Vit duga ikki at spæla bólt

Vodafonedeildin - Tað segði nýggi venjarin hjá AB, Sámal Erik Hentze, eftir dystin á Argjum. Tá avtornaði, vunnu fuglfirðingar ein greiðan 4-1 sigur á argjamonnum, sum ikki fingu spælið at koyra eftir at Evrard Blé fór av vøllinum við skaða

Tróndur Arge

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá fuglfirðingum seinastu tíðina. Tað er bara blivið til fýra stig í teimum seinastu fimm dyst­inum, umframt at teir taptu steypa­finaluna ímóti EB/Streymi. Tí skuldi ÍF reisa seg í gjár á Argjum, meðan AB hevur sína søk fyri í niður­flytingarstríðnum.
– Hetta skuldu vit havt gjørt eina viku fyrr, men burtur sæð frá tí, so eri eg væl nøgdur. Vit fáa eisini fýra mál, og tað var týdningarmikið, tí vit hava ikki skorað í teimum seinastu trimum dystinum, sigur ein fegin Ábraham Løkin eftir dystin.

Argjamenn væl
við í fyrra hálvleiki
Argjamenn vóru væl við í fyrra hálvleiki. Teir byrjaðu eisi­ni dyst­in betri og Evrard Blé tókt­ist hava funnið stórformin fram. Við tekn­iskum detaljum og frek­um dribbl­ingum sum fáur í Før­oyum kann gera honum eftir, var hann upphavsmaður til teir møgu­leik­arnar, sum argjamenn høvdu í fyrra hálvleiki.
– Eg eri nøgdur við fyrra hálvleik sum heild. Eg haldi at vit byrja væl og vit fáa ÍF at gera tað, sum vit vilja. Síðani gera vit tveir feilir og tað revsar ÍF beinanvegin. Vit eru alíkavæl við allatíð og fáa eisini minkað um munin beint fyri hálvleik, sigur Sámal Erik Hentze.

Skaðar skaða AB
Longu aftaná 17. minuttir má AB gera sína fyrstu útskifting, tá Dion Spildt takkar fyri seg vegna skaða. Tá ein hálvur tími er farin, fær Evrard Blé eisini ein skaða, sum ger, at hann í hálvleikinum má lata seg útskifta.
– Tað kom serliga illa við, at Evrard Blé fór út við skaða. Hann er bindiliðið á liðnum og eftir at hann fór út, eru vit ov tunnir og fáa ikki spælið at hanga saman. Vit eru ikki nóg góðir við bóltinum og tí kom tað serliga illa við, at tað var Blé, sum fór av vøllinum, tí har er hann góður, sigur Sámal Erik Hentze.

ÍF leggur seg á odda
Tíggju minuttir fyri hálvleik leggur Bartal Eliasen ÍF á odda 1-0. Eftir horna fær hann fatur á bóltinum og í leysari luft vendir hann sær og smekkar bóltin í AB málið. Løtu seinni er tómt í høgru síðu hjá AB og tað verður revsað av fugl­firðingum. Jan Ellingsgaard smekkar til og bólturin fer flatt í handara síðu net.
– Vit spæla rímuliga væl, men tað situr í monnunum, at tað hevur gingið so illa í seinastu. Menn koma ikki orduliga inn í dystin, fyrr enn vit hava víst, at vit kunnu aftur. Nú fingu vit víst, at vit kunnu spæla eina góðan dyst, sigur venjarin hjá ÍF, Ábraham Løkin.
Í seinasta minutti av fyrra hálv­leiki minkar Mortan úr Hørg um munin 2-1 eftir innlegg úr vinstru. Bólturin sleppur at trillar framvið øllum inni í fimm metrinum og við handaru stong stendur ein leysur Mortan úr Hørg og skorar lætt.

Avgerandi løtan
Avgerandi løtan fyri ÍF sigurin kom átta minuttir inn í seinna hálv­leik. Jan Ellingsgaard sendi innlegg innfyri úr vinstru og innfyri kom øll AB verjan uppá millumhond. Tað endaði við, at Øssur Dalbúð stútar bóltin í næstan tóma AB málið.
– Í seinna hálvleiki fáa teir eitt mál tíðliga og eftir tað gloyma vit at spæla fótbólt. Ja vit spæla faktist slett ikki fótbólt allan seinna hálv­leik, sigur ein vónbrotin Sámal Erik Hentze.

Broytt ÍF-lið
ÍF liðið til dystin í gjár, varð eitt sindur broytt frá tí vit hava sæð í ár. Hvørki Andy Olsen ella Dánjal á Lakjuni vóru at finna vengrinum. Teir hava spælt ávíkavist mest og fjórð mest fyri ÍF í ár.Í staðin hevði Ábraham Løkin valt Nenad Saric og Jan Ellingsgaard á hvørsínum vongi.
– Vit valdu spæla við Nenad Saric og Jan Ellingsgaard á hvør­sínum vongi. Nenad er skjótur og kann spæla á vonginum, meðan Jan Ellingsgaard er ein fram­rættaður leikari, sum hevur spælt á bakk­inum í tvey ár. Hann er blaðungur og fyrr ella seinni skal hann hava kjansin longur frammi. Eg haldi tað var rætt at royna nakað nýtt í dag, tí vit hava ikki skorað í teimum trimum seinastu dystinum, sigur Ábraham Løkin.
Andy Olsen tykist ikki hava hug at sita á bonkinum, tí hann gjørdi um seg eftir hann kom inn. Eitt mótálop endar við, at Andy Olsen lyftir bóltin í einum bleytum boga uppá Símun Rógva Hansen í AB mál­inum og skorar til endaliga úrs­litið 4-1 til ÍF.
– Onkrir av leikarunum hava kanska hugsa, at tað er ógjørligt, at fáa heiðursmerki, men stem­ning­urin í dag vísti, at menn trúgva aftur uppá tað. Vit fara so at gera eina roynd, at røkka einum heiðurs­merki, sigur Ábraham Løkin at enda.
ÍF vann saman um ein greiðan sigur á argjamonnum, sum hava langt á mál, um teir skulu spæla sunnudags fótbólt komandi ár.