Vit eru 7 milliardir fólk

Í dag fer heimsins fólk­a­tal um eitt vegamót. Um mid­náttarleitið varð borgari nummar sjey milliard borin í heim.

Hetta hendi, tá Danica May Cam­acho varð borin øí heim á einum sjúkr­a­húsi í Manila á Fil­ips­oyggjunum.
Av ST er nýborna gen­t­u­barnið sett sum heøimsborgari numm­ar 7.000.000.000.
Bæði dagurin og barnið eru útvald. ST kann bert við vissu siga, at heimsborgari numm­ar sjey milliard verður bor­in í heim innan fyri 12 mánaðir. Men EITT er kortini vist:
Heimsins íbúgvaratal økist ógv­us­ligt. Tað eru bert lið­in 13 ár síðani, vit gjørd­ust seks milliardir fólk í heiminum. Og sam­bært ST røkka vit næstu milliardini í 2025.