Vit eru fluttar – ikki innfluttar

Ofta verður sagt, at føroyingar eru allastaðni. Føroyingar ferðast og arbeiða um allan heim, og tí er tað kanska ikki so løgið, at hetta førir til nýggj altjóða sambond. Fólk hittast, gerast væl og velja sær eitt felags heimland. Lesið um tær báðar russisku Dashu og filipinsku Gladys.

Russiskur dreymur um føroyskt mál

“I met a very good man”. Hetta er einfalda grundin til, at 35 ára gamla Dasha Jacobsen úr russiska stórbýnum St. Petersburg nú býr á Garðavegi í Klaksvík.

Dorit Hansen
[email protected]
Mynd: Høgni Thomsen

Stilla og blíða kvinnan bjóðar vælkomin í hugnaligu og einkult innrættaðu stovuni. Hon hevur bakað føroyska kaku og situr og gevur tríggjar mánaðir gamla Tórsteini bróst, meðan vit práta.
Hon hevur bara búð í Føroyum í eitt ár og tosar ikki so nógv føroyskt enn. Tó so, tá telefonin ringir svarar hon á føroyskum, og tølini dugir hon líka væl á føroyskum sum á enskum. Tíggju ára gamli sonurin, sum situr og spælir telduspæl, tosar longu flótandi føroyskt.

Barn í kommunistiska Russlandi
Dasha var umleið fimmtan ára gomul, tá ið Gorbatjov innførdi demokratiskar reformar í kommunistiska Sovjetsamveldinum. Hon var stutt síðani flutt til St. Petersburg saman við foreldrum sínum. Foreldrini vóru bæði verkfrøðingar. Pápin arbeiddi í herðinum og mamman á almennum arbeiðsplássi.
Dasha hevði ein níggju ár eldri beiggja, og barnaár hennara líktiskt tí hjá øðrum børnum í Russlandi. Sum lógin kravdi var hon limur í ungdómsfelagskapinum hjá kommunistiska flokkinum. Tað vóru øll børn, sigur hon.

Føroyska paradísið
Fyri umleið trimum árum síðani møtti Dasha einum føroyingi á einari veistlu fyri støk í St. Petersburg. Hon sigur, at hon visti beinanvegin at hesin róligi persónurin var ein góður maður. Tey skrivaðu saman og vitjaðu hvønn annan, og fyri hálvun øðrum ári síðani flutti Dasha til Føroyar.
Og sjálvt um hon onkuntíð longist aftur til vinirnar í St. Petersburg, og hóast veðrið onkuntíð kann vera eitt sindur tungt, so er hon glað fyri sítt nýggja land. Hetta er eitt paradís fyri børn, sigur hon. - - Fólk eru blíð og vinarlig, nábúgvarnir hava verið gestablíðir, og hóast eg eri smæðin, virðismeti eg hetta høgt.

Stórbýarlív
Dasha tók eina trý ára langa pædagogútbúgving í Russlandi, og arbeiddi so nøkur ár á barnagarði. Síðani valdi hon at útbúgva seg víðari til ítróttarlærara. Hetta tók fýra ár.
Um somu tíð fekk hon elsta sonin. Lívið sum einlig mamma í St. Petersburg var ikki altíð so lætt. Hon arbeiddi sum lærari, og sjálvt um prísirnir á matvørum vóru nógv lægri, enn teir eru í Føroyum, so var lønin eisini so lág, at ikki nógv var eftir.
Stórbýarlívið kann vera stuttligt, tá ein er ungur, men tað er ikki tað besta fyri børn. St. Petersburg er merktur av nógvum kriminalitetið, og Dasha mátti hvønn dag leiða son sín í skúla og vera aftur eftir honum, tá skúlin var liðugur. Hon tordi ikki annað, tí gøturnar vóru ov vandamiklar fyri børn. Dasha longist heldur ikki aftur til altíð at skula skunda sær og altíð at vera bangin fyri at koma ov seint.


Málið er lykilin
Dasha er í løtuni í barnsburðafarloyvi. Annars arbeiðir hon á Høvdavirkinum í Lorvík, har eisini fleiri onnur starvsfólk eru úr Russlandi. Hon er glað fyri at hava eitt arbeiði.
- Sjálvandi vil eg sleppa at arbeiða. Allar kvinnur ynskja at arbeiða, bæði fyri at hava sínar egnu pengar og fyri at vera saman við øðrum fólki.
Men um hon skal hava nakran møguleika at fáa arbeiði uttanfyri fiskiídnaðin, má hon fyrst læra føroyska málið. Málið er lykilin til alt, heldur hon. Sum er, verður føroyskt undirvíst eitt kvøld um vikuna, og tað er ikki nokk. Dasha hevði ynskt, at hon kundi farið á eitt intensivt skeið í føroyskum á sama hátt sum innflytarar í Danmark gera. Hon vil gjarna læra føroyskt, tí tað er her hon vil liva - saman við góða manninum og føroysku børnunum.



Sitat: - Sjálvandi vil eg sleppa at arbeiða. Allar kvinnur ynskja at arbeiða, bæði fyri at hava sínar egnu pengar og fyri at vera saman við øðrum fólki.

Fyri umleið trimum árum síðani møtti Dasha einum føroyingi á einari veistlu fyri støk í St. Petersburg. Hon sigur, at hon visti beinanvegin at hesin róligi persónurin var ein góður maður.