Vit eru glaðir um at vera á lívi

? Vit vóru júst komin umborð á Brimil, tá báturin fór til botns við øllum, sum var umborð, sigur 27 ára gamli Petur Henry Mohr, sum eigur Sjóberan saman við bróðrinum Jack Mohr. Leygardagin um middagsleitið sakk línubáturin Sjóberin. Trý fólk vóru við, og tey sluppu øll við lívinum

Klokkan var farin nakað av tólv leygardagin, tá Sjóberin var á veg til lands eftir ein væl eydnaðan túr eystanfyri. Umborð vóru brøðurnir Petur Henry Mohr, ið er 27 ára gamal, og Jack Mohr, ið er 25 ára gamal. Umframt teir báðar var gentan hjá Jack, ið eitur Sunneva Lamhauge, eisini við.
Hon er ofta við til útróðrar um vikuskiftini, men annars gongur hon á HF-skeiðnum á Kambsdali.
Tey høvdu fingið væl burturúr, og við sær til lands høvdu tey 4500 pund.
? Hetta var ein hampuliga góður túrur. Vit høvdu fingið 200 pund uppá stampin og høvdu verið úti í 16 tímar, tá vit fóru heimaftur, sigur Petur Henry Mohr.
Hann greiðir víðari frá, at Jack brádliga varnaðist, at nógvur sjógvur var í bátinum.
? Vit høvdu siglt í ein tíma, tá Jack fer at lensa, og hann varnast, at báturin hevur tikið nógvan sjógv inn. Hann roynir síðani at pumpa bátin tóman, men pumpurnar riggaðu ikki, sigur Petur Henry.
Tað vísti seg, at pumpurnar vóru skitnar og megnaðu tí ikki at halda tørn. Jack roynir síðani at reinsa pumpurnar, men báturin er framvegis fullur av sjógvi.
? Tá motorurin so ikki gav kølivatn, valdu vit at kalla á Tórshavn Radio og bóðu um sleip, meðan vit royndu at lensa við báðum pumpunum, sigur Petur Henry.
Men lekin hevur verið stórur, sigur hann, tí tað næsta, sum hendi, var, at motorurin stóð hálvur undir í sjógvi. Tá var einki annað at gera enn at senda neyðarkall, tí tá var støðan so álvarsom.
? Hann rak uppí ættina, og tí var tað ómetaliga óslætt á sjónum. Útvarpið hevði sagt uppí tjúgu metrar um sekundið, so tað var ordiligt illveður, sigur Petur Henry.

Brimil var nær
Tá neyðin er størst, er hjálpin næst, verður sagt, og soleiðis var eisini í hesum førinum. Brimil var tíbetur staddur í Nólsoyarfirði og var hjá Sjóberanum umleið tjúgu minuttir seinni. Tá var Sjóberin staddur umleið tríggjar fjórðingar úr Mjóvanesi.
Saman við manningini á Brimli seta tey eina pumpu afturat umborð, men hon hjálpti lítið. Lekin hevur verið somikið stórur, at har var einki at gera.
Tað gekk ein lítil løta, so floyta teir á Brimli, og tað var tekin um, at øll skuldu fara av bátinum og í gummibátin. Sjóberin hevði nú lagt seg á liðina, greiðir Petur Henry frá.
? Tað gekk ein lítil løta, frá tí at vit fóru av bátinum, til hann sakk, sigur Petur Henry. Pumpurnar arbeiddu tó framvegis, tí um tær megnaðu at halda tørn, so kundi báturin bjargast, men har gjørdist einki.
Lekin hevur verið stórur, og tað kann vera, at teir hava siglt á okkurt, heldur Petur Henry.
Marinustøðin sigur, at fólk fóru av bátinum klokkan 12.36, og Sjóberin sakk klokkan 12.58 við øllum, sum var umborð. Bara gummibáturin, sum stóð klárur, kom uppaftur. Síðani helt Brimil inn til Runavíkar við teimum trimum fólkunum.
? Vit eru bara glað um, at vit øll sluppu av bátinum við lívinum, og at bjargingin gekk so væl, tí umstøðurnar vóru so vánaligar, sigur Petur Henry.
Hendingin hevur tó ikki tikið mótið frá brøðrunum í Saltangará. Báturin var tryggjaður, og tí fara teir so spakuliga at hyggja eftir nýggjum báti í næstum.
Brøðurnir keyptu í september Høvdan frá Borgari Justinussen úr Leirvík og nevndu hann Sjóberan. Áðrenn høvdu teir havt ein glastrevjabát, sum varð vorðin ein lítil.