Seinasta vikuskiftið var stór sjónleikarstevna í Havn. Hetta var árliga sjónleikarstevnan hjá Meginfelag Áhugaleikara Føroya, sum í gjár hevði 20 ár á baki. Havnar Sjónleikarfelag var vertur. Í sambandi við stevnuna, sum savnaði nógv fólk, var ein íslendskur sjónleikarbólkur á vitjan.
Sjónleikarstevnan vardi í tveir dagar. Leygardagurin varð settur av til sýningar, leikbrot og veitslu. Fríggjakvøldið var pallborðsfundur, har evnið: "Er sjónleikurin, sum hann er, førur fyri at klára tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman" var til umrøðu. Við pallborðið sótu umboð fyri MÁF, Leikarafelag Føroya, Leikpall Føroya, Undirvísingar- og Mentamálastýrið, og Tórshavnar býráð. Hesi vóru Árni Joensen, Poulina Joensen, Laura Joensen, Signar á Brúnni og Klæmint Olsen.
Menningarmøguleikar til staðar
Sum landsstýrismaður í mentamálum viðgekk Signar á Brúnni á pallborðsfundinum, at umstøðurnar hjá leiklistafólki at virka undir í Føroyum ikki eru nóg góðar.
- Hetta er spell, tí økið, sum verður umboðað av sjónleikinum, er týðandi partur av mentanarlívi okkara. Í fólki okkara eru menningarmøguleikar til staðar, eginleikar, ið ikki altíð eru nýttir til fulnar, men sum eiga at sleppa at mennast og búnast. Eitt av høvuðsmálunum við mentapolitikki, ið veruliga skal verða listini at gagni, má vera at fáa fram skapandi gávur hjá fólki, og at geva hesum gávum góðan gróðrarbotn, sigur Signar á Brúnni.
- Hetta rann mær í huga, tá ið eg sá Studentakabarettina í ár. Fjøldin av leikarunum hevði neyvan útbúgving innan leiklist, og tó leiktu hesi fólk við slíkum hegni og kynstri, at úrslitið var framúr gott. Ein sera væl eydnað studentakabarett. Sama var við Varmakelduteitinum í summar. Framførslan var sett í verk av ungfólki í Fuglafirði, hon var so væl skipað og gjøgnumførd, at tiltakið savnaði 4-5 ferðir so nógv fólk sum roknað varð við.
- Hesar roynir sýndu mær tey evni, ið liggja í fólki okkara fyri júst hesi listagrein.
Skapa fortreytir
- Mentan okkara er eisini allir teir mátarnir, sum vit forma, orða og mynda umstøður og tilveru okkara sum føroyingar. Mentanin er livandi, dynamisk og broytist sum umstøðurnar, tíðirnar og samfelagið.
- Ein mentapolitikkur eigur tí at skapa fortreytir fyri og birta upp undir, at vit kunnu geva tilverutreytunum, sum tær eru, mál og form úr frá einum føroyskum grundarlagi.
- Sjónleikurin, bæði áhugaleikurin og yrkisleikurin, eiga sín stóra og týðandi leiklut og ábyrgd. Hetta tí, at ein av stóru uppgávunum hjá hesum partinum av mentan okkara er at gera borgaran varugan við lut hansara í nútíðarsamfelagnum og kor hansara um partur av einum fólkaræðisligum umhvørvi.
Stuðla, men ikki stýra
- Uppgáva myndugleikanna er eftir førimuni at stuðla sjónleikinum og øðrum listagreinum, og at gera hetta eftir somu meginreglum, sum eru galdandi í øðrum Norðurlondum: at stuðla, men ikki at stýra listini.
- Ofta verður funnist at, at fíggjarligi stuðulin til mentan og list er ov lítil. Hesum eri eg samdur í, men kann tó vísa á, at samanborið við seinastu fíggjarlóg er játtanin til mentanarlig tiltøk økt við 600.000 krónur. Ætlanin er, at meginparturin av hesi øktu játtan skal verður nýttur til at styrkja sjónleikin við. Leggjast kann afturat hesum, at tvey tey seinastu árini er játtanin til Mentunargrunn Løgtingsins farin úr 1,7 mió. krónur til 2,5 mió. krónur. Í løtuni verður arbeitt við at geva Mentanargrunninum møguleikar fyri at veita lagalig lán umframt studning, sigur Signar á Brúnni.
Kommunurnar meiri við
Í samrøðu her í blaðnum hevur landsstýrismaðurin í mentamálum fleiri ferðir víst á, at fíggjarligi parturin hjá kommununum hevur verið alt ov lítil, tá ið tað snýr seg um at stuðla listini.
- Tað er mítt mál at taka samráðingar upp við kommunurnar við tí endamáli at fáa tær at átaka sær størri part av veitingunum til mentanarlig tiltøk.