Nú oddmenn tínir prísa hátt
tí, sum steig inn um tína gátt
teir veitra høgt uppundir ský
tú takkarorð frá bygd og bý
nú senda skal av hjartans grund
for tann sum komin er á fund
Her, fyri tær sum fyrr var svart
nú lýsir frítt eitt ljós so bjart
so tú við tínum børnum smá
í fávitsu ei turva gá
og villst í tí myrku nátt
nú hvørvur tám og toka brátt
O, Føroya fólk! hví ansar tú
ei tí, sum steig inn í títt bú
er dýrdarglæma hans so sterk
at tú fekk slíkan eygnaverk
so tú ei sá, at "brunnið" var
tað, ættin hevði varðveitt tær
Hví sigur tú ei: Mamman gav
mær hendan arv til studningsstav
Vilt tú mær kola hann, so gakk
úr mínum bú foruttan takk!!
eg fyrr vil sakna lýsing tín
enn tú skalt svíða arvin mín
Hetta yrkti Jóanes Pæturson 1895, so hetta vísir eisini, hvussu kollsilgdir Jørgin og co. eru, eg vamlist!!!!
Eyðun Joensen
Vestmanna