Vístur av landinum í tvey ár

– Men ein annar rakti ikki tá ið hann sló, so hann sleppur at verða verandi

Um vikuskiftið tók løgreglan tveir útlendingar, sum vóru í Føroyum og arbeiddu.  Teir vórðu skuldsettur fyri harðskap, tí teir høvdu lagst á starvsfólk í einum skeinkistaði í Havn.

 

Teir vórðu báðir handtiknir og settir í brummuna. Eftir ætlan skuldu teir av landinum sunnumorgunin, men tað varð av ongum, tí løgreglan vildi hava málið avgreitt, áðrenn teir sluppu nakran veg.

 

Ætlanin varð eisini at fáa teir útvístar í Føroyum.

 

Løgreglan sigur, at síðani er skuldsetingin broytt nakað. Upptøkur frá einum vakmyndatóli vísti, at annar maðurin rakti ikki tá ið hann sló, so hann varð ikki ákærdur fyri harðskap.

 

Hinvegin varð hann ákærdur fyri at bróta skilhaldsreglurnar, men tað varð hann ikki útvístur fyri, so tá ið bótin varð rindað, var hann fríur maður aftur.

 

Men hin varð ákærdur fyri harðskap og hann hevur nú verið í rættinum. Har varð hann dømdur 50 daga fongsulsrevsing, men dómurin varð treytaður so hann sleppur undan at sita, ger hann einki annað revsivert.

 

Men harafturat varð hann vístur av landinum í tvey ár, so hann sleppur ikki aftur higar fyrrenn tíðliga í 2025. Sostatt varð tað honum ein dýr søga, at hann ikki dugdi sær hógv, tí nú hevur tað kostað honum starvið.