– Vit eru í einum dunnukassa

– At víðarimenna føroysku matvøruna kann blíva slóðbrótandi. Men um mann ikki setur pengar av til menning, so hendir eingin menning. Vit gera bara tað sama, sum vit altíð hava gjørt, sigur kokkurin Leif Sørensen, sum saknar ein grunn til føroyska matmentan, har mann kundi eksperimenterað við eitt nú urtum og tara

 

– Vit eru ikki komin til botns í øllum. Har er ymiskt potentiali, sum vit slett ikki hava verið inni á enn. Eg vænti, at tað hevði kunnað verið slóðbrótandi fyri Føroyar, um vit fóru at víðarimenna føroysku matvøruna. Men tað gera vit bara ikki.

Tað sigur royndi kokkurin Leif Sørensen í samrøðu við Vikuskiftis Sosialin. 

– Føroyar er ikki nakað áhugavert matland, sum nú er, haldi eg. Vit ríða á einari bylgju av sjóðkvalitetinum og tí fermenteraða, men tað er ikki nógv annað enn tað. Vit kunnu fara nógv víðari innan fyri góðskuna. Tíverri er alt ov lítið hent á hesum økinum, meinar hann.

Ein grunnur til matmentan manglar

Leif Sørensen ivast ikki í, hvør orsøkin er til hetta, og tað er, at tað ikki eru pengar til tað. Hann heldur, at ein grunnur til endamálið hevði kunnað gjørt stóran mun. 

– Vit hava nakrar sterkar fyritøkur í Føroyum, sum eiga nógvar pengar. Eg skilji ikki, at føroyskar fyritøkur ikki leggja pengar í onkran grunn, sum skal hava til endamáls at menna matmentanina í Føroyum. Eg trúgvi, vit høvdu blivið rættiliga rík, um fyritøkurnar dugdu at síggja, at tað er ein fyrimunur fyri tær. Tí tær kunnu eisini fáa ein ágóða av hesum, sigur hann.

– Mann kundi ímyndað sær, at 0,01 promilla skuldi verið sett av hjá øllum fyritøkum, sum arbeiða við fiski ella øðrum, soleiðis at pengarnir kundu farið til onkra líknandi verkætlan. Um mann ikki setur pengar av til menning, so hendir eingin menning, men vit gera bara tað sama, sum vit altíð hava gjørt, sigur hann og vísir á møguligu effektina av slíkum grunni.

– Ofta tá mann ger royndarverkætlanir, so kemur bara 5% burturúr. Men tey fimm prosentini kunnu vera slóðbrótandi uppá nógvar mátar fyri eina mentan.

Vit kunnu gera fiskin øðrvísi

Leif Sørensen hevur fleiri tankar um, hvat mann kann umhugsa í mun til at víðarimenna føroyskar matvørur. Hann tekur eitt dømi um fiskavøru:

– Kunnu vit gera tað øðrvísi, enn vit gera tað í dag? Vit hava nógv fiskasløg í Føroyum. Men tað er til dømis eingin, sum ordiliga dugir at matgera makrel og sild. Um vit høvdu havt vitanina her í landinum og arbeiddu við at menna hetta, so kunnu vit finna nýggjar vørur. Men tað hugsar eingin um. Vit pakka tað í kassar, frysta tað og selja tað av landinum. Um vit gera nakað, so gera vit surimi, líka sum øll hini, sigur Leif Sørensen og konstanterar:

– Vit eru í einum dunnukassa. Vit eru noydd til at hugsa størri.

Stórir møguleikar í urtum og tara

Ein annar smakkur, sum er serligur, er smakkurin, mann kann fáa úr urtum í føroysku náttúruni.

– Vit hava nakrar heilt fantastiskar urtir, sum geva ein góðan grønan smakk. Men trupulleikin í Føroyum er, at vit hava so fáar urtir. Mann kundi saktans gjørt ein ídnað burturúr tí, tí tað er stórt potentiali í urtum. So tað hevði verið upplagt, um onkur fór at dyrka tær og selja tær til matstovur bæði her heima og uttanlands, sigur Leif Sørensen.

Eitt annað áhugavert er tari, sum vit hava nógv av í Føroyum.

– ES heitir á fólk um at eta meira tara, tí tað manglar so nógvur matur í heiminum. Tari er sunnur, og onkur tari er sera proteinríkur. Eitt ávíst taraslag í Føroyum hevur fleiri proteinir enn ein høsnarungi og fýra ferðnar meira vitaminir enn eitt súrepli, sigur Leif Sørensen í Vikuskiftis Sosialinum.