ES OG FØROYAR
Hans Kárason Mikkelsen
[email protected]
- Eg haldi, at tað er gott at fáa nakrar meiningar um ES. Eg haldi, at vit síggja nú, hvussu átroðkandi tað er, at føroyingar fáa eitt veruligt kjak um ES; hvat tað er fyri nakað, og hvat fyri møguleikar eru fyri Føroyar og fyri einari framtíðar vinnu. Tað eru nøkur scenariur, sum eru sett upp, ið eru áhugaverd. Tað vísir bara tað, at ES er ikki ein statisk skipan. Tað vil siga, at tað eru nakrir møguleikar, sum tú kanst velja ímillum, um tú fert inn í eitt tættari samstarv við ES, sigur Kaj Leo Johannesen.
Føroyar eitt land í Afrika
- Tríggir møguleikar vórðu nevndir. Eitt er tann tjóðskaparligi spurningurin. Skulu vit fara inn sum ein partur av Danmark, ella skal tað verða sum fullveldisríki. Tað triðja er at gera tað sum eitt nú Ísland og Noreg gera tað við EFTA og við eini EBS-líknandi samstarvsavtalu. Tað gevur sjálvandi eisini nakrar møguleikar. Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at vit í dag hava tað allar ringastu avtaluna, sum tað kann hugsast at hava við ES. Vit eru tað, sum eg havi nevnt fyrr, ein bananrepublikk. Vit kunnu samanbera okkum við nógv av teimum afrikonsku londunum. Tí støðuni mugu vit syrgja fyri at sleppa okkum burturúr sum skjótast, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
Bert partvís avtalur við ES
- Vit taka ikki lut í nøkrum av teimum fýra frælsunum, og vit hava bert partvís avtalur um vørur - alt hitt hava vit onga avtalu um yvirhøvur. So tað eru øll hesi fýra frælsini, sum liggja opin fyri okkum, og tað er tað, sum vit skulu fara at hyggja alvorliga eftir, soleiðis at vit ikki verða eftirbátar. Eg síggi, at sum tíðin fer, so blíva tað fleiri og fleiri politikarar, sum eru nógv meira positivir yvirfyri ES. Longu nú eru viðmerkingar frá politikarum, at vit kunnu ikki longur stinga høvdið í sandin, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.
MYNDATEKSTUR: - Vit kunnu ikki longur goyma okkum fyri ES. ES er har, ES er okkara størsti handilspartnari í dag, og vit eru noyddir til at fyrihalda okkum til tað, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum
Mynd: Jens Kr. Vang