beinanvegin og bygt víðari á góða úrslitið frá fólkatingsvalinum

- NMen tað eru nøkur mál, ið eg fegin vil hava avgreitt áðrenn løgtingsvalið verður, og nøkur teirra eru avgreidd í vikuni. Onnur eru tó eftir, eitt nú spurningurin um brúksskyldu og Húsalánsgrunnin, sigur Kaj Leo Johannesen.

So fyribils kann bara staðfestast, at valið verður áðrenn árið er runnið.