Argir: "Dugir hin siðiligi, nærlagdi, ólønti og kirkjuelskandi kirkjuráðslimurin ikki at handfara eina hugsan, sum ikki er í trá við hansara egnu, uttan at fáa ta fatan, at her er talan um fíggindskap?"
Soleiðis talaði Gunnvá Mortensen, sála av Argjum í apríl mánaði 1995 frammanfyri stórari mannfjøld. Kallað varð saman til fund at fyrireika stovnan av landsfelagi fyri teir mongu kirkjuráðslimirnar í landinum.
Líkt varð til, at fólk tóku hesa vælorðaðu røðu hennara í álvara, tí stutt eftir varð felagið veruleiki, og kann nú hátíðarhalda at 10 ár eru liðin síðani stovnanina.
Leygardagin var aðalfundurin hildin í Kirkju- og Missiónshúsinum á Argjum. Her greiddi formaðurin, Edvin Joensen frá um virksemið í felagnum hetta seinasta árið.
Umframt kirkjuráðslimir úr øllum landinum vóru eisini útlendskir gestir bodnir við á fundin, m.a. danin Kurt Johansen, sum greiddi frá teirri kristnu sjónvarpsrásini SAT-7, sum sendir sjónvarp til tann arabiska heimin 24 tímar um samdøgrið.
Hækkaður kirkjuskattur
Í ársfrágreiðing síni vísti Edvind Joensen á fleiri mál, sum høvdu verið til umrøðu í felagnum síðani aðalfundin í fjør.
Eitt av hesum mál var lógararbeiðið í sambandi við yvirtøkuna av fólkakirkjuni. Her hevur ein fylgibólkur verið á tveimum fundum við nevndina, sum ger hetta lógararbeiðið.
Eitt mál í hesum sambandi var ásetingin av kirkjuskattinum. Felagið vísti á, at trupult var hjá kirkjuni at liva við verandi hámarki fyri kirkjuskattin, og ynskti felagið tí at hetta varð hækkað.
Eftir fleiri viðgerðir og fundir, eisini við táverandi danska kirkjumálaráðharran, Tove Fergo eydnaðist tað at fáa í lag eina kongaliga fyriskipan við hesum. Henda fyriskipan kom í gildi á nýggjárinum, og tí er hámarkið fyri kirkjuskattin nú sett til 0,4%.
?Hetta gevur okkum 5 mió. kr. meiri í kirkjuskatti um árið, staðfesti Edvin Joensen. Hann metti eisini, at ein kundi liva við hesum, til tær nýggju lógirnar koma í gildi.
Málgagn
Eitt felag við so nógvum limum hevur eisini brúk fyri einum málgagni, sum limirnir kunnu kalla sítt egna.
- Tað er ofta neyðygt at skifta orð um mál av felags áhuga. Mong aftra seg at brúka almennu fjølmiðlarnar at viðgera mál, ið tey meta sum innanhýsis. Tí verður orðaskiftið ikki altíð tað, sum tað átti at verið, sigur Edvin.
Fyrr kom út eitt blað við heitinum "Kirkjutíðindi", men tað eru longu fleiri ár síðani at tað kom út seinast. Nú hevur felagið, saman við Prestafelagnum tikið stig til at fáa blaðið útaftur.
Ætlanin er, at Kirkjutíðindi skal vera málgagn hjá fólkakirkjuni, og skal nýtast til orðaskifti og upplýsing um kirkjulig viðurskifti.
-? Vit meta, at felagið hesi 10 árini hevur ment seg til ein sjálvsagdan og týðandi part av kirkjuliga landslagnum í Føroyum. Og tí er tað ein gleði fyri okkum, nú blaðið er komið út aftur.
-? Okkara vón er, at blaðið kemur at vera tí kirkjuliga arbeiðinum at gagni, sigur Edvin Joensen, og hann upplýsir, at ætlanin er at fáablaðið út fýra ferðir um árið.