Talið á monnum sum viga munandi ov nógv er vaksandi og Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, sigur, at hóast føroyingar eru sunnir í mun til fólk í grannalondunum, sum mugu vit út at røra okkum meiri.
- Gevur man fólki eina teldu og eitt skriviborð sum arbeiðspláss, sum hevur man sum arbeiðsgevari ávirkan á heilsuna hjá fólki. Skal man so krevja, at man hevur rætt til heilsugóðan mat á arbeiðsplássinum ella venjingarumstøður á arbeiðsplássinum? Tí um biður fólk sita allan dagin, setur man tey í vanda fyri at fáa ringa heilsu, sigur Magni Mohr við Rás 2.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.
Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum sigur, at føroyingar røra seg ov lítið, og bert 22% røra seg í mun til tilmælini frá WHO. 10% av øllum føroyingum røra seg als ikki og eru tí í álvarsligum vanda fyri sjúkum, sum kropsligt óvirkni hevur við sær. Fleiri menn enn kvinnur røra seg í mun til altjóða tilmælini. 16% av føroyingum eldri enn 18 ár eru slett ikki regluliga kropsliga virknir, og hetta er minni enn í 2005 (28%).
Føroyingar viga ov nógv. Meira enn helvtin av føroyingum viga ov nógv, og fimtihvør kann bólkast at vera tað, vit kalla feitur. Síðan 2003 er talið á feitum føroyingum næstan tvífaldað. Samstundis er ein tendensur til, at færri við normalari vekt eru í dag enn í 2003. Nógv fleiri kvinnur í Føroyum viga normalt, og nógv fleiri menn eru í bólkinum við yvirvekt og fiti. M.a. kann nevnast, at bert triðihvør maður í Føroyum vigar normalt. Tað eru serstakliga menn yvir 25 ár, sum viga ov nógv og eru í vanda fyri lívstílssjúkum, ið eru knýttar at yvirvekt.