Vistu einki um leikbann

Eftir seinastu fyrireikingarnar til steypafinaluna leygardagin fekk Neista-venjarin at vita, at hann ikki kundi brúka Ára Dam í málinum

Hondbóltur

Ári Dam fekk reytt kort, tá Neistin næst seinasta sunnudag vann heimadyst móti KÍF. Alt fyri eitt varð tosað um, um hetta mundi kostað ein ella tveir daga leikbann, og í Neistanum var tað í so máta heppið, at avtalað varð Emil K. Jacobsen, sum í løtuni styrkir um hópin hjá liðnum.
Hinvegin komu eingi boð um, at Ári skuldi hava tveir daga leikbann, og tí varð roknað við, at hann var millum spælararnar leygardagin. Og í øllum førum var tað hetta, sum var partur av teimum fyrireikingum, sum Ingi Olsen hevði við sínum monnum eftir venjingina hóskvøldið.
- Men eg kann bara staðfesta, at tað var tað ikki. Meðan venjingin var, hevði eg fingið boð um, at Ári hevur fingið tveir daga leikbann, og at avgerðin ikki kann kærast.
- Í so máta er talan greið, og vit mugu rokna málið sum endað, tí vit fáa einki gjørt við tað kortini. Men sjálvandi er tað ikki nøktandi, at boðini koma á hendan hátt. Tað eru 12 dagar síðani, at hann fekk reyða kortið, og nú boðini koma, er tað bara sum mailur frá einum privatpersóni. So tað var kanska heppið, at vit vistu av, at viðkomandi veruliga sat í Kappingarnevndini.
- Vit hava enntá fleiri ferðir rykt og spurt okkum fyri, um talan bleiv um ein ella tveir dagar leikbann, so tað minsta tey kundu gjørt, var at boða okkum frá hesum á ein virðiligan hátt. Hendan framferðin vísir í øllum førum ógvuliga lítla virðing fyri okkara fyrireikingum til ein somikið týðandi dyst, og eg kann ikki ímynda mær, at hetta er ein framferð, sum Kappingarnevndin er serliga errin um, sigur Neistavenjarin.