Tíðindagreining
Anna M. Sørensen
Mynd: Per Marquard Otzen
Politiken vakti ans, tá vit spurdu allar kvinnuligu prestarnir í Danmark um javnstøðu. Tað var heldur ikki løgið, tí svarini avdúkaðu, at danska fólkakirkjan hevur ein undirskóg við manamuni, happing og niðugering mótvegis kvinnuligum prestum. Serliga áhugavert er tað, at leiðararnir í kirkjuni – bisparnir – ikki hava minsta varhuga av, hvat gongur fyri seg, ella taka í øllum førum ikki trupulleikan serliga tungt.
Hetta hava bisparnir nú bøtt uppá, halda teir sjálvir. Á tíðindafundi fyri stuttum tóku teir frástøðu frá happingini og kravdu, at mannligu prestarnir samarbeiddu og lótu vera við at happa. Fínt. Men er tað nóg mikið? Er tíðin ikki búgvin at eftirkanna alla framferð kirkjunar?
Hendingarnar seinastu mánaðirnar vísa jú, at folkakirkjan í stóran mun livir í einari farnari tíð. Einari tíð, tá eingin eftirlýsti frágreiðingum, tí øll vóru samd um at verja sjálvt teir løgnastu hugburðir og siðvenjur. Við tí eina endamáli at halda saman upp á eina kirkju, har stríð av øllum slagi var av tí ónda.
Í 1948 var rumbul, tá Fólkatingið viðtók, at kvinnur eisini kundu verða prestar. Helvtin av prestunum hóttu við at ríma og fingu síðani kroyst nøkur margháttlig serrættindi ígøgnum. Tá tað kom til stykkis, vigaðu tænastubústaðir, almennar lønir og pensiónir meira enn mótstøðan ímóti kvinnuligu starvsfeløgunum. Kortini kravdu teir ávís serrættindi.
Í einari tíð tá fleiri røddir í almenna kjakinum krevja, at danskir muslimar geva ein frágreiðing um tað, sum vit onnur uppfata sum kvinnukúgandi religiøsar siðvenjur, er upplagt at vit eisini hyggja eitt sindur at okkum sjálvum. Eru vit sjálvi lýtaleys á hesum økinum?
Sambært kanningini hjá Politikken er svarið nei. Ótrúliga nógvir kvinnuligir prestar hava upplivað manglandi virðing fyri tí arbeiðið, sum tær gera.
Umframt dømi um beinleiðis neisir í gerandisdegnum, má tað eisini kennast niðurgerandi, at ein bispur higartil hevur loyvt, at mannligir prestar ikki vilja taka í hondina á kvinnuligum starvsfeløgum, tá hesar verða innsettar. At tað framvegis verður góðtikið, at mannligir prestar ikki vilja standa við altarið ella nema við somu Bíbliu sum ein kvinna í prestakjóla. Og at ein lóg frá 1978 framvegis loyvir meinigheitsráðum at frávelja kvinnuligar prestar.
Alt hetta við ávísing til at 10 til 15 prosent av mannligu prestunum hava eitt so tætt samband við apostulin Paulus, at teir halda, at hansara 2.000 ára gamli hugburður til kvinnur framvegis eigur at ráða. Paulus helt ikki, at kvinnur kundu vera »lærarar«, tað vil siga prestar, og at tær annars áttu at tiga í meinigheitini.
Tað er ein útbreiddur hugburður í fólkakirkjuni – eisini millum kvinnuligu prestarnar – at rúmd innan kirkjuna er virðismikil – hóast kvinnuligu prestarnir eru ósamdar, um tað skal vera pláss fyri ovurvíðgongdu mannligu prestarnar. Hinvegin stendur restin av samfelagnum undrandi um støðuna í fólkakirkjuni.
Tað kann gott vera, at tað er í lagi, at kirkjan er rúmlig, og at tað eisini skal vera pláss fyri teim monnum, sum ikki halda, at tað skal vera pláss fyri kvinnum. Men leiðsla fólkakirkjunar skyldar almenninginum eina frágreiðing um hví. Tað er ikki longur nóg mikið bara at vísa til gamlar siðvenjur, og at kirkjan ikki má fara í tvíningar. Tí hví ikki, tá partar av kirkjuni eru púrasta afturúrsilgdir í samband við javnstøðu.
Fólkakirkjan kann gott venja seg við at svara heilt rationellum spurningar um sínar heilt órationellu siðvenjur. Hetta verður uttan iva torført fyri kirkjuna at venja seg við, men her gerst ikki annað. Tí um samfelagið ikki skilir ella tekur undir við tí, sum gongur fyri seg, so er jú ikki longur talan um eina fólkakirkja, sum ein kvinnuligur prestur orðaði tað herfyri.
Kanning okkara vísir, at 45 prosent av kvinnuligu prestunum halda, at kynjamismunurin er ein innanhýsis trupulleiki hjá kirkjuni, sum má viðgerast og loysast innanhýsis. Men hvat merkir orðið »innanhýsis«, tá 82 prosent av borgarunum eru limir í fólkakirkjuni og gjalda kirkjuskatt? Sjálvandi hava limir loyvi at hava eina støðu og at blanda seg. Tað er í roynd og veru ein gomul donsk siðvenja. Vanliga nevnd demokrati.