Samrøða
Á tveimum hæddum í einum stórum húsum mitt á Amager liggur Dansestudio Fredie Pedersen. Har starvast øll Fredie Pedersen familjan pápin, mamman og børnini Sonny og Gigi. Vit hava avtalað at hittast í Dansestudionum. Sonny og Gigi koma í næstum til Føroyar at spæla í Cippo og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði undir navninum Brother & Sister. Brother & Sister er poppbólkurin, ið tey bæði gávuríku systkini stovnaðu í 2002. Undir hesum navninum hava tey givið tvær fløgur út, Brother + Sister í 2002 og Sonny vs. Gigi í 2005. Síðan seinastu útgávuna hava tey ferðast nógv kring Danmark og aðrastaðni og nú gongur leiðin til Føroyar.
Gjøgnum eina glashurð ber Gigi eyga við okkum og veit beinanvegin hvørjir vit eru. Hon vinkar okkum innar í stóra jólapyntaða dansisalin. Tað var ivaleyst lætt at síggja, at eg og myndamaðurin Símun ikki eru komandi dansikundar hjá Dansestudio Fredie Pedersen.
Tey eru bæði fryntlig og hóast unga aldurin, Sonny er 19, Gigi er 23, tykjast tey von við at gera samrøður við miðlar.
Vitja í nakrar dagar
- Vit gleða okkum nógv til at sleppa til Føroyar. Vit hava ongantíð verið har áður, so tað er øgiliga spennandi, sigur Gigi og heldur fram:
- Eg havi hitt sera nógvar føroyingar gjøgnum tíðirnar, so tað er stuttligt endiliga at sleppa at uppliva landið. Vit hava av somu orsøk valt at verða verandi í Føroyum nakrar dagar, soleiðis at vit eisini hava tíð til at hyggja okkum um. Ofta, tá vit hava spælt, fara vit víðari somu nátt ella morgunin eftir. Men vit vilja fegin uppliva Føroyar.
Sonny leggur afturat:
- Tann sum fyrireikar konsertirnar (Rúni Djurhuus) hevur lovað, at hann fer ein túr við báti við okkum, og tað gleða vit okkum til.
Vóna Brandur kemur
Tá Brandur Enni fyri nøkrum árum síðan royndi seg á danska marknaðinum, samstarvaði hann við Gigi og Sonny.
- Vit kenna Brandur (Enni), hann er poppsangari, sigur Sonny og greiður frá, at tey arbeiddu við koreografiini hjá Brandi, tá hansara fløga varð send út í Danmark.
- Eg vóni, at hann kemur á konsertina við okkum. Tí vit vilja gjara hitta hann aftur, sigur Sonny. Gigi heldur, at tað man hann ivaleyst koma. Tað er týðiligt, at dámligi ungi suðuroyingurin hevur gjørt inntrykk á systkini, ið eins og Brandur hava upplivað tað at gerast kendur í ungum aldri.
Sangur og dansur
Á konsertunum í Føroyum vera tey bæði Sonny og Gigi einsamøll á palli. Tónleikurin er forritaður, og tey syngja afturvið honum. Men tey lovað, at hetta ikki verður keðiligt.
Sonny sigur:
- Vit passa okkara show eftir staðnum og umstøðunum, ið vit spæla undir. Sjálvandi er stórur munur á pallframførslu og øðrum á einum festivali og á einum diskoteki, plássið er stutt sagt eitt heilt ananð. Men veruleikin er tann, at vit eru fødd til at undirhalda og klára als ikki at lata vera. Tað ber slettis ikki til hjá okkum at standa still á pallinum. Vit dansa og røra okkum. Av og á leggja vit eisini mikrofonina og bara dansa.
Tilsamans hava Sonny og Gigi vunnið 28 donsk meistaraheiti í ítróttardansi og fleiri heimsmeistaraheiti, tey hava dansað, síðan tey dugdu at ganga, og tá tey ikki eru úti og spæla ella kappast kring heim sum professionellir dansarar, so taka tey sær av dansifrálæru í Dansestudionum. So talan verður um dans í heimsflokki hesi kvøldini í Cippo og Mentanarhúsinum.
Framføra av nýggjastu fløguni
Tónleikurin, ið tey framføra í Føroyum, verður løg av nýggjastu fløguni. Hon er framleidd saman við heimskenda danska framleiðsluparinum Cutfather & Joe. Hesir báðir heimskendu ljóðframleiðararnir hava arbeitt saman við nøvnum sum Ace of Bace, Santana, Blue, Westlife, Kylie, Peter Andre, Jamelia, Brandy, Christina Millian og Christina Aquilera. og arbeiða sjáldan saman við donskum listafólkum, men valdu hóast hetta at arbeiða við Sonny og Gigi.
Gigi greiðir frá:
- Vit eru faktiskt ordiliga errin av, at teir tímdu at arbeiða við okkum. Bara tað er eitt herðaklapp til okkara. Tað var super feitt at arbeiða við teimum, vit kendu okkum alla tíðina í tryggum honum. Men vit vóru somuleiðis tikin á bóli av, hvussu nógvan avgerðarrætt vit høvdu í framleiðsluni - Teir lurtaðu nógv eftir okkum, og tað høvdu vit ikki væntað av einum so kendum framleiðslu parið sum teimum.
Vitjaðu fjareystur
Fyrra fløgan hjá bólkinum varð fyri nøkrum árum síðan útgivin í fjareystri, og í hesum sambandi spældu tey konsertir í Singapore. Hetta gjørdist ein heilt serlig uppliving.
Sonny greiðir frá:
- Tað var ein ótrúliga stór uppliving. Tá vit lendu á flogvøllinum vóru fjepparar og tóku ímóti okkum, tað hava vit ikki uppliva aðrastaðni, so tað var nokkso serligt.
Gigi leggur afturat:
- Ja, mentanin har yviri er ein heilt onnur, og vit vórðu ótrúliga væl móttikin. Nógvur áhugi var fyri okkum, og vit gjørdu nógvar samrøður bæði við útvarp og sjónvarp og aðrar miðlar.
Tey vænta, at eisini nýggja fløgan verður send út í fjareystri, men enn er hetta ikki komið endaliga í lag. Gigo sigur:
- Tað hevur ikki so nógvan týdning fyri okkum hvar vit spæla. Tað sum vit brenna fyri, og sum vit eru fødd til er at undirhalda. Hetta er tað sum vit elska.
Tí verða allar konsertir og dansiframførslur tiknar við líka stórum álvara, um tær eru í Singapore, Danmark ella Føroyum greiða tey frá. Har fólk ynskir at síggja tey, har fara tey.
Nógv jørn í eldinum
Vit takka fyri okkum. Meðan tey bæði systkini fylgja okkum út til dyrnar, greiða tey frá, at tey hava hvør sín dansitíma við onkrum næmingum um eitt korter. Áhugin fyri dansi er alsamt vaksandi í Danmark, serliga pardansi, og hetta gevur systkjunum nógv arbeiði.
- Vit hava ofta eini 20-25 pør her um kvøldið. Her er ofta talan um ung pør, sum í sambandi við stóra áhugan fyri Vild Med Dans hava funnið gleðina í at dansa saman við onkrum. Tað haldi eg vera øgiliga gleðiligt, sigur Gigi. Ið tó viðgongur, at hetta er enn eitt av nógvum jørnunum, ið systkini hava í eldinum.