Vit eiga ikki at missa mótið

- Hóast vit hava havt tvær turrar boringar bara í ár, er umráðandi, at vit fáa fleiri oljufeløg higar at bora, tí olja er her, sigur Malan Ellefsen, sum er sett í starv at marknaðarføra føroyska landgrunnin til oljuleiting

- Tað er av alstórum týdningi, at vit framvegis bora eftir olju í Føroyum, og tí er umráðandi, at vit fáa fleiri oljufeløg higar at bora. Olja er her. Vit skulu bara finna hana – og tað verður gjørt við at bora fleiri brunnar.

 

Soleiðis sigur 35 ára gamli jarðfrøðingurin Malan Ellefsen, sum í næsta mánaði skal byrja í nýggjum starvi á Jarðfeingi, har uppgávan er at marknaðarføra føroysku undirgrundina til oljuleiting.

 

- Eg eri greið yvir, at hetta ikki er nøkur løtt uppgáva, tí vandi er fyri at oljufeløgini byrja at trekkja seg aftur, av tí at vit hava borað tveir turrar brunnar bara í ár. Og so er tað eisini basalti, sum er ein avbjóðing. Men spor eru funnin av olju í føroysku undirgrundini, so vit skulu bara finna útav,júst hvar oljan liggur.

 

- Vit hava frá boringunum higartil eina rúgvu av dátu og vitan um føroysku undirgrundina. Vit skulu finna fleiri øki, har vit meta, at møguleikin at finna olju er stórur, og síðani fara út í heim til oljufeløgini við okkara vitan og marknaðarføra tey spennandi økini, sigur Malan Ellefsen.

 

 

- Tá olja verður funnin, blíva møguleikarnir so ótrúliga nógv størri, og Føroyar koma av álvara á heimskortið og vera ikki verða longur ein lítil, tilvildarligur prikkur. Eg trúgvi upp á oljuna undir Føroyum, og tí vil eg vera við til at marknaðarføra undirgrundina til oljuleiting, sigur Malan Ellefsen, sum hevur ymsar royndir við oljuleiting, nú hon seinast í spetember tekur við nýggja starvinum.

 

Tá hon í 2008 bleiv liðugt útbúgvin jarðfrøðingur og hevði skrivað høvuðsritgerð um Brugdan økið, fekk hon starv hjá Dong Energy í Danmark, har hon millum annað tulkaði ymiskar seismiskar dátur frá Faroe-Shetland økinum og eisini var við í prosessini, tá borað verður á einum øki.

 

Síðani 2012 hevur Malan Ellefsen saman við manni sínum og tveimum børnum búð í Føroyum, har hon hevur starvast sum jarðfrøðingur hjá Faroe Petroleum og seinni á Jarðfeingi.

 

Malan Ellefsen byrjar í nýggja starvinum seinast í september mánaði.Til ber at lesa alla samrøðuna við Maluna Ellefsen í Sosialinum í dag.