-Vit eiga at minnast dupulta

-Tað er ógvuliga týdningarmikið, at kristniboðskapurin stongir seg inn gjøgnum sjálvt teir tjúkkastu fongsulsmúrarnar, tí vónin er týdningarmikil. Tað er týdningarmikið at siga, at tað er ljós, sjálvt um heimurin er myrkur. Dupulta kærleiksboðið ?ger móti næsta tínum soleiðis sum tú kundi hugsað tær, at hann gjørdi móti tær? er ein sera grundleggjandi boðskapur hjá Jesusi, eisini nú vit halda jól sigur Ólavur Rasmussen, sóknarprestur

Prestaprát undan jólum
Orð og myndir:
Jan Müller


2. sunnudagur í advent var ein serligur dagur fyri prestafeðgarnar, Petur Martin Rasmussen og Ólav Rasmussen. Henda dagin varð fyrsta langabbadóttir og abbadóttur teirra doypt í Havnar kirkju. Tað var so tann yngri av prestunum, sum hevði prædikuna henda sunnudagin og tí eisini dópin. Hon varð doypt Óluva Johanna Jørginsdóttir Enghamar, eitt navn, ið gongur aftur í báðar ættir og í bæði kyn langt aftur í tíðina.

Ólavur, sum í dag er prestur í Hvalba, legði sær leiðina til Havnar henda sunnudagin. -Beinta, dótturin, vildi, at eg skuldi doypa abbadóttrina. Danski presturin í Dómkirkjuni segði við meg, at tað var gamaní at fáa kirkjuna og at eg skuldi gleða meg til at sleppa at doypa abbadóttrina, tí tað upplivilsi at doypa síni abbabørn, hevði hann sjálvur havt, og tað var fantastiskt. Og tað var ein stór løta, stuttlig og rørandi leggur Ólavur aftrat.

Faðirin, Petur Martin, sum hevur eitt langt lív sum prestur aftan fyri seg, varð eisini í Dómkirkjuni henda minniliga dag, nú fyrsta langabbadótturin skuldi doypast.

Hetta høvið gav okkum møguleika at seta tveimum prestaættarliðnum stevnu at tosa um kristindóm, jól, eyðmýkt, frelsu, fordøming oma. Vit spurdu Petur Martin, ið herfyri fór frá sum prestur á Tvøroyri, hvussu tað kenst at lýða á prædiku hjá soninum, tá man sjálvur hevur lagt prestakragan!

-Tað er hugaligt, og eg havi ikki skomm av honum. Og so duga teir yngru prestarnir nakað, sum vit eldru prestar ikki duga - at fáa sagt tað meira viðkomandi til fólk. Teir hava arbeitt meira við tí. Vit kanska arbeiddu meira við teimum gomlu bíbilsku málunum.

Hvat er ein góð prædika!
Petur Martin hevur verið prestur í 40 ár og heldur fyri, at teir eldru prestarnir hava lært nógv gjøgnum eitt langt lív. Ein høvuðskjarnin í prestayrkinum er væl prædikan. Men hvat er ein góð prædika:

Petur Martin: -Fólk skulu gjarna fara eitt sindur glaðari út úr kirkjuni, enn tá tey komu í kirkju, tí tey fáa at vita nakað, sum tey kunnu taka út við sær í gerandislívið. Nú er tað ikki undirvísing vit hava fyri, men tað er ein boðskapur, sum tey koma at bera við sær út aftur í lívið til og millum síni medmenniskju.

-Er tað soleiðis, at fólk kanska skulu kenna seg frelst, tá tey fara út aftur úr eini kirkju, ella er tað meira tað at hava lært nakað ella fingið nakað at hugsas um?

-Tað er ikki lærarafunktiónin og heldur ikki hitt. Eg skal ikki broyta nakað menniskja. Líkamikið, hvør tað er, sum kemur í kirkju, skulu tey fáa ein boðskap, og so mugu tey sjálvi um, hvat tey gera við hann, nær sagt. Men tey skulu gjarna fáa okkurt at hugsa um.

-Tað eru tey, sum siga, at kirkjurnar eru vorðnar so óviðkomandi og prædikurnar so keðiligar, at fólk lata seg heldur draga av samkomum, har talararnir tosa um frelsu og fortapilsi.

-Tað skal eg ikki leggja meg út í. Tað er so ikki mín stílur. Eg skal bera henda boðskapin, og eg kann ikki gera meira. So mugu Várharra og tey sjálv um restina.

-Hvat er tá fyri teg tann týdningarmesti boðskapurin?

-Nú fara vit at halda jól. Men eg haldi ikki, at vit í Vesturheiminum duga so væl at halda jólaprædikur. Tað eru nokk tey í eystureuropeisku kirkjunum, sum duga tað. Har hava jólini meira at siga. Jólaboðskapurin er, at Gud blívur menniskja sum eitt annað menniskja ímillum menniskju. Vit duga betri at halda páskaprædikur. Jólahaldið her hjá okkum er eitt sindur yvirgearað, og viðhvørt gongur tað ov nógv uppá tað hugnaliga. Tað er ikki altíð líka hugnaligt her í lívinum. Og tað skal eisini kastast ljós inn yvir skuggasíðurnar. Tey mennniskju, sum liva á skuggasíðunum, skulu eisini hoyra henda boðskapin. Boðskapurin er eisini til teirra.

Jól og páskir
-Skuldi tú tikið samanum tað besta frá øllum tínum prædikum gjøgnum eitt langt lív sum prestur, hvussu vildi tann prædikan ljóðað?

-Eg kundi hugsað mær at lisið Jólaevangeliið og Páskaevangeliið. Páskirnar eru grundhátíðin, og páskir fóru tey at halda beinanvegin aftaná alla Jesushendingina. Tað gingu 300 ár, áðrenn tey fóru at halda jól. Tað var ein serlig hending í kirkjusøguni, sum gjørdi, at Jesus bleiv avskrivaður sum eitt spøkilsi, sum ikki hevði nakað samband við hesa jørð. Og so fóru teir at leita eftir føðingardegnum, sum teir ongantíð funnu. Men so valdu teir hesa gomlu heidnu jólahátíðina, sum varð hildin, tá sólin kom uppaftur á himmalin. Eg haldi, at tað er eitt frálíkt val, so tað er ikki av ongum, at vit tendra nógv ljós á jólum, og vit hátíðarhalda jólini.

-Hvat metir tú so at vera kjarnan ella boðskapin í Jóla- og Páskaevangeliunum?

-Hann er tann sami, tá samanumkemur. Hann er lív og deyði. Og tað er jú okkara egna lív. Eg eri so oftani freistaður at endurgeva Grundtvig. Ein týskur heimsspekingur vitjaði hann og tosaði um mótsetningarnar her í verðini, og Grundtvig segði, at hann hevði bara eitt sett av mótsetningum, og tað er lív og deyði. Vit liva hetta lívið men við deyðanum fyri eygað. So hevur onkur sagt, at skulu vit doyggja eisini, so er ikki vert at liva, og tað er sikkurt rætt eisini.

Hvat heldur Petur Martin so um kirkjuna og kristindómin, sum tey virka her á landi í dag - hava vit ein sunnan og góðan kristindóm?

-Nú havi eg verið prestur so leingi, at eg havi upplivað fólk undir møguligum og ómøguligum umstøðum. Tú møtir fólki við ymiskum fortreytum. Summum fólkum væntar man nakað av og øðrum væntar man sær einki av. Men har havi eg mangan verið positivt bilsin av menniskjum, sum man kanska ikki hevði væntað sær so nógv av. Man kann ikki gera við, at man ger sær eitt bílæt av menniskjum. Og har man ikki hevði væntað sær nakað, har finnur man gullið, tá man er saman við teimum, kanska til ein barnadóp, kanska til eina jarðarferð ella til brúdleyp. Fólk, sum kanska ikki eru so oftani í kirkju, bera seg tá at sum, at hetta er teirra kirkja, og tað er tað jú. Tað kann bara gleða ein.

-Tey menniskju, sum ikki hava halgað stóran part av lívi sínum til kirkjuna ella kristindómin, fara tey fátækari og sum ringari menniskju í grøvina enn tey, sum hava halgað sítt lív til trúnna á Jesus og sum kenna seg frelst?

-Skal eg svara ja ella nei, so sigi eg nei. Men tað vita vit einki um. Og tað kemur okkum heldur ikki við rætt og slætt. Vit skulu bera henda boðskapin víðari. Tað, sum so kemur burtur úr, er ikki okkara søk.

Tað má vera viðkomandi
Hvat heldur tann yngri presturin, sonurin Ólavur, hevur størst týdning at fáa fram í eini prædiku?

-Eg eri púra samdur við pápa. Tað, sum er tað týdningarmesta fyri meg, er, at fólk, sum eru í kirkjuni og lurta eftir prædikuni, kenna seg aftur í tí, sum verður sagt. Tí eg havi sjálvur verið í kirkju og hoyrt onkran prest prædika, sum verður sagt sigur mær lítið, tí eg kenni tað ikki aftur. Eg kenni tað sum at tað verður tosað um okkurt sum er rættiliga óviðkomandi fyri gerandislívið.

-Meinar tú harvið, at man eigur at taka gerandisdagin meira inn í prædikuna, heldur enn at leita ov langt aftur til tað gamla t.d. bíbilska Ísrael?

-Ja. Skal tú tosa um tað grundleggjandi í kristindóminum, so má tað vera viðkomandi, ella er tað líkamikið. Tað nýtist ikki at merkja, at tú kastar allar traditiónir frá tær. Traditiónin verður borin inn í okkara samfelag og verður aktualiserað í eini góðari og viðkomandi prædiku. Prædikan nýtist ikki at vera bara um samfelagsspurningar. Hon kann eisini snúgva seg um títt egna lív. Eg trúgvi, at øll menniskju, sum eru komin til árs, kenna til brot í lívinum, til ein longsul eftir at finna eina meining í øllum ella kanska at fáa eitt herðaklapp. Tí fólk sita mangan og kanska fordøma seg sjálv. Tað kann vera tann ringa samvitskan yvir ting, sum kanska eru oyðiløgd í eins egna lívi. Tað kann vera ein, sum hevur mist sera nógv. Tað kann vera kærleikin, sum er brotin. Tú følir teg kanska sum ein svíkjara, ja tað kann vera so nógv. Har haldi eg tað er týdningarmikið, at kristinboðskapurin sigur við teg eisini, at hatta er fortíðin. Og skal tað vera nøkur meining í tí, at Jesus doyði á Krossinum, nú pápi tosar um Páskaevangellið, fari eg sitera ein týskan teolog, Dorethe Sølle, ið hevur samanfatað allan boðskapin í einum setningi: Jesus legði deyðan aftur um bak, og framman fyri teg liggur lívið. Í tí býr sera nógv, at tú kanst sátta teg við tað, sum er farið, men tú fer við uppreistari pannu út aftur úr kirkjuni.

Jesus størsti humanisturin
-Nú eru ymsar meiningar um, hvussu langt ein prædikantur skal fara í síni prædiku og gerningi. Tað eru tey, ið halda, at fremsta uppgávan er at frelsa menniskju. Onnur halda kanska, at tað er uppgávan at prædika rætta moralin út frá kristindóminum, hjá summum út frá Gamla Testamenti, hjá øðrum út frá Nýggja Testamenti. Hvussu sær tú hetta?

-Eg havi hug at siga, sum onkur annar hevur sagt, at grundleggjandi prædikar tú moral fyri tey menniskju, sum tær ikki dámar. Fyri menniskju tú heldur av, prædikar tú ikki moral. Tú kanst siga nøkur vónandi klók orð um lívið og mótsetningarnar í lívinum, men tað við moralinum haldi eg eri sera viðbrekið. Tí at tann, sum situr og lurtar eftir eini prædiku, er greiður yvir, hvar markið gongur fyri ein sjálvan. Tað er ikki mín uppgáva at seta tað markið. Ta virðingina má ein hava fyri medmenniskjanum.

Og Ólavur heldur fram: -Nú tað verður tosað um humanismu og kristindóm verður tað sett upp sum ein fullkomin mótsetningur. Tað skilji eg als ikki. Í míni verð hanga humanisma og kristindómur ógvuliga nær saman, og eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakar mótsetningur, tí tann størsti humanisturin, sum hevur gingið á fold eftir mínum tykki, er Jesus sjálvur. Hann tordi at seta seg til borðs saman við teimum, ið øll kallaðu syndari - tí útstoytta. So man veit ikki, hvussu ringt tey sjúku høvdu tað tá, tí tey vóru dømd syndarar. Tey vóru sjúk, tí tað var ein hevnd frá Gudi. Har vendi Jesus øllum á høvdið og setti seg saman við teimum fyri at geva teimum endurreisn.

-Duga prædikumenn her hjá okkum nóg væl at útleggja tann partin av boðsskapin har Jesus tosar um at venda hin hjálkan til?

-Tað haldi eg ikki. Tí tá skuldu vit verið sum hann. Og tað eru vit ikki. Vit vita eisini, at heimurin politiskt er skrúvaður soleiðis saman, at skuldu vit altíð vent hin hjálkan til, merkti tað kanska, at vit gingu til grundar øgiliga skjótt, tí heimurin er margfaldur. Her er nógvur harðskapur. Nógv vápn. Tú kanst gera av við nógv, eisini heimin. Men eg vil pástanda, at tú kanst ikki gera av við boðskapin. So kemur tað aftur til, hvat tú tá brúkar boðskapin til. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at boðskapurin stongir seg inn gjøgnum sjálvt teir tjúkkastu fongsulsmúrarnar, tí vónin er týdningarmikil. Tað er týdningarmikið at siga, at tað er ljós, sjálvt um heimurin er myrkur.

Dupulta kærleiksboðið
-Nú hava vit túsundstals útleggingar og tulkingar av boðskapinum og Bíbliuni. Hvat er er í tíni verð tann mest einfalda og týdningarmesta tulking av kristniboðskapinum - fyri øll?

-Hatta er ein ógvuliga stórur spurningur. Eg havi hug at siga, at tað dupulta kærleiksboðið er sera grundleggjandi: ger móti næsta tínum soleiðis sum tú kundi hugsað tær, at hann gjørdi móti tær. Tað er ein sera grundleggjandi boðskapur hjá Jesusi og ein ógvuliga radikalur boðskapur.

-Religiónirnar eru nógvar. Hvat er tað besta Kristindómurin kann tilføra øðrum religiónum og fólkum við aðari trúgv?

-Tað verður prædikað ógvuliga nógv í Føroyum. Eg eri kanska eitt sindur næsadjarvur, tá eg sigi, at tað minnir eitt sindur um eitt muslimskt land, tá vit koyra útvarp og sjónvarp frá, soleiðis sum tað verður prædikað og oftani rópt nógv. Tað er ikki tað týdningarmesta vit kunnu geva øðrum, men virðingin fyri medmenniskjanum er tað týdningarmesta vit við Kristindóminum kunnu geva øðrum religiónum og fólkum.

-Tað er ikki óvanligt, at prædikumenn innan og uttan fyri kirkjugátt brúka stóran part av sínum prædikum at siga fólki, at góðir gerningar og næstrakærleiki er ikki nokk fyri at liva upp til boðskapin. Mest umráðandi er sjálv trúgvin á Jesus og Gud.

-Tað er ringt at gera seg klókan uppá, hvat teir gomlu føroyingarnir hgusaðu, og eisini tá vit í dag tosa um tann gamla kristindómin. Men gamli kristindómurin er ikki bara gamal. Hann er eisini spildurnýggjur. Tí tann gamli hugburðurin er eisini galdandi millum mong kirkjufólk. Um tey ganga í kirkju oftani ella sjáldan er líkamikið. Er tað bara ein spurningur um góðgerðir, so eri eg samdur. Men tá eg nevni tað dupulta kærleiksboðið liggur eisini nakað djúpari í tí. Er tú sjálvur í eini neyð, og tann neyðin er privat og persónlig, men tú hevur eina kenslu av, hvør neyðin er ella tú veit, hvønn tú leingist eftir, tá haldi eg, at tann dupulti kærleiksboðskapurin sigur tær somikið, at líka mikið, hvussu útstoyttan tú sjálvur kennir teg, so er tú, um eg so má siga, góðtikin av Jesus pápa. Tað er týdningarmikið at fáa sagt.

Fordómar og intoleransa
-Hvat er tað besta aðrar religiónir kunnu tilføra Kristindóminum, um vit ganga út frá, at Kristindómurin ikki er fullkomin, alvitandi og almáttugur? Hvat hava kristin trúgvandi fólk at læra av øðrum trúgvandi fólkum? Her hugsi eg m.a. um toleransu, virðing, sosialt rættvísi ol.

-Hatta er ein ómetaligar ringur spurningur at svara. Mín persónliga áskoðan er, at vit øll liva við fordómum. Fordómar og intoleransan eru kanska tað vit menniskju hava mest til felags, og er kanska tann størsta religiónin, sum finst. Har er tað sera týdningarmikið, at Kristindómurin vísir toleransu. Tað finnast nógvar hinduistiskar religiónir. Gandhi varð spurdur um hetta sama. Hann segði nakað líknandi: at mín átrúnaðarliga áskoðan er tann, at um eg fann eitt barn á gøtuni, sum varð foreldraleyst og eg skuldi fostrað tað upp og eg fann fram til, at tað var kristið, so hevði eg fostrað tað upp sum eitt kristið menniskja. Var tað muslimskt, so hevði eg fostrað tað upp sum eitt muslimskt menniskja.

Onkursvegna at vit eru øll skapað í Guds mynd, hóast vit ikki bera okkum at soleiðis. Vit koma ikki longur. Pápi var eisini inni á tí. Tað er so ótrúliga frekt onkursvegna at gera seg klókan uppá, hvat hendir, tá vit doyggja.

-Hvat meinar tú við?

-Td. at tað hongur ein fordøming yvir menniskjum, um tey ikki gera so ella so. Ístaðin fyri at siga, at hatta lati eg til Várharra at avgera. Eg hevði ongantíð kunnað reist meg upp og sagt, at ein, sum hevur eina aðra trúgv, endar á einum vissum stað, tá hann doyr, tí tað havi eg ongan rætt til. Veit at eg eri inni á nøkrum sera viðbreknum, sum fyri mong kristin ella sokallað kristin ljóðar kanska blasfemiskt, men tað gerst ikki við.

Petur Martin:
-Tá tosað verður um trúgv mugu vit minnast til, at tað eru tvey ting, sum hanga saman: tað er trúgv og tað lívið tú livir. Ein trúgv á Jesus Kristus, sum ikki hevur fylgir fyri samlívið við medmenniskjuni, er luft. Tað kunnu vit sannføra okkum um við at lesa t.d. Paulusar brøvini. Hann byrjar øll brøvini uttan undantak við at prædika Kristus. Í seinnu helvt kemur so avleiðingin av tí, sum er kærleiksboðið. Uppá tann mátan hanga tey saman. Tað ber ikki til at rópa upp um trúgv og so einki meir.

-Um vit nú venda spurninginum, ber tað so til at liva upp til næstrakærleiksboðið men ikki trúgva. Er tað luft?

-Tað eru jú konkret ting. Tað eru menniskju, ið ikki eru kristin, sum siga, at tey ikki eru tað, men sum brúka sítt lív til frama fyri síni medmenniskju. Men tekur tú onnur, sum hava brúkt sítt lív til at hjálpa øðrum menniskjum, so gera tey tað nettupp út frá eini kristnari trúgv. Kann nevna Móður Theresu, Albert Sweitzer, sum vóru trúgvandi fólk men sum eisini brúktu sítt lív at hjálpa øðrum. Man kann eisini brúka gerningarnar til at gera seg upp við. Man kann eisini brúka trúnna til at gera seg upp við. Men tey mugu hanga saman ella hevur tað einki við Kristindóm at gera.