Vit eiga at brúka oljuna at kroysta norðmenn við

­ Vit skulu krevja betri sømdir frá norðmonnum í fiskivinnumálum, afturfyri at norskar fyritøkur kunnu fáa sømdur í eini møguligari, føroyskari oljuvinnu

­ Føroyingar fáa ongar sum helst sømdir frá norðmonnum á fiskivinnuøkinum.

­ Tvørturímóti vísa teir enntá størri illvilja ímóti okkum, en nteir vísa ímóti øðrum.

­ Hví skulu vit so geva norðmonnum sømdir í eini møguligari oljuvinnu í Føroyum.

Jákup Sólstein, formaðurin í Føroya Reiðarafelag, er sera illa nøgdir við ta viðferð, føroyingar fáa frá norðmonnum á fiskivinnuøkinum.

Hann heldur, at vit fáa so ringa viðferð frá norðmonnum, at tað er neyðugt hjá okkum at brúka øll argument, vit hava fyri at fáa betri sømdir frá norðmonnum.

Tí heldur hann, at vit eiga at gera norðmonnum greitt, at taka teir ikki betri partar fyri seg í fiskivinnusamstarvinum við føroyingar, skulu norskar fyritøkur heldur ikki rokna við at fáa nakrar serligar sømdir frá føroyingum í eini møguligari oljuvinnu her.


Fara illa við føroyingum

Jákup Sólstein sigur, at norðmenn hava altíð verið harðir ímóti føroyingum.

Men tað er serliga seinasta hendingin, tá ið teir herfyri ikki vildu sleppa Sverra Ólasyni at fiska undir Noregi av eini kvotu, føroyingar áttu, sum hevur lopið ilt í formannin í Reiðarafelagnum.

Táið Sverri Ólavson ætlaði sær undir Noreg at fiska av føroysku kvotuni har, noktaðu norðmenn honum at fiska, tí skipið hevði fiskað í Smoguni tá ið íslendingar áttu hann.

So gjørdi tað ikki mun, at tað nú vóru tað føroyingar, sum áttu skipið.

Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at hann krevur ikki, at norðmenn skulu geva føroyingum nakað fyri einki.

­ Men sannleikin er, at teir hava altíð verið sera tvørir at hava við at gera, og hava víst ein illvilja ímóti okkum, sum teir ikki vísa ímóti øðrum tjóðum.

­ Tí sannleikin er, at samstundis, sum norðmenn noktaðu Sverra Ólavsyni t fiska, vísir tað seg, at bera væl til at lata týskar trolarar sleppa undir Noreg at fiska, hóast hesir hesir somu týsku trolarar eisini eru keyptir úr Íslandi og hóast teir eisini hava fiskað í smoguni, táið íslendingar áttu teir.

­ Somuleiðis hava norðmenn eisini keypt fyrrverandi Smogu-trolarar úr Íslandi og teir sleppa eisini at fiska.

Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at hann veit ikki, hvørjar sømdir vit eiga at krevja frá norðmonnum.

­ Men vit eiga í hvussu so er at krevja somu sømdir sum Týskarar.

­ Og táið týskarar kunnu sleppa at fiska undir Noregi við Smogu-trolarum, teir hava keypt úr Íslandi, skuldi tað sama verið galdandi fyri okkum.

Men táið til stykkis kom, fekk Sverri Ólavson altso durafjórðingin, men týsku trolararnir vorðu bjóðaðir inn um.

Jákup Sólstein sigur, at hann dugur bara at finna eina frágreiðing uppá, hví norðmenn settu Sverra Ólavson á svartalista, men lótu teir týsku trolararnar sleppa inn um:

­ Teir tora ikki at seta seg uppímóti stóra, máttmikla Týsklandi við øllum ES í rygginum. Tá er lættari at knúlva eina smátjóð sum okkum.

Annars heldur hann, at tað er heilt óhoyrt at seta eitt skip á svartalista.

­ Tú kanst seta ein reiðara, ella eitt land á svartalista, men ikki eitt skip.


Brúka olju at trýsta við

Formaðurin í Reiðarafelagnum er so argur inn á norðmenn, at hann heldur, at føroyingar eiga eisini at seta norðmonnum krøv, har vit kunnu.

­ Higartil hevur samstarvið ímillum okkum og norðmenn bara verið um fisk.

­ Vit eiga at at víðka hetta samstarvið til at fevna um onnur øki eisini, t.d. um eina møguliga oljuvinnu í Føroyum.

­ Nú oljuvinnnan stendur fyri durum, eru norðmenn eisini av álvara uppi í kappingin um at sleppa framat trognum.

­ Men eg veit ikki, hví teir skulu halda tað vera so sjálvandi, at norskar fyritøkur skulu sleppa framat oljuni í Føroyum, samstundis sum teir vísa slíkan illvilja ímóti føroyingum á fiskivinnuøkinum, sum teir gera.

Hann sigur, at føroyingar heilt avgjørt eiga at gera norðmonnum varugar við, at taka teir ikki annað skinn um bak, skulu norskar fyritøkur heldur ikki vænta sær nakrar sømdir í eini komandi, føroyskari oljuvinnu.

Men hann sigur, at skal nakar gera tað, má tað verða landsstýrið.

Hann leggur afturat, at málið er ikki umrøtt í reiðarafelagnum.

Og hann veit heldur ikki, um felagið fer at heita á landsstýrið um at taka oljuna í brúk sum vápn at kroysta norðmenn við.

Men hann heldur heilt avgjørt, at hetta er eitt mál, sum vinnufeløgini á sjónum eiga at taka upp.

Hann heldur, at tað hevði ikki verið órímiligt, at oljan kom at viga eitt sindur í samstarvinum við norðmenn.

Vit eru nú komnir í tað støðu, at norðmenn hava minst líka stóran áhuga í at halda seg væl við føroyingar, sum vit hava at halda okkum væl við teir. Og tann møguleika eiga vit at brúka.

Sjálvur hevur hann onkuntíð borið hetta fram tá ið hann hevur hitt norðmenn privat.

Men hvørja viðmerking hann hevur fingið frá norðmonnum, vil hann ikki út við.