Í 2010 fekk Hvalbiar kommuna eitt uppskot gjørt til eina alternativa linjuføring til nýggjan hvalbiartunnil.
Uppskotið, sum J&K Petersen gjørdi, er lagt inn í viðheftu mynd og kann annars síggjast á heimasíðuni hjá Hvalbiar kommunu, www.hvalba.fo
Mett varð, at hetta uppskot fer at kosta umleið 150 miljónir krónur at fremja í verki.
- Hetta uppskot hevur við sær, at tunnilin kemur at liggja væl lægri í fjallinum. Hetta hevur við sær nógv minni kavarudding - og at CO2-útlátið verður munandi minni.
Nú spurningurin hevur verið frammi, hvussu ein nýggjur hvalbiartunnil skal liggja, heldur Hvalbiar kommuna, at hugsað eigur at verða longri enn um dagsins tørv.
- Hugsað eigur eisini at verða um, at hesin tunnil í framtíðini skal verða ein partur av farleiðini millum Suðuroynna og meginøki, sigur Hvalbiar kommuna.