Vit byggja land til… ?

Skulu fólk við vanligum inntøkum hava ráð til egnan bústað?

Hvussu byggja vit eitt samfelag, har flest øll hava ráð at seta búgv? At eiga sín egna bústað er størsta íløga og harvið størsta kapitaluppsparing fyri fólk flest (Sí stutt video).

 

At hava møguleikan at seta búgv hevur verið ein grundleggjandi rættur hjá einum arbeiðandi fólki. Men soleiðis er ikki nú. Gjógvin millum tøku inntøkuna og íløguna í bústað gerst alsamt størri.

 

Vit kenna søgurnar: Fólk við vanligum inntøkum, t.d. heilsurøktari og handverkari, sum vilja byggja t.d. á Sandi ella í Lamba, men kunnu bert fáa lán – eitt hægri lán – til at seta búgv í Havn ella í Runavík.

 

Vit hava gjørt samferðsluíløgur, so at 90 % av okkum búgva landfast, og tað tekur umleið 1 tíma at koyra úr einum enda í annan. (Frásøgn Landsverk).

 

Nú skulu vit gagnnýta hesar samferðsluíløgur í okkara bústaðarmynstri.

 

 

 

Politiskar gávuloysnir

 

Eitt samfelag, har flest fólk hava ráð at seta búgv, skal skipast til endamálið. Í fleiri ár hava vit verið stýrd av  tilvildarligum, tíðaravmarkaðum politiskum gávuloysnum. Men gávurnar enda ikki hjá arbeiðandi fólkinum, sum vilja seta búgv. Gávan steðgar har eina løtu, og fer síðani víðari til tann, sum veruliga fær ágóðan, og tá við eyka rentu, tí búskapurin verður pumpaður upp.

 

Eitt dømi um tilvildarliga, tíðaravmarkaða politiska loysn var eisini, tá eg gjørdi mína íløga í bústað.

 

2004 bústaðarkonta: Vit fluttu heim og stovnaðu bústaðarkontu við 5 % í rentustuðul frá landinum omaná bankarentuna. Nú 2024 er renta á bústaðarkonto 5 % lægri enn í 2004. Eg havi harvið fingið eina gávu frá landinum, sum tey, sum vilja seta búgv nú, ikki fáa.

 

2007 mvg-afturbering: Meðan vit bygdu, gjørdi poltiska skipanin av, hóast tað var hákonjunkturur, at lata mvg-afturbering til sethúsabyggjarar. Hetta var tó ein stokkut gleði, tí vikuna aftan á at mvg-afturbering var kunngjørd, fór byggikostnaðurin upp við júst sama prosentparti. Hendan gávan til borgaran endaði sostatt sum vinningsbýti hjá byggifyritøkum og sølubúðum.

 

Rentustuðulin til sethúsakontu og mvg-afturbering hvurvu skjótt, helst umleið í fíggjarkreppuni 2009. Vit, sum hava tikið lán til bústað, hava tó alla hesa tíðina fingið rentustuðul – umleið 35 % av rentunum við  einum lofti á 100.000 kr. Tvs. hvørt ár ber til at fáa eina gávu frá landinum á 35.000 kr, um tú hevur eitt lán, sum p.t. er omanfyri 2.5 mió. kr. og umleið 4 % rentu. Hvørt ár verður bústaðarmarknaðurin pumpaður upp við hesi gávu, og gáttin at sleppa inn á bústaðarmarknaðin hækkar alsamt. Okkara sethúsaprísir eru tvífaldaðir uppá 10 ár og eru langt omanfyri tilsvarandi øki í okkara grannalondum. Harvið skulu tey, sum seta búgv nú, brúka nógv meir av síni tøku inntøku til bústað, enn tey, sum settu búgv fyri 10 árum síðani. Lønin er ikki tvífaldað síðstu 10 árini. Hetta gevur eina fíggjarliga ójavnvág sum frá líður.

 

Hvør okkara fær so veruliga gleði av rentustuðlinum?

 

 

 

Býlisstuðul til “the usual suspects”?

 

Bústaðir – okkara almenna felag við leiguíbúðum – varð sett í verðina fyri at fáa fjøllbroyttari bústaðarmarknað. Hugsanin var at skapa dynamikk, m.a. soleiðis at eldri fólk kunnu flyta í hóskandi bústað og selja síni hús, og soleiðis at yngri fólk kunnu flyta heimanifrá. Nú er staðfest, at húsaleigan hjá Bústøðum og øðrum útleigarum er ov høg, og m.a. tí er ætlan at geva býlisstuðul.

 

Fer býlisstuðul at gagna leigaranum ella útleigaranum?

 

Hvør er í bólkinum, sum fær rætt til býlisstuðul? Eru tað “the usual suspects”? Ella hava vit eina vaksandi stætt av fólki, hvørs realløn ikki samsvarar kostnaðarstøðið í landinum?

 

Vilja vit skipa okkara samfelag við rentustuðli, býlisstuðli og tilvildarligum tíðaravmarkaðum hjálparpakkum?

 

Onkur grannalond brúka aðrar hættir til at regulera bústaðarmarknaðin, so sum ognarskatt, bústaðarskyldu og tænastugjøld. Tað er ongantíð populært at koma við nýggjum gjøldum ella avmarkingum, men tað er ein háttur at skapa eina javnvág millum tey, sum skulu inn á bústaðarmarknaðin og tey, sum eru sloppin inn um gáttina, og akkumulera kapital í hús nr. 2 og 3.

 

Ein og hvør stuðul eru pengar, sum framman undan eru komnir inn í landskassan/kommunukassan sum skattur. Spurningurin er, hvør skal gjalda, og hvør skal stuðlast.

 

 

 

Er hendan bústaðarvistskipan tann gagnligasta?

 

Eingin loysn er perfekt. Men kunnu vit skipa okkum betur til frama fyri flest allar borgarar?

 

Rentustuðulin er goldin av 19,5 % land og 15, 5% av kommunu. Fáa vit øll tilsvarandi gleði av hesum skatti/stuðli?

 

Rentustuðulin er ein óvissa í kommunalu fíggjarætlanunum, tí hetta flytur seg sjálvandi eftir rentuni. Einasti sum situr tryggur, er lángevarin - bankin.

 

Ein fyrrverandi reiðari í Hirtshals eigur so stóran lut av Føroya Banka, at hann avgerð tveir av nevndarsessunum. Eitt annað reiðari, Varðin, eigur høvuðssæti hjá Føroya Banka. Hevði bankin ikki ráð at sita í tí ? ;)

 

Nú fer Varðin at byggja íbúðir í síni heimbygd, og tað er sjálvandi sera gott, at tað koma fleiri íbúðir. Hetta gagnar nærumhvørvinum, og ein tryggur leigari er kommunala samstarvið (Tíðindi Eystur kommuna).

 

Fyrrverandi reiðarin í Hirtshals vil byggja marglætisíbúðir við p-hús í miðjuni av okkara høvuðsborg.

 

Hetta eru bert tvey dømi um úrslit av, hvussu vit skipa ein part av okkara samfelagi.

 

Er hendan ringrásin í okkara bústaðarvistskipan tann, sum er mest gagnlig fyri okkum borgarar? Var hetta tað úrslitið, sum vit ætlaðu okkum ?

 

Tað er einki at ivast í, at tað at eiga fastogn er ein framtíðartryggjað íløga. Tískil skal samfelagið skipast soleiðis, at gáttin inn á bústaðarmarknaðin er so lág, at fólk við vanligum størvum, sum heilsurøktari og handverkari, sleppa innum og hava ráð at vera verandi.

 

Nú varskó er rópt um at fráflytingin er hægri enn tilflytingin, og at tað framvegis er undirskot av kvinnum, kunnu vit spyrja okkum sjálvi, hvønn byggja vit land til ?