Málið hjá Jann Inga Petersen í yvirtíðini sunnudagin var hansara fyrsta, síðani hann í vetur gjørdi av at skifta til NSÍ. Og fagnaðurin um hetta var sjálvandi ovurstórur.
- Hatta kendist væl. Tað er langt síðani eg havi skorað. Hatta var mítt fyrsta mál fyri NSÍ, og tað gav okkum trý stig, so hatta var fantastiskt, segði Jann Ingi Petersen.
Tit vóru í álopi so at siga allan seinna hálvleik. Góvu tit ongan tíð skarvin yvir, tá tit vóru aftan fyri 2-0?
- Í hálvleikinum vistu vit, at vit høvdu kjansin, og vit fóru longur niðan á vøllin at trýsta, og tað riggaði. Talan var um ein sera harðan dyst, har nógvir nærdystir og nógvar tacklingar vóru, og sjálvt um øll stig eru eins týðandi, so kendust hasi ótrúliga týdningarmikil, segði Jann Ingi Petersen eftir dystin.