VIT býtt í 3 deildir

EDV-fyritøkan VIT hevur verið í støðugum vøkstri. Nú starvast 17 fólk hjá fyritøkuni, sum tí er flutt í nýggj høli

Virksemið hjá VIT er vaksið nógv seinasta árið - frá 6 starvsfólkum upp í 17 - og tískil er blivið neyðugt at býta virksemið í deildir og at seta deildarleiðarar. Tær tríggjar deildirnar eru nú: útviklingsdeldin, skeiðdeildin og netumsitaradeildin. Í útviklingsdeildini verða skipanir og heimasíður gjørdar, skeiðdeildin rekur VIT-stovuna á Tórshavnar Sjómansheimi og netumsitaradeildin tekur sær av røkt av netum, brúkarahjálp og installatiónum. Deildarleiðari á útviklingsdeildini er Óli Olsen, á skeiðdeildini er tað Frank D Jakobsen, meðan eingin enn er settur at leiða netumsitaradeildina burturav.


Flutt í nýggj hølir

Av tí at tað bleiv í so trongligt í Gríms Kambansgøtu 7, er VIT flutt inn í »nýggj« høli. Talan er um tvær tær niðastu hæddirnar í gulu húsunum hjá Fiskimannafelagnum á Bryggjubakka.

Hølini eru 268 m2 til støddar og tískil væl størri enn tey gomlu hølini.


Lotus Notes góðkenning

Brian Bischoff, sum arbeiðir sum Lotus Notes útviklari hjá VIT, stóð í februar roynd sum CLP Notes Application Developer. CLP er stytting fyri »Certified Lotus Professional«, og talan er soleiðis um eina útbúgving, sum er góðkend av Lotus.

Brian hevur longu gjørt fleiri Lotus Notes skipanir; millum annað hevur hann programmerað »Trygd & Dygd«, sum er okkara skipan til HACCP-góðskukervi á eitt nú flakavirkjum, sigur Ólavur Ellefsen, stjóri í VIT við Sosialin.