"Óvist um eg haldi áfram"

Lars Olsen veit ikki hvat hendir, tá ið sáttmálin er liðugur.

Nú er skjótt átta ár síðani at Lars Olsen tók yvir sum venjari hjá føroyska fótbóltslandsliðinum.

Tað hevur verið ein verulig framgongd tey átta árini Lars hevur verið við róðrið. Ikki bara góð úrslit, men ein jaligur fótbóltur hevur verið framvístur tað seinastu tíðina.

– Eg veit ikki hvat hendir tá ið sáttmálin er liðugur. Eg tosi eitt sindur við fótbóltssambandið, men vit eru ikki nakað nærri einari avtalu. So alt er heldur óvist.

Hetta sigur hann við donsku síðina bold.dk, og leggur avtrat:

– Eg havi verið øgiliga glaður fyri at vera her, og havi sæð eina góða framgongd. Eg kann bert vera jaligur um tey átta árini eg havi verið her, men tað er ikki vist tað verður longri.