Vit eiga sjálvi avgerðina

Jakob Jónsson, landsliðsvenjari, var alt annað enn blíður eftir dystin í gjár. Nú er fokus tó vent frameftir, og hann hevur framvegis góðar vónir um, at føroyska liðið kann fara allan vegin. Men tað krevur broytingar í hugburðinum til dystin, sigur hann

- Tað er ótrúliga irriterandi at síggja spælarar, sum tú veitst hava hægsta støðið í Føroyum, bara melda seg út úr álopspartinum í dystinum.

Tað sigur Jakob Jónsson, landsliðsvenjari, sum upplivdi 60 djúpt frustrerandi minuttir á venjarabeinkinum, tá lið hansara var við undirlutan móti einum væl stríðandi bretskum liði.

- Tað er til at blíva svakur av. Tú roynir at gera broytingar, og tá tær ikki rigga, so roynir tú aftur. Og kanska enntá eina triðju ferð. Og tá einki vísir seg at rigga, er tað ótrúliga keðiligt at sita á beinkinum. Men hinvegin, so er tað eisini ein partur av spælinum.

Og í gjárkvøldið og í nátt hevur tú kanska støðugt hugsað, um tað var nakað, sum tú kundi gjørt øðrvísi?

- Tað er jú altíð lætt at vera klókur aftaná. Men eg haldi, at líkamikið, hvat vit høvdu gjørt í gjár, so hevði tað ikki hjálpt nógv. Eg kundi kanska brútk Simonu Hansen, sum als ikki hevur verið í dysti enn. Men hon fær heilt víst kjansin í dag, og vónandi prógvar hon, at tað var ein skeiv avgerð frá mínari síðu.

- Men framvegis eru tað alt ov nógvar, sum snøgt sagt meldaðu seg úr dystinum. Okkara støði dumpaði heilt langt í mun til dystin fyrradagin. Og tá tú spælir somikið illa, so gongur tað bara ikki.


Illveður í skiftirúminum

Beint eftir dystin vóru aldurnar hampuliga høgar í føroysku leguni. Og Jakob Jónsson viðgongur, at hann var alt annað enn blíður, tá hann var í skiftirúminum eftir dystin.

- Eg spurdi tær, um eg skuldi skera tað út í papp, ella um eg skuldi brúka ein fittari máta at siga tingini uppá. Tær vildu hava mína erligu meining, og hana fingu tær. Eg gav teimum snøgt sagt ein stóran vals, og tað var ymiskt, hvussu spælararnir tóku ímóti hesum, men tað er nakað, ið tú sum spælari mást tola.

- Tá spælir á landsliðnum, skalt tú vera errin um flaggið, sum tú ber á bringuni, og so skalt tú halda títt støði. Men tá tú spælir, sum vit gjørdu í gjár – serliga í álopspartinum, so er tað snøgt sagt ikki nóg gott.

- Tær einastu, sum kunnu vera nøgdar um sítt avrik, vóru Fríða Petersen og Ninna K. Johansen. Fríða hevur spælt framúr væl seinastu mánaðirnar í Sunset-kappingini, og hon helt eisini støðið í gjár, tá hon leingi heldur okkum inni í dystinum. Og Ninna pressar væl upp í álopinum, eins og hon stríðist væl í verjupartinum. Restin av liðnum meldar seg bara út úr dystinum. Og tað nyttar ikki, sigur Jakob Jónsson.


Luftin er reinsað

Eitt er, hvat liðið vísti í gjár. Ella skuldu vit sagt, hvat tær ikki vístu. Longu í dag stendur aftur ein uppgáva á skránni. Og hóast tosið gekk hart eftir dystin, so ivast venjarin ikki í, at kvinnurnar eru til reiðar at reisa seg.

- Fyrst og fremst, so vita tær sjálvandi væl, hvussu illa tær flestu teirra spældu í gjár. Og vit vita eisini, at Cypros hevur tapt stórt móti bæði Estlandi og Bretlandi. Fyrst og fremst vita tær, hvat tær gjørdu galið, og tað mugu tær rætta. Og mín fatan er í øllum førum púrasta greitt, at allur hópurin veit av, at hetta ber ikki til á landsliðsstøði.

- Tað, sum er altavgerandi í dag, er, at vit fáa tempo aftur í okkara spæl, so vit kunnu hava hetta við til eina møguliga hálvfinalu leygardagin. Nú taptu vit í gjár og spældu illa. Og fáa vit ikki ferð á okkara spæl í dag, kann tað verða sera trupult at lyfta hetta til leygardagin. So vit mugu snøgt sagt nógv longur upp í gear.

- Spælararnir sótu eisini leingi saman sjálvar í gjárkvøldið, har tær prátaðu um, hvat kann gerast betri. Og tað trúgvi eg er nakað, sum kemur teimum til góðar í dystinum í dag.


Gullvónin livir enn

Og so slær Jakob Jónsson at enda fast, at hóast avrikið í gjár, so hevur hann so langt ífrá avskrivað føroysku møguleikarnir at fara allan vegin í kappingini, har Føroyar tvær ferðir hava vunnið silvur.

- Teimum vónunum hava vit slettis ikki slept. Við at tapa í gjár, so gjørdu vit brekkuna eitt sindur brattari, um eg kann siga tað soleiðis.

- Men møguleikin er enn góður. Klára vit dystin í dag, sum vit eiga at klára hann, so er alt opið. Vinna vit hálvfinaluna, so eru vit í finaluni. Tað er ikki meira fløkt enn so. Tað snýr seg ikki um, hvørjum vit spæla ímóti. Spæla vit upp til okkara besta, so kunnu vit væl. Sjálvur havi eg ongan tíð verið so øgiliga stúrin um, hvussu mótstøðuliðið er fyri. Eg vil heldur hugsa um, hvussu okkara spælarar eru fyri. Tað er har, sum alt byrjar, og gera vit tað nóg væl, so fara vit allan vegin, sigur føroyski landsliðsvenjarin.