Óla Svenn Nolsøe, annar av stjórunum í Restorff's sigur, at teir nú hava sagt leiðusáttmálan fyri hølini, har Vertshúsið helt til, upp, men at øll útgerðin framvegis stendur har niðri.
? Eg veit einki um hvussu tað verður, men tað hava fleiri ligið framvið, og spurt seg fyri. Vit ætla at leiga útgerðina út, til næstu leigararnar, um teir kundu hugsað sær tað, men eg veit sum sagt einki ítøkiligt enn, slær Óla Svenn fast.
Einki ítøkiligt
Dia Midjord, ið er ein av eigarunum av gulu húsunum í Niels Finsengøtu, staðfestir, at tað ongar ítøkiligar ætlanir eru við Vertshúsinum enn.
? Tað hava nógv fólk ringt og spurt seg fyri, men vit hava so ikki skrivað nakran leigusáttmála, sigur hann.
Hann sigur, at tað næsta, ið nú fer at henda, veðrur at eigararnir fara at avvikla øll viðurskiftini við gomla leigaran, sum er Restorff's bryggjarí, og áðrenn tað er hent, sleppur eingin nýggjur inn í hølini.
? Har fer so einki at henda tann fyrsta mánaðin í øllum førum, sigur Dia Midjord.