Vit dyrka ov nógv taparan

Hann heldur, at føroyingar dyrka ofta taparan og rópa vinnarar fyri arrogantar. Hann heldur, at vit krevja ov lítið av okkara tingfólkum. Hann saknar politikk í føroyskum politikki. Hann hevur avdúkað ónd og grunn fólk við sínum stóru oyrum. Hann heldur ikki, at hann er arrogantur. Og hann verður stressaður av tí, sum hann ikki fær gjørt. Hann er Kári á Rógvi

– Eg eri ein frísinnaður og eldhugaður føroyingur, sum eg einaferð lýsti meg sjálvan í einum stíli í studentaskúlanum. Eins og amerikanarar, haldi eg, at fólk skulu verða politisk aktiv fyri at fáa ávirkan sum veljarar og borgarar. Eg havi tað, sum mín fyrimynd, Winston Churchill, segði: Fólk skulu fyrst hava sína egnu sannføring, og síðani velja flokk­in, sum passar teimum best – um neyð­ugt, so vel av nýggjum. Tí fólka­ræð­ið krevur, at fólk kunnu um­bestemma seg.
37 ára gamli Kári á Rógvi hevur tikið fast um stýrisvølin á sjálvstýrisskútuni. Eftir gott og væl trý ár sum tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, bíðar hann eftir størstu persónligu avbjóðingini sum politikari. Flokkurin, sum Jóannes Patursson stovnaði í 1906 og myndaði í fýra áratíggju, og sum Edward Mitens, Hilmar Kass og aðrir seinni hava stjórna, fyrireikar seg so smátt til løg­tings­valið, sum verður í seinasta lagi um 14 mánaðir.
Oddamaðurin í flokkinum er Kári á Rógvi, framfýsni akademikarin úr Havn við teimum stóru oyrunum.
Eftir átta ár sum formaður, mynstraði Kári P. Højgaard av í farna mánaði. Hóvligi og jarðbundni arbeiðsmaðurin av Skálafjørðinum helt, at tíðin var búgvin at lata meira liberala bóklingin úr høvuðsstaðnum sleppa framat.
Kári á Rógvi kom flúgvandi á ting á valinum í 2008. Á einari tekning við stóru oyrunum og slagorðunum »Eg lurti eftir tær«, var undirtøkan fyri hon­um stór. Við 572 atkvøðum var hann topp­skjúttin hjá Sjálvstýrisflokkinum.
Hann sigur nú, at hann bjóðaði seg fram í sjálvverju. Politiska skipanin og raðfestingin var so av lagi, at hann hevði ikki kunnað hugt í eyguni á sínum børnum og sagt, hví hann einki gjørdi, tá hann hevði møguleikan.
Men Kári á Rógvi tók av. Nú hevur hann tikið við sum formaður, og sam­stundis eru politisku tannáringaárini lið­ug, sum hann tekur til.
– Tað er sum í veruliga lívinum. Tann­áringurin kann vera trúgvur móti egnum sannføringum og siga tingini við stórum bókstavum, men hann hev­ur oftast lítla ávirkan. Tann vaksni má býta seg í tunguna viðhvørt og lata sum einki, men hann fær størri ávirkan. Eg vóni, at næsta val gevur okkum fleiri nýggjar politiskar tannáringar, sum kunnu siga tingini bart út, sigur for­mað­urin í Sjálvstýrisflokkinum.
Kári á Rógvi hevur brett upp erm­ar. Tingmanningin hjá Sjálv­stýris­flokk­inum næsta løgtingsval skal tvífaldast, úr tveimum og upp í fýra.

Happingin
Stóru og sjáldsomu oyrini á Kára vóru funnin fressur hjá hinum skúla­børunum fyrstu skúlaárini. Í náði­leysa skúlagarðinum var hann, sum tað dimma lambið, við jøvnum millum­bil­um mintur á, at hann líktist ikki hinum børn­unum.
Lýsingarorð sum »flúgvaraoyru« og »Dumbo« regnaðu stundum oman yvir gløgga og nærlagda havnardrongin, sum fór keddur til hús.
Kári staðfesti skjótt, at tað tænti ong­um endamáli at taka synd í sær sjálv­um. Hugsunarsami drongurin lærdi at seta spurnartekin við alt, og brád­liga snaraði hann øllum á høvdið. Stóru oyruni vórðu keldan til, at hann fór at undrast storliga.
Tað undraði hann, hví útsjónd hevur so stóran týdning fyri fólk.
Og tá hann fór at skemta við oyr­unum og gera hinum børnunum greitt, at hann skuldi millum annað skriva sær happingina aftan fyri oyrað, var tað ikki eins stuttligt at arga hann longur.
– Eg eri ikki harmur um oyruni. Tey eru frálík, ikki minst at avdúka grunn og ónd fólk, sum ikki síggja innara virðið í menniskjum, sigur Kári á Rógvi.
Lítlibeiggin Heri á Rógvi er 10 ár yngri enn Kári.
Hann lýsir beiggja sín sum heil­hjartaðan og sjáldsaman. Kári hevur ongantíð havt áhuga fyri ítrótti, og tí kundi hann ongantíð erpa sær av at vunnið heiðursmerki í fótbólti og hond­bólti eins og vinmenninir í skúlanum.
– Skúlin hevur ongantíð verið hon­um ein avbjóðing, tí hann hevur loyst uppgávurnar sum einki. Men tað gav honum ikki somu viðurkenning, sum tá hinir høvdu vunnið føroyameistaraheitið í fótbólti. Tá hann fór undir hægri lestur kom hann meira til sín rætt, sigur Heri á Rógvi, og leggur afturat, at Kári hev­ur ongantíð hugsað um siðbundnu før­oysku normarnar, men heldur hevur gjørt tað, hann tímir best.

Framburðsrørslan sum fyrimynd
Kári var sera samansettur sum tann­áringur. Umframt at røkja sínar dagligu skyldur í skúlanum, var hann skóti, var í CISV, og honum dámdi væl at ganga í kirkju og sunnudagsskúla. Tíðin fór hinvegin mest við at fáast við seyð og at lesa bøkur.
Orðaskiftini í samfelagsflokkinum í Hoydølum vóru ofta hvøss og beinrakin. Kári sat í somu hølum sum Ben Arabo, Joel undir Leitinum, Jóannes Jacobsen, Hans Ellefsen, Christian Danielsen, Birgir Kass, Olav Guttesen og aðrir og vardi síni sjónarmið. Lærumeistari var Christian Ihlen. Kári gjørdi manngarð um framburðsrørsluna.
Framburðsfelagið varð stovnað í 1903 við sjónarmiðum um javnstøðu, skúla og búskaparmenning, frælsi og tjóðskap, sum er stóra fyrimyndin hjá Kára. Felagsskapurin er gloymdi upp­runin til føroyskan flokspolitikk, har fram­burðsinnað fólk vóru við, og sum seinni fóru í báðar teir nýggju flokk­arnar í 1906. Sorgarsogan er, sambært Kára, at vit mistu tað savnandi Fram­burðsfelagið, sum fekk fólk vald í 1903 og vann valið í 1905, men syndraðist á valinum í 1906.
– Vit fingu óhepna flokkabýtið, sum hevði við sær, at vit ongantíð fingu rein­an frælslyntan framburðsflokk aft­ur, sigur Kári á Rógvi.
Tjóðveldi hevur ongantíð verið hans­ara rørsla. Republikk og suverenitetur – fullveldi – eru abstrakt navnorð í hans­ara hugaheimi, sum ikki siga honum nakað.
– Eg vil, at vit ráða sjálvi. Vilja danir eiga hatta hálvreligiøsa hugtakið, mugu teir gjarna fyri mær. Men teir skulu gjalda fyri tað. Tá høvi býðst, kunnu vit lýsa okkum óheft fyri at fáa mest møguliga altjóða viðurkenning, men enn er landið ikki førleikament til tess, heldur Kári á Rógvi.
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum er millum hægst útbúnu løgfrøðingarnar í Føroyum. Kári vardi í fjør sína PHD-ritgerð við Háskóla Íslands.
Tað er ofta sagt um løgfrøðina, at hon er turr, keðilig og tung.
Kári á Rógvi tekur ikki reiðiliga undir við tí.
– Justianus er turrur sum mjøl og má sum alt annað skolast niður við øli! So tekur Tonglatummas til. Nei, álvara, turr jura eitt ógvuliga skandinaviskt fyribrigdi. Orsøkin er tann miseydnaða positivisman. Aðrastaðni er lóg­kunn­leiki fakið hjá teimum, sum vilja broyta og betra. Til dømis eru flestu ting­fólkini í USA lógkøn, men tey hava tikið aðra útbúgving fyrst, sum ger teirra løgfrøðingar so fjølbroyttar og førar fyri at loysa landsins vandamál og av­bjóðingar, sigur Kári á Rógvi, og vísir á stóra áhugan fyri jura á Fróð­skapar­setrinum. Jura er viðkomandi fyri meiniga málsviðgeran og borgaran. Um øll kenna lógina, nærkast vit einum veru­ligum fólkaræði, og ikki minst rætt­vísi. Og tá er alt annað keðiligt, sigur hann.

Ikki arrogantur
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum verður ofta skírdur sum gløggi og arro­ganti løgfrøðingurin. Sum akademik­arin, sum tilvitað tosar niður á onnur.
Skoðsmálini og ákærurnar heglaðu oman yvir Kára á Rógvi, tá hann hartaði ein løgfrøðing í umsitingini fyri at hava verið ov óformell, tí løgfrøðingurin byrjaði ein teldupost við at skriva »Hey Kári«. Innihaldið var niðurlátandi boð um, at tingmaðurin kundi ikki orða seg sum hann ætlaði í ávísum tingmáli.
Fleiri hava tikið skemtandi til, at hans­ara oyru eru bara til pynt, tí hann lurtar bara eftir sær sjálvum, og ongum øðrum.
Per Højgaard, samskiftisráðgevi, heldur, at Kári á Rógvi leitar framvegis eftir sínum stíli, og at tað kann vera ør­kymlandi.
Kári á Rógvi kennir seg ikki aft­ur í atfinningunum, at hann er arro­gantur.
– Eg eri ikki arrogantur. Tað er sum við oyrunum. Hini skulu hava okkurt at rópa eftir, tí tey duga ikki at svara mín­um lesarabrøvum. Eg eri í grundini ikki annað enn Pál Joensen. Tað eru helst summi, sum rópa eftir honum, at hann er arrogantur ella okkurt annað. Legg til merkis, at vit noyddust báðir av land­inum at fáa neyðugu venjingina. Føroyingar virða ikki vinnarar, og vit skilja ikki, at rættir vinnarar eru fremst av øllum sera arbeiðssamir. Ikki há­stórir, sigur hann.
Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi hava mannað tingsessirnar hjá Sjálv­stýrisflokkinum í hesum val­skeiðnum. Fyrrverandi formaðurin heldur ikki, at maðurin, sum hevur loyst hann av í formansessinum, er arrogantur.
– Hansara útbúgving ger, at hann hevur ein øðrvísi samskiftishátt. Vit hava sjálvsagt havt sera tætt samband í okkara politiska arbeiði seinastu árini, og eg havi ongantíð upplivað hann sum arrogantan, sigur Kári P. Højgaard.
Heri á Rógvi skilir partvís, hví stóri­beiggin verður stundum lagdur undir at vera hástórur. Kári kundi verið meira greiður í sínum samskifti, sigur hann.
– Kári hevur savnað sær eina rúgvu av vitan, og hansara fakliga støði er sera høgt. Tað er nátúrligt, at hann er øðrvísi, tá hann er frammi alment. Tað er kanska okkurt, hann skal arbeiða við. Men tað hevur einki við arrogansu at gera. Kári vil, at úrslitini tala sína søk. Hann dugir kanska politiska spælið ov illa í so máta, tí hann hevur ikki áhuga fyri at vera populistiskur og selja seg og sín politiska boðskap fyri ein og hvønn prís, sigur Heri á Rógvi.

Seyðamaðurin
Gerandisdagurin hjá Kára kann tykjast einstáttaður.
Hann ferðast dagliga millum snurr­andi myndatól, mikrofonir, rokn­skapar­tøl, hátíðarligar fundir og lógar­upp­skot.
Tá hann ikki er upptikin av ting­ar­beiði, stendur hann framman fyri skúlatalvuni við hvítum kriti í hondini og undirvísir á Fróðskaparsetrinum.
Men tá hann er burtur frá dagliga resinum, dámar honum best at fáast við seyð.
Hann hevur verið hagastýrislimur, og tá Zacharias Wang legði frá sær sum formaður í Óðalsfelagnum, var tað við orðunum ‘vit skulu nú velja formann – eg haldi, vit velja bara Kára.’
– So var eg brádliga oddviti hjá lands­ins moldátarum og knæbøndum, sum okkara øvundarmenn taka til. Eg royni altíð at taka við ábyrgd og taka mítt tørn, men eg royni eisini at takka fyri meg rættstundis. Um fólkaræðið skal rigga, so mugu øll taka um endan í stýrum og nevndum í stovnum, fel­øgum og hjá myndugleikum. Tað
krevur samskipan og samstarvsevni at sita í einum stýri. Tú lærir at skilja millum egin áhugamál og og felags gagn, sigur hann.
Kári er ofta stressaður av tí, sum ikki fæst frá hondini. Hann noyðist stund­um at minna seg á, at hann er ikki í samgongu, ikki í valbólki við sam­gonguna og ikki partur av fíggjar­lógar­semjuni, tí tey fólkini mugu vera nakað so ómenniskjasliga strongd av tí, sum liggur á láni, heldur hann.
Kári gavst sum formaður í Javn­støðunevndini í 2008. Hann er for­maður í Orðabókagrunninum og nevndar­for­maður í Fasta Gerðarætti.

Føroyingar dyrka taparan
Tað hevur mestsum verið bíðað eftir, at Kári á Rógvi setti seg í formansessin í Sjálvstýrisflokkinum. Tað var lagt upp til stríðsval, tá Kári P. Højgaard boðaði frá sínum ynski, at ungi og frísinnaði akademikarin skuldi standa á odda fyri flokkinum til næsta løgtingsvali.
Kári á Rógvi veit, hvørja kós Sjálv­stýrisflokkurin skal halda. Flokkurin stevnir móti framburði, miðvísum sosial­politikki, sum hjálpir teimum óhepnu aftur á føtur, sjálvberandi bú­skapi og upplýstum stýri. Hann heldur, at hini reka bara ørindapolitikk, og tí er Kári skjótur, greiður og hvassorðaður, tá hann verður spurdur, hvat vantar í føroyskum politikki.
– Politikkur! Grikkar kallaðu øll við samfelagsáhuga fyri politikarar, og tey, sum ikki settu seg inn í stjórn landsins, fyri idiotar (egin, sjálvupptikin). Vit krevja ikki av okkara tingfólki, at tey vísa kunnleika til stjórn og dygdir. Vit dyrka heldur taparan og tað lokala um­boðið, sum mest at kalla vinnur ein lutaseðil at ferðast og hugna sær fyri í nøkur ár. Minni skil er á, meira hann tvassar, jú betur. Um hann er falleraður fiska­seljari ella rørleggjari, sum hevur koyrt eina kommunu á heysin, so er alt praktfult. Vit elska ein tapara, sum tykist líka so hjálparleysur, sum vit sjálvi høvdu verið, um vit skuldu stýrt.
Flestu tingfólkini bjóða seg ikki fram, tí tey vilja stýra landinum, men at ganga ørindi fyri fólk og sita í teim­um nevndum, har ørindi kunnu gang­ast. Rómverjar tosaðu um cursus honorum, heiðurs­kósina, at royna at sita stutt í øllum høgum embætum. Tað kann sam­metast við at ganga tær ymsu ódnirnar á fjalli. Tað manglar full­kom­iliga hjá okkum. Flestu tingfólk fyri­reika seg ikki at flyta og átaka sær aðrar sessir, og koma tí ongantíð runt í skip­anini. Hygg at løgmanni, sum nær um ongar viðkomandi royndir hevur, og sum aftur og aftur spælir uppá, at »nú er hann ikki…« – álvaratos! Skiparar mugu søkja sær loðs, um teir ikki kenna far­vatnið, men um teir hava fingið skipara­kjans, so hava teir ábyrgdina, og kunnu ikki sleppa undan henni við at siga, at »nú eri eg ikki navigatørur«. Ert tú á brúnni, so ert tú á brúnni, sigur Kári á Rógvi, sum veit, at hann skal gera skjótt av at vinna flokkin fram, tí allir floksformenn hava sín seinasta søludag.
– Eg livi sjálvur upp á lænta tíð, sigur Kári á Rógvi.


Fakta:
Navn: Kári á Rógvu
Aldur: 37 ár
Familja: giftur við Jóhonnu á Rógvi.
Saman eiga tey tveir synir:
Braga og Brestir. 

• Kári stillaði upp til fólkatingsvalið í 2007, men varð ikki valdur. Hann var fyrstvaldur fyri Sjálvstýrisflokkin á løgtingsvalinum í 2008 við 572 atkvøðum.
• Hann varð settur sum lektari á Fróðskaparsetri Føroya í september 2008.
• Hann er av hægst útbúnu løgfrøðingunum í Føroyum.
• Cand.jur. frá Københavns Universitet í 1998.
• Master of Laws (LL.M.) frá Aberdeen University í 1999.
• Doktari í lóg (PhD), var liðugur við sína PHD-ritgerð, og vardi hana í 2009 við Háskóla Íslands í Íslandi. Ritgerðin hevði heitið ‘West Nordic Constitutional Judicial Review.’
• Umframt løgtingsarbeiðið, undirvísir hann á Fróðskaparsetrinum
• Hann var eisini deildarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini frá 1. februar til 1. november í ár