Eftir ætlan, so skuldu samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið halda fram í dag, men varð dagsins fundur útsettur vegna samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Tað upplýsir Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.
- Tað var meiningin, at vit skulu samráðast í dag, men tað varð útsett. Vit eru í eini bíðistøðu til vit fáa nærri boð, sigur Jógvan Philbrow.
Áður hevur Føroya Pedagogfelag gjørt púra greitt, at tey ynskja ikki, at teirra samráðingar við Fíggjarmálaráðið skulu ávirkast av semjuni, ið ráðið hevur gjørt við Starvsmannafelagið, ið er einasta fakfelag á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið hevur gjørt nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið í heyst.
Og nú tað røkist fyri, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ger eina avtalu við Fíggjarmálaráðið, leggur Jógvan Philbrow enn einaferð dent á, at Pedagogfelagið tekur ikki útgangsstøði í sáttmálum hjá øðrum fakfeløgum.
- Vit fara sjálvandi eftir okkara egnu avtalu. Men tað er tá klárt, at úrslitið av samráðingunum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið fer at hava eina ávirkan á okkara úrslit, sigur Jógvan Philbrow.