Vit eiga at siga sáttmálan upp

Tað einasta rætta er at siga sáttmálan upp, sigur Ingeborg Vinther í Føroya Arbeiðarafelag

Sáttmálasamráðingar

? Eg haldi, at tað er rætt at siga sáttmálarnar upp.
Tað sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðafafelag.
Og tað fer Føroya Arbeiðarafelag eisini at gera.
Sáttmálin við arbeiðsgevararnar gongur út 30. apríl og sostatt skulu samráðingar verða við arbeiðsgevararnar um nýggjan sáttmála.
Ingeborg Vinther sigur, at spurningurin er umrøddur á kjakfundi í Føroya Arbeiðarafelag og har var full semja um at sáttmálin skuldi sigast upp.
Tað var eisini semja um, at Føroya Arbeiðarafelag skuldi kanna møguleikan fyri at øll arbeiðarafeløgini í felag fara til samráðingar við arbeiðsgevararnar .
Ingeborg Vinther heldur, at tað er rætt at siga sáttmálan upp hvørja ferð.
? Vit gera tvey ára sáttmálar. Tað er tí at ætlanin er at hann skal sigast upp og dagførast, hvørja ferð eitt sáttmálaskeið er úti. Tá ið vit gera tvey ára sáttmálar, er tað sjálvandi tí at tað er ætlanin, at hann skal sigast upp, tá ið sáttmálaskeiðið er úti.
Ingeborg Vinther sigur, at tí hevur Føroya Arbeiðarafelag altíð sagt sáttmálan upp.
Ingeborg Vinther hevur ikki stórvegis viðmerkingar til at Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag hevur gjørt av ikki at siga sáttmálan upp.
?Men tað kann tulkast sum eitt tekin um veikleika og tað kann verða óheppið, sigur hon.
Hon er heldur ikki samd í grundgevingini hjá arbeiðsmonnunum í Klaksvík. Formaðurin í felagnum heldur, at teir stúra fyri arbeiðsplássunum og at teir tí ikki vilja leggja trýst á lønina. Tað er orsøkin til, at teir ikki vilja siga sáttmálan upp.
? Sáttmálasamráðingar snúgva seg ikki bara um løn.Tað eru nógv viðurskifti í einum sáttmála, sum bøtast kunnu um og tað er ikki alt, sum kostar arbeiðsgevarunum so nógvan pening, sigur Ingeborg Vinther
Men hvørji krøvini verða frá verkamannafeløgunum hesuferð, veit Ingeborg Vinther ikki, tí tað hava feløgini ikki viðgjørt enn.

Øll ikki tikið støðu
Í Føroyum eru fimm arbeiðarafelag, sum hava sáttmálar við arbeiðsgevararnar: Arbeiðsmannafelagið og Arbeiðskvinnufelagið í Klaksvík, Arbeiðsmanna og Arbeiðskvinnufelagið í Havn og Føroya Arbeiðarafelag.
Sum sagt, fara menninir í Klaksvík ikki at siga sáttmálan upp. Hinvegin fer Føroya Arbeiðarafelag at gera tað.
Og í blaðnum týsdagin segði formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Hans Joensen, at limirnir, sum vóru møttir á aðalfundinum leygardagin, tóku fult undir við, at sáttmálin verður sagdur upp.
Í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag hevur aðalfundurin givið nevndini heimild at gera av um sáttmálin skal sigast upp, ella ikki. Men tað hevur nevndin ikki tikið støðu til enn.
Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur ikki tikið støðu til sáttmálan enn, men forkvinnan, Vígdis Johannesen, væntar, at hann verður sagdur upp.