Ein virkin luttakari á kjaksíðunum í bløðunum, ætlar sær nú upp í politikk. Hann hevur serliga gjørt vart við seg í lesarabrøvum, har hann hevur borið fram hugskot um, hvussu vit kunnu bøta um viðurskiftini.
Nú vil hann hava ávirkan av álvara. Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur stillað Dávid Isfeld upp.
- Eg kann við mínum meiningum og sannføring gera mun ávegis móti frælsu Føroyum, var hann tá endurgivin fyri at siga.
Hann heldur ikki, at Føroyar eru klárar til fullveldi í morgin, men loysingin kann fremjast í verki um knappa tíð, um føroyingar vilja. Hann vil virka fyri, at MVG'ið verður tikið av øllum veruligum matvørum, og hann heldur, at føroyingar skulu gevast at drepa grind.
Hví bjóðar tú teg fram nú?
- Tá eg varð spurdur um at stilla upp, helt eg, at stundin var komin at fylgja mínum greinum við handlingum. Eg haldi, at eg havi nakrar eginleikar og nakrar ímyndir um samfelagið, sum ikki er so væl umboðað á tingi. Til dømis at fylgja við í globalu moderniseringini, sum er í dag, og tillaga og skipa okkum skilagott, í staðin fyri at tvíhalda um okkara miðaldarligu búsetingar og livihættir.
Tað fyrsta, ið tú ætlar skal upp á pláss – og hetta er ófrávíkilgt – er prísurin á matvørum. Hvussu ætlar tú tað?
- MVG’ið skal takast av øllum veruligum matvørum. Hvørjir pengar skulu koma ístaðin fyri mist MVG á matvørum, fáa vit at síggja, men eg havi gjørt eina “skitsu-ætlan” um sparingar gjøgnum effektivisering í tí almenna, ikki við at minka ella burturbeina tænastur, bert við samanleggingum og ymiskum tillagingum av almennum veitingum.
Hjá nógvum fólkum fer meginparturin av pengunum eftir skatt til mat. Um vit fáa bíligari mat, eta vit gjarna eisini sunnari, tí tá hava vit ráð til tað – bíligur matur er tíverri eisini ofta ringur matur. Hetta hevur við sær sunnari børn og ungdóm, ið fer at klára seg betur í skúlanum, í ítrótti o.s.fr. Eisini verða vaksin og eldri betur fyri, og sostatt kunnu vit vænta færri sjúkradagar, minni strongd, meira sjálvbjargin gomul fólk og tískil bíligari heilsuverk.
Hvussu nógv hevur fullveldið at týða fyri teg? Hevði tú tikið fullveldið í morgin, um tú stóð við ábyrgdini?
- Vit eru ikki klár til fullveldi í morgin, hvørki búskaparliga ella mentalt. Tá ið tað er sagt, eri eg sannførdur um, at vit kunnu skipa okkum sum eina suverena tjóð um tvey ár, um vit vilja tað og arbeiða fram ímóti tí.
Hví vilt tú, at bankar ikki skulu týna tey fátøku. Hvat meinar tú ítøkiliga við?
- Bankin ásetur straffirentur til tey, ið hava undirskot av neyð. Um tey í neyðini biðja um ein yvirdrátt á 1000 kr til mat, áleggur bankin eitt gjald á 100 kr. Hetta er ein óetiskur máti at vinna sær pening og átti ikki at verið loyvt. Tey peningaligt veiku verða hildin niðri við straffirentum, rykkjaragjøldum og eykagjøldum. Tá lønin skal flytast gjøgnum bankan, mugu vit eisini kunna seta ávísar og rættvísar treytir. Fara vit á húsagang, fær bankin okkara hús; fer bankin á húsagang, eru tað vit, skattgjaldarar, sum bjarga bankanum. Hvør sigur bankin altíð skal vera í eini win-win støðu?
Hví skulu vit gevast at drepa grind?
- Grind er dálkað við tungmetallum, sum kroppur okkara ikki sleppur av aftur við. Okkum tørvar ikki grind longur. Eg veit, hon er eitt gott ískoyti hjá nøkrum føroyingum, men langt frá øllum; meðan góð handils- og diplomatisk sambond við útheimin gagna øllum føroyingum. Tí haldi eg, at stundin er komin at fara frá hesi siðvenju, hóast saknur verður í tvøsti og spiki.
Hvat saknar tú mest av øllum í føroyskum politikki?
- Handlikraft stuðlað av fornufti, óávirkað av persónligum vinningi. Landspolitikk ístaðin fyri lokalpolitikk. At spyrja »hvat er skilabest, mest effektivt, flest at gagni, bíligt og gott«, ístaðin fyri »hvør hevur fingið hvat«. Vit skulu byggja, menna, skapa og finna uppá – ikki grenja, bidda og vilja hava.
Hvussu nógv skal landið stuðla útjaðaranum? Hvønn útjaðarapolitikk skulu vit føra?
- Vit mugu slækka av í útbyggingini av samferðslukervinum. Við tunlum og tílíkum verkætlanum mugu krøv, væntanir, ætlanir, cost/benefit-analysir og framtíðarútlit fylgja við. Ferðakomfort er ikki nóg góð grundgeving fyri at nýta milliardir av krónum til ein konstant minkandi útjaðara. Um tunlar skapa trivnað, eiga kalsoyingar at trívast sera væl; men fólkatalið har er minkað síðstu 25 árini – og vegurin til Múla var eitt dýrt flopp. Hesar útreiðslur til útjaðaran taka pengar frá skúlum, heilsuverki, eldrarøkt og øðrum, sum skal koma øllum føroyingum til góða, so tað er bert rímiligt at seta krøv.
Vit hava ein aksa av fólkavøkstri, ið gongur frá Vágum gjøgnum Havnina og til Skálafjørðin. Væntandi leingist hesin aksin gjøgnum Gøtu/Leirvík og til Klaksvíkar. Fólk skulu búgva, har tey ynskja at búgva. Nútíðmans virði og øðrvísi áhugi hava broytt okkara búsetingar og krøv til umhvørvið – bæði sosialt og arbeiðsliga. Hetta skulu vit tillaga og skipa okkum eftir og ikki mótarbeiða, tí hetta er ynski hjá flest fólkum og er í tráð við gongdina í útheiminum.
Landsstýriskvinnan hevur fingið eitt tilmæli um, at miðnámsskúlanæmingarnir sjálvir skulu
velja, um teir vilja hava danskt. Hvat dámar tær tað hugskotið?
- Eg haldi tað er gott, tí vit duga nóg væl danskt eftir fólkaskúlan. Á hægri lesnaði aðra staðni verður serstakliga undirvíst við enskum bókum, eisini í Danmark. Tað er betur at næmingarnir nýta sína tíð og orku upp á viðkomandi lærugreinir.
Skulu vit hava eitt, fimm ella sjey valdømi? Hví?
- Eitt. Vit eru 49.000 fólk, og er tí eingin orsøk til at býta í smærri. Tað minkar um lokalpolitikk, og fremur eina savnandi fatan, at vit eru ein tjóð – vit eru øll í sama báti. Úrvalið gert eisini betur – tær nýtist ikki at velja eitt valevni, tær ikki dámar, í tínum lítla valdømi. Ein so lítil tjóð sum okkara, má savnast og standa saman, ikki skiljast meira sundur. Tað endar altíð við tvídrátti, klandri og øðrum ógagnligum tvætli.
Hvør er tín politiska fyrimynd, og hví?
- Winston Churchill. Hann bakkaði ikki fyri dárum ella feigum monnum. Hann gjørdi tað neyðuga fyri at fremja tað rætta, hóast líkindini vóru ímóti hesum. Hóast sera avgjørdur og støðufastur, hevði hann stórt hjarta – hann syrgdi, tá teir bumbaðu býirnar og fólkið í Týsklandi, og legði dent á at hjálpa týskarunum at byggja Týskland uppaftur. Hann var eisini stuttligur, óvanliga gløggur, meistraði málið sum fáur og dugdi at liva lívið.
FAKTA:
Dávid Isfeld
Flokkur: Tjóðveldi
Aldur: 39
Yrki: Lærari á Tekniska skúla í Tórshavn
Fyrrverandi yrki: Húsasmiður
Bústaður: Hósvík
Útbúgving: Húsasmiður, lisið enskt-BA