Vit eru í eini kreppustøðu

Tað er nógv tosað og skrivað, men tað, sum manglar, er, at avgerðir verða tiknar

- Enn eru ongar sum helst politiskar avgerðir tiknar um eina nýggja fiskivinnunýskipan í Føroyum.

 

Tað staðfestir Eivin Jacobsen, tingmaður. Hann er tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum er í samgongu, og sostatt situr hann við til borðs, nú samgongan sigur, at ein fiskivinnunýskipan er til viðgerðar.

- Tað hevur verið arbeitt alt samgonguskeiðið við einari fiskivinnunýskipan og kjakið tykist verða óendaligt, sigur Eivin Jacobsen.

 

Men hann leggur afturat, at spurningurin er bara, um nakað nýtt kemur fram.

- Tað eru gjørdar óteljandi, fakligar frágreiðingar, skrivaðar greinar, hildnir almennir kjakfundi.  Sostatt er fakliga og politiska grundarlagið fyri at koma víðari við einari veruligari nýskipan av fiskivinnuni, til staðar, sigur hann

 

Men higartil eru kortini ongar politiskar avgerðir tiknar um nakað sum helst, soleiðis at arbeiðast kann víðari við hesari vinnupolitisku verkætlan, um at nýskipa fiskivinnuna.
 

Í sambandi við eina fiskivinnunýskipan, sigur hann, at eingin skal ivast í, at framtíðin fer at krevja av okkum, at øll rávøra verður tikin til lands, eisini høvd og innvølir.

 

- Spurningurin um tann etiska partin, hvar ein sløk milliard av heimsins íbúgvum ikki vita um matur og drekka verður á borðinum í morgin, og har fleiri túsund tons av rávøru fara út gjøgnum lensiportrini á fiskiførunum, kann okkara partur av heiminum ikki liva við, sigur hann

Hann vísir samstundis á, at nú eru skip og virki knýtt saman við teirri avleiðing, at lítið og onki verður selt á uppboði longur

 

- Við hesari skipan verða marknaðarkreftirnar settar út av spælinum.  Øll fáa ikki møguleikan at bjóða uppá rávøruna, sum er fólksins ogn, og tí er ringt at meta um prísurin er tann.

 

Hann staðfestir samstundis, at okkara fiskastovnar undir Føroyum, serliga toskur og hýsa, eru so illa fyri, at nú er ikki bara tørvur á umsitingarætlanum, men endurreisingarætlanum, tí talan er um eina kreppustøðu.


  
- Hóast veiðutrýstið er minkað nakað, er lítið sannlíkt, at gýtingarstovnarnar fara at hækka uppá eitt hóskandi støði næstu árini. Høvuðsorsøkin er, at tilgongdin hevur svikið í fleiri ár, tó at hon er nakað betri í 2014.

 

Eivin Jacobsen heldur, at tað tískil er ein spurningur um vit skulu varðveita okkara fiskidagaskipan, ella um vit skulu fara aftur til eina kvotaskipan 

 

- Tað er alt, sum bendir á, at fiskidagaskipanin als ikki er sjálvregulerandi og elvir til ovfisking. Tað eru sera fá lond í heiminum, sum brúka fiskidagaskipanina, sigur Eivin Jacobsen.

 

- Eisini fyrrverandi stjórin á Havstovuni, Hjalti í Jákupstovu, mælir beinleiðis til at fara aftur til kvotur, har ein óheftur stovnur, leysur av vinnupolitiskum áhugamálum, við ráðum frá ICES, Havstovuni og øðrum, ásetur kvotur. 

 

 

Les eisini: Dagaskipanin virkar ikki

 


Eivin Jacobsen heldur, at vit kundu byrja við upsafiskiskapinum og einari umsitingarætlan, har vit løgdu um til kvotur og gjørdu okkara egnu royndir og tilagingar.

 

Síðan kunu vit komið til eina niðurstøðu um, nær toskur og hýsa eisini skuldu verið partur av einari kvotaskipan.

- Hetta hevði eisini havt við sær, at íløgur vórðu gjørdar í nýggj vinnutól í heimaflotanum, sigur hann.

 

Les eisini: Politisku avgerðirnar vanta um eina fiskivinnunýskipan