Um vikuskiftið eftirlýsti løgreglan í útvarpinum ein 47 ára gamlan mann. Hann var farin frá húsum týsmorgunin við tí fyri eygað at fara í Hvannhaga og Vatnsdal í Suðuroynni, har hann skuldi tjalda og fiska síl í nakrar dagar. Men fríggjakvøldið var hann ikki afturkomin, hóast hann hevði sagt, at hann fór at koma heim í seinasta lagi fríggjadagin, og tá byrjaðu fólk at gerast eitt sindur fjálturstungin.
Talan er um Poul Aakjær, sum er tvørámaður, men hevur búð niðri í Esbjerg í Danmark í meira enn 20 ár. Heimferðin til Føroya var í sambandi við eitt brúdleyp hjá svágrinum, sum skuldi vera leygarkvøldið.
? Eg hevði keypt mær eitt gott tjald niðri, tí eg hevði langt síðani sett mær fyri, at eg skuldi í fjøllini at ganga. Í Hvannhaga havi eg gingið og runnið mangan sum óviti, so nú var tíð uppá, at fara ein túr aftur, greiðir Poul Aakjær frá.
? Týsmorgunin fór eg frá húsum, og tá var allarfagrasta veður. Eg hevði tráðu við, og aðra útgerð eisini. Og tá eg kom í Hvannhaga setti eg tjaldið upp har.
Veðrið versnar
Eftir tí, sum løgreglan hevði fingið upplýst, hevði onkur hitt Poul í Hvannhaga mikudagin, og skuldi hetta eisini passað væl.
? Mikukvøldið fór eg frá Hvannhaga og til Vatnsdal. Tað tekur umleið hálvan triðja tíma at ganga, men eg hevði ein ryggsekk fullan av mati og hina útgerðina, so eg noyddist at taka nakrar steðgir, so tað tók eitt sindur longri tíð.
Komin niðan á fjalli, setti Poul tjaldið upp, og yvirnáttaði har. Tá var veðrið versnað og nógvur vindur og regn var.
Klokkan níggju hósmorgunin breyt Poul uppaftur, og setti kós ímóti Vatnsdali, og tveir tímar seinni var hann komin uppá pláss. Har settist hann við tráðuni eina løtu og fangaði fimm vøkur síl, og síðani varð ligið eina nátt í tjaldi í Vatnsdali.
? Fríggjamorgunin gjørdi eg av at ganga oman til Hvalba. Svágurin skuldi giftast leygarmorgunin, so nú helt eg, at tað var tíð uppá at venda nøsini heimaftur. Eg gekk til Nes og royndi at finna okkurt stað at koma oman, men tað gekk ikki nakað serligt. Eg haldi, at eg gekk har eini fýra tímar, men onki nyttaði. Eg trúði ikki, at tað var so ringt, greiðir Poul frá.
Sum seinasta útveg sá Poul vera, at hann gekk aftur til Tvøroyrar, tí har er hann staðkendur. Tá klokkan var níggju á kvøldi gav hann upp og setti tjaldið upp.
? Tað var eitt sindur irriterandi. Eg sá húsini, men tað var so nógvur mjørki og vindur og regn, men eg gitti, at leygarmorgunin mátti tað batna.
Fartelefon hevði Poul eisini uppiá sær. Hann hevði lænt hana frá svágrinum, og eisini hevði hann eitt lummaradio uppiá sær.
? Battaríini til lummaradio brendu út longu hósdagin, og seinnapartin fríggjadagin tendraði eg fartelefonina, tí eg væntaði, at nú mundi familjan verða bangin um meg. Men longu um kvøldið brendi fartelefonin eisini út.
Leygarmorgunin var veðrið onki betri. Vindurin var nógvur og regn, og mjørkin var bara vorðin tættari um nakað.
? Eg mátti bara vera í tjaldinum. Eg lá so har í til sunnumorgunin, og tá var veðrið eitt sindur betri. Mjørki var framvegis, men nú sá eg longur fram enn eg hevði gjørt. Eg vaknaði tíðliga, og gjørdi av, at bíða eini tveir tímar, og um veðrið framvegis var fínt, so fór eg avstað. Tá klokkan var hálvgum tíggju leyp eg upp og pakkaði. Nøkur av klæðunum lat eg liggja, so ryggsekkurin ikki var ov tungur, og so nærum rann eg avstað. Tað tók mær ein tíma og tjúgu minuttir at koma til Trongisvág, greiðir Poul frá.
? At liggja í tjaldi í tveir dagar uttan mat er óbehagiligt. Eg hevði sett tjaldið upp við eina á, so eg fekk nóg mikið av vætu, men seinasta matin hevði eg givið seyðunum í Vatnsdali, tí eg væntaði at vera í Hvalba innanfyri teir tveir næstu tímarnar.
Visti av ongum
Sjálvur hevði Poul ikki hóming av, at nakar leitaði eftir sær. Hann gittti, at øll høvdu verið í brúdleypi kvøldið fyri, og visti tískil heldur ikki, at eisini brúdleypið var fyribils útsett av hansara ávum.
? Tá eg kom niður á vegin kom ein hvalbingur. Hann sá, at eg gekk við ryggsekki og steðgaði tí, og spurdi hvussu eg æt. Tá eg nevndi navn mítt, so spurdi hann, um eg var klárur yvir, at tað gingu 80 mans á fjallinum og leitaðu eftir mær, og at tyrlan hevði leitað og bátar vóru farnir avstað. Tá kom kaldasveittin fram, og eg gjørdist eitt sindur skakkur. Eg hevði jú eisini verið vekk í seks dagar, men eg visti av ongum, sigur Poul, sum var eitt sindur illa fyri av tí hann ikki hevði fingið nakað at eta í tveir dagar.
Poul slapp heim í øllum góðum, og útsetta brúdleypið varð hildið sunnukvøldið, og gjørdist hetta eitt avbera gott brúdleyp. Familjan var, sum vera man, eisini fegin fyri at hava pápa og mann heima aftur.
? Tey trúðu jú, at eg var deyður. Tað var ikki meiningin at vera burtur í seks dagar, men eg setti meg ikki føran fyri at fara víðari. Men hetta forðar mær ikki at fara burtur aftur í haga. Eg elski fjøllini, og tá alt kemur til alt, so hevur hetta veri ein fantastiskur túrur. Bara keðiligt, at veðrið skuldi gerast so ringt, sigur Poul.
So nú nýtur Poul teir seinastu dagarnar í Suðuroynni áðrenn hann, Maria, sum er konan og tann eina dóttirin, Eir, venda nøsina aftur til Esbjerg, har Poul hevur arbeitt sum anlægsgartnari í níggju ár.
At enda vilja Poul og familjan nýta høvi til at takka øllum teimum, sum hava verið við til leitingina.