Vit eiga at seta bankunum krøv og treytir

PENGAR Danska brúkararáðið heldur, at danir eru alt ov lagaligir, tá teirra bankar hækka ómaksgjøldini ella eitt nú húsarentuna, tí tað kann loysa seg væl at mótmæla

Árni Joensen

Fólk mótmæla ikki, og tað er við­virk­andi til, at fólk rinda meiri í krepp­u­tíð­um, tí tað er tá, at bank­ar og aðr­ir pen­ing­a­stovn­a­r leggja eyka út­reiðsl­ur á við­skift­a­fólk­ini. Hetta er kom­ið týð­i­liga til sjónd­ar teir sein­astu tríggj­ar mán­að­ir­nar, tí í hes­um tíð­ar­skeiði hava 60 av 122 donsk­um bank­um hækk­að rent­una á hús­a­lán­um, nýtslu­lánum og lønar­kre­ditt­um.
Vagn Jelsøe, sum er deild­ar­leið­ari í bú­skap­ar­ráð­num, sig­ur við danska kring­varpið, at fólk skulu ikki vera bang­in fyri at seta sín­um banka krøv.
– Eg haldi, at fólk eiga at gera sær størri ó­mak av at sam­an­bera til­boð­ini frá teim­um ymsu banku­num fyri at vita, um onk­ur banki kann bjóða lægri út­láns­rentu og minni ó­maks­gjøld enn teirra egni, sigur Vagn Jel­søe. Sjálv­ur hev­ur hann sam­an­bor­ið til­boð frá fýra bank­um og spurt seg fyri í bank­u­num, og tað gev­ur úrs­lit, sig­ur hann.
– Tú skalt siga við bank­an, at bank­in hin­u­meg­in veg­i­­­n hev­ur giv­ið tær eitt betri til­­boð, og spyr so, um tín banki kann geva eitt líka gott ella betri tilboð. Eg havi roynt tað, og tað gevur úrs­lit, sig­ur Vagn Jel­søe. Hann legg­ur aft­ur­at, at tað kann ger­ast dýrt at vera laga­lig­ur í­móti bank­u­num, tí er eing­in kapp­ing, kunnu bank­ar­nir hækka sín­ar prís­ir, sum teim­um lyst­ir. Men seta brúk­a­r­ar­nir spurn­ar­tek­in við tað, sum bank­ar­nir gera, so er eing­in ivi um, at tað fær eina ja­liga á­virk­an á prís­ir­nar, sig­ur deild­ar­leið­ar­in danska brúk­a­r­a­ráð­num.