Vit eru høvuðsdyrnar

Føroyar eru ikki nakrar bakdyr hjá úrnorðurlendsku grannunum í norðurlendskum samanhangi. Vit eru høvuðsdyrnar, og havið er lykilin, segði løgmaður í røðu á Norðurlandaráðsfundi í Keypmannahavn

 

Umhvørvissamstarv


Tað er tað reina havið, sum vit skulu brúka til at gera vart við okkum úti í heimi, segði løgmaður tá hann helt røðu á Norðurlandaráðsfundinum í Keypmannahavn mánadagin, har hann tosaði um umhvørvi og reina havið kring Føroyar.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, vísti á, at umhvørvi og umhvørvispolitikkur er nakað, sum sermerkir Norðanlond bæði innanhýsis og úti í heimi. Serliga internationalt verða Norðanlond høgt mett fyri arbeiði teirra fyri einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Føroyingar virðismeta hendan politikkin og vilja fegnir vera partur av honum og taka ábyrgd fyri honum, segði løgmaður millum annað.

Hann vísti á, at fyri okkum her uppi í Norðuratlantshavi er reint havumhvørvi og gangnýtsla av havsins tilfeingi tvær síður av somu søk. Vit kunnu ikki tosa um annað uttan at tosa um bæði, segði løgmaður. Tey eru stutt og greitt lívgrundarlag okkara, samstundis sum tey eru ein norðurlendskur og alheims arvur, sum vit hava stóra ábyrgd av at brúka optimalt og varða um í framtíðini.

Tað er ikki mótstríðandi at tosa um umhvørvisvernd og gagnnýtslu av tí tilfeingi, havið gevur, vísti løgmaður á. Tað er logikkur, og beinleiðis lívsneyðugt, segði hann.

Hann vísti á, at tað er ein sera stór avbjóðing til okkum og grannar okkara sum fiskivinnutjóðir í Norðuratlantshavi. Hini Norðurlondini eiga at skilja, at tað hevði verið ábyrgdarleyst, um vit ikki á ein skynsaman hátt gagnnýta alt tað tilfeingi, sum bæði nú og í framtíðini er møguligt at fáa hendur á.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, vísti í røðu síni á, at hesin hugsunarháttur ikki er nakað serføroyskt fyribrigdi. Hetta er samsvarandi tí, allir norðuratlantisku grannar okkara hugsa. Tað verið seg írar og skotar, íslendingar og grønlendingar eins og íbúgvarnir fram við Kanadisku eysturstrondini.

Eisini hini Norðurlondini eiga at gera nýtslu av hesum tilfeingi, segði løgmaður.

Hann vísti á, at vit eiga í felag at gera umheimin varugan við, at hendan stóra, bláa fløtan, vit liggja mitt í, er annað enn bara eitt øki, sum tað tekur einar fimm tímar at flúgva tvørtur yvir á ferð millum Europa og Norðuramerika.

?Norðuratlantshavið er eitt lívsgrundarlag og ein týðandi miðdepil fyri menniskju og mentanir. Eitt norðurlendsk meirvirði, sum Norðanlond hava felags við grannarnar fyri vestan, segði løgmaður.

Annfinn Kallsberg endaði røðu sína á Norðurlandaráðsfundinum í Keypmannahavn við at vóna, at politisku leiðararnir í Norðanlondum fara at virka við til at byggja út og styrkja samstarv og kjak millum samfeløgini í Norðuratlantshavi.