Vit eru málið sum vit tosa

? Viðurskiftini hjá føroyskum rithøvundum eru ikki serliga góð. Føroyar er tað einasta landið í heiminum, sum ikki letur nakað nevnivert til listafólk. Tað syndrið, sum er komið aftrat á hesa víðkaðu kunngerðina frá Mentunnargrunninum, er ikki nógv. Tað at listafólk nú kunnu fáa starvsløn í hálvt ár, eitt ár og trý ár, er ein skipan, sum ikki er í samsvar við tær aðrastaðni, sigur Carl Johan Jensen, rithøvundur m. a. í samrøðu við Sosialin




Oddfríður Marni Rasmussen

Eg havi altíð hildið um Carl Johan Jensen, at hann er helst tann maðurin í tí føroyska mentakjakinum, sum torir at siga sína meining, óansæð hvussu hon so verður móttikin. Tað er gott at hava ein so erligan mann innan fyri tann listarliga heimin. Tí hesin heimur ber brá av at tiga tingini íhel. Ein danskur vinmaður hjá mær segði einaferð, at mann skuldi trúð, at føroyingar fingu bót fyri at opna munnin. Hetta kann í hvussu so er ikki sigast um Carl Johan Jensen. Heima hjá honum spurdi eg hann:

Hvussu heldur tú, at viðurskiftini eru hjá føroyskum rithøvundum?

Tey eru ikki serliga góð. Føroyar er tað einasta landið í heiminum, sum ikki letur nakað nevnivert til listafólk. Tað syndrið, sum er komið aftrat á hesa víðkaðu kunngerðina frá Mentunnargrunninum, er ikki nógv. Tað at listafólk nú kunnu fáa starvsløn í hálvt ár, eitt ár og trý ár, er ein skipan, sum ikki er í samsvar við tær aðrastaðni. Ein broyting, sum kundi verið gjørd, er tað, sum teir brúka í Írlandi. At tú ikki rindar skatt av teimum pengunum, tú fær av tínum listarliga arbeiði. At listafólk verða undantikin skatt upp til 150.000 ella 200.000 krónur. Men tað er ein sovorðin óvilji móti at gera nakað við hetta yvirhøvur.

Er tað tí, at landið skal gjalda, at ilviljin er so stórur?

Eg haldi, at tað hongur saman við, hvussu landið hevur verið stýrt. Undir heimastýrisskipanini hevur verið eitt sovorði seráhugamál, eitt neyðvendigt fólkaræði. Mann kann samanbera tað við Framburðsflokkin í Norra. Teir røkja bara seráhugamál, uttan at taka hædd fyri heildini. Í Føroyum hevur ongin hugsað um samfelagsheildina yvirhøvur. Tað er ein illvild ímoti allari mentan, tí mentan handlar um at hugsa um heildina. Mann fær ikki nakran beinleiðis vinning burturúr hesum beinanvegin, og so dettur listin burtur sum politiskt áhugamál.

Tað er bara Mentunnargrunnurin, sum letur pengar til listafólkini. Er tað so ikki heilt burturvið, at hann skal eita so? Kundi hann so ikki itið listagrunnurin ella okkurt annað?

Ja, hatta sigur eisini, hvussu lítil vitan er um tað umsitingarliga. Altso ongin veit umsitingarliga, hvat mentan merkir. Summi vilja hava bæði ítrótt og annað við, ístaðin fyri at tað skal vera skapandi list, punktum.Tað er ongin grund til at hava fótbólt upp í mentunnarpolitikki, men heldur hava tað, sum við grannalondunum, at "kultupolitikkur" er sjónleikur, mentunnarhús, myndlist, tónleikur og skaldskapur o.s.f. Tað kann gott vera, at ítróttur og list hoyra undir sama ráðharra, men ongin fer í fullum álvara at siga, at ítróttur er mentan. Tú sær tað bara, um tú opnar eitt blað. Undir "kulturside" sær tú onki um fótbólt. Men í Føroyum hevur tú hug at blanda alt saman. Tað eru eisini politikkarar, sum liggja framvið, at tað skal verða so breitt sum møguligt. Politikkararnir í Klaksvík roknaðu einaferð út, at tað fór hálv onnur milliard til føroyska mentan. Altso, hvat hugtak liggur aftan fyri hetta. Vit vita, at tann skapandi listin fær 2,5 milliónir til Mentunnargrunnin og eitt sindur fer til at játta ymiskt annað. Tað verða lætnar einar 6 milliónir til føroyskt mentunnarlív tilsamans, og tað verður hildið at vera nógv, men hetta er onki í mun til, hvat annað kostar. Sum flestum kunnugt, so skulu einar 40. milliónir til, um eitt føroyskt mentunnarlív skal verða til nakað. Og av øllum londum rundan um okkum, bæði í eystur og vestur, so brúka vit nógv minst av fíggjarlógini til skapandi list.

Nú hevur tú fingið 100.000 krónur sum løn frá Mentamálastýrinum. Skal nakað krav fylgja við um, at tú skal lata nakað sjónligt úr hondum, tá ið tú hevur fingið pengarnar?

Eg skuldi vísa á, at eg hevði eina verkætlan og sendi teimum einar fimm síður, so hava teir eisini tað, sum liggur á prenti. Tað var onki krav um, at eg skuldi hava okkurt liðugt at leggja fram, men eg haldi, at tað átti at verið, í hvussu so er innan fyri eitt tíðarskeið. Nú verður henda verkætlanin eitt sindur størri enn eg hevði roknað við. Kanska má eg brúka eitt á aftrat, men tað er klárt, at tað skal vera verkætlanarbundið, og at tú kann vísa á, at okkurt er komið burturúr. Tað má vera skil í teimum pengunum, sum verða lætnir til ymisk listarlig verk.

Hevur tú so skrivað meir? Og er tað betr,i sum tú skrivar?

Ja, eg havi skrivað meir. Eg skrivi frá klokkan átta til fimm. Uttan døgverða. Sjálvur haldi eg, tað er vorðið betri. Tað skal vera eitt krav sum sigur, at tú átti at fingið meir burturúr, enn um tú ikki fekk hesa lønina.

Hvør skal so sita sum ein slíkur smaksdómari?

At taka støðu til tann spurningin er ongin vísind. Men eg haldi, at fólk, sum mann hevur álit á, kunnu veljast inn í slíkar nevndir, og sum skulu skiftast út við jøvnum millumbilum. Og tað behøvast ikki bara at vera føroyingar í eini slíkari nevnd. Tað eru fólk rundan um okkum, sum kanska ikki skilja føroyskt, men sum sanniliga duga at lesa føroyskt. Og eitt, sum eg haldi átti at verið gjørt øðrvísi er, at vit er so bundin at Danmark. Alt samband við umheimin ferð gjøgnum Danmark. Vit eru so blind viðvíkjandi sambandi við onnur lond. Tú fært ikki eingongd norðurlendskar bøkur í føroyskum bókhandlum. Tað fær ikki Katrinu Frostenson á svenskum. Ikki fyrr enn bøkurnar verða umsettar til danskt, kann mann keypa tær. Hví kan mann ikki keypa Jan Kærstad á norskum?

Fer tú inn í ein íslendskan bókhandil, so fær tú bøkur á øllum heimsmálum. Fer tú inn í ein føroyskan bókahandil, er eitt lítið jørn við enskum metsølubókum. Annað finnur tú ikki. So kann tú sjálvandi siga tað, at eitt umskifti er komið í viðvíkjandi alnetinum. Tú kann ogna tær bøkur haðani. Tað er ikki so, at vit skulu slíta alt samband við Danmark. Verri enn so, men tað er upp á tíðina, at vit fara at hyggja eftir øðrum londum. Ongantíð ov skjótt.

Hvat kann gerast fyri at forbetra hesi viðurskiftini?

Tað skal eitt ávíst sinnalagsskifti til. Tað hevur verið merkt av teirri politisku skipanini, sum hevur verið, hon hevur ikki hjálpt fólki at hugsa út um síni egnu trongu áhugamál. Her komu flakavirki í hvørja einastu bygd, og fólk vistu, at tey ikki kundu standa upp og niður. So kravdu tey, at tað almenna spýtti í kassan. Tað varð ikki hugsað um heildina. Tey, sum fingu eitt flakavirki í sínari bygd, skitu á, hvussu tað gekk aðrastaðni. Eisini tað, at summi siga, at ein ávísur partur av Javnaðarflokkinum gjørdi verkamannin til ein sjálvstøðing, ístaðin fyri at gera hann til ein ábyrgdarfullan veljara. Tað er tað, sum samfelagið varð gjørt til. Teir eldru politikararnir vilja aftur til ta gomlu skipanina, teir eru vandir upp at hugsa um seráhugamál í samfelagnum, teir vita ikki, hvat teir skulu gera, tá ið teir skulu taka støðu til heildina, og at heildin skal vera tað, sum stýrir politikkinum, samstundis sum teir skulu taka støðu til mentan. Teir flestu sita bara og klóra sær í høvdinum.

Men tá ið talan er um mentunnarpolitik. Er tað so ikki frægari, at hvør kommuna hevur ábyrgd fyri sínum mentunnarpolitikki?

Tað kann sjálvandi leggja ein ávísan part av kostnaðinum á eitt annað stað. Viðvíkjandi rithøvundum, so kundu teir fari út á skúlarnar at møta sínum komandi lesarum, tað samstarvið millum høvund og undirvísingarkervið, tað kundi lutfallsliga verið fíggjað ígjøgnum kommunurnar. Men eg havi onki álit á, at kommunurnar kunnu bera tað mentunnarpolitisku skyldurnar. Eg hugsi, at tær stóru kommunurnar, eitt nú Tórshavnar kommuna kunnu fíggja ein part, men sum heild haldi eg, at tað, sum skal til er at orða ein mentunnarpolitik, sum heldur eini fimmtan, tjúgu ár fram í tíðina.

Tað sum er hent í seinastuni er, at mann hevur fingið eitt samfelagskjak og við hesum er givið pláss fyri einum mentunnarkjaki. Altso, spurningar so sum: Hvat eru vit? Vit eru málið sum vit tosa. Og hetta er ein so mikið stórur partur av tí føroyska tilvitinum. Sjálvandi er hetta eisini ein spurningur um pengar, men er ein líka stórur spurningur um tað, at samfelagið veitir eina tænastu. Hava vit góðtikið, at vit eru føroyingar? Hava vit góðtikið tað føroyska málið? So er tað, sum vit rithøvundar framleiða nakað, sum samfelagið hevur brúk fyri. Støðan hjá samfelagnum harafturímóti er tann, at vit skulu veita teimum tænastuna uttan samsýning. Um tú lesur t.d. leiðaran í Dimmu, so er áskoðanin tann, at hvat billa vit okkum inn at forlanga samsýning fyri, at veita teimum eina tænastu. Tú rindar fyri ein støvsúgvara, so hví ikki rinda fyri eina bók. Tað sum eg meini við er, at tað er ein tørvur fyri teimum tænastum, sum vit veita, altso listafólkini, men hugburðurin hjá fólki er tann, at vit ikki skulu rindast fyri tær tænastur, sum vit veita teimum. Vilja vit varðveita føroyskt mál, vilja vit varðveita eitt føroyskt mentunnarlív, so mugu vit gjalda fyri tað.

Tað finnast áskoðanir í samfelagnum, sum siga sum so, at um mentannin ikki klárar seg sjálv, ja so má hon niðurleggjast!

Har er ein mótsøgn í hesum. Tí spyr tú hesi somum fólkini um føroyskt mál skal avtakast, so siga tey sjálvandi nei. List kostar pengar, og í Føroyum hava vit ein lítlan marknað og tí má rindast í samsvar við marknaðin. Men tað skal vera skil í. Ikki eftir tí gamla lagnum, at eg fái eina stemmu frá tær, so fær tú eitt sangkór.

Í hesum fullveldiskjakinum havi eg ikki hoyrt eitt orð um, hvussu ein komandi mentunnarpolitikkur skal orðast!

Tað var einaferð eitt kjak á Landsbókasavninum í mei 1999. Men har kom onki burturúr. Fullveldið er ein møguleiki at skapa ein føroyskan mentunnarpolitik, og at gera ta sinnalagsbroytingina, sum ger, at vit fara at seta eitt sindur hægri á, enn vit higartil hava gjørt. So at ongi hálvvánalig verk verða givin út. Tað hevur verið sagt so: Tað ger onki, um ein vánalig bók kemur út, vit eru bara føroyingar. Og tað er eisini stuttligt at lesa um teir gomlu garðarnar í Havn. Tað hevur onki við bókmentir at gera. Hetta, at seta verulig krøv til dygd. Nei, tað kunnu vit ikki gera, tí tað er føroyskt. Tí hugsunnarháttinum eiga vit at sleppa okkum av við. Tað, sum er føroyskt, eigur og skal vera gott. Innan fyri myndlist og sjónleik er støðið hækkað. Fólk samanbera við tað, sum tey síggja í sjónvarpinum. Fólk siga sína meining, tá ið talan er um myndlist og sjónleik, men ikki bókmentir.

Í Norra er tað oljuvinnan, sum stuðlar mentannini mest, hvussu verður í Føroyum, um oljan kemur?

Í Norra er tað eitt sosialdemokratiskt fyritakandi, sum hevur lagt meir í mentunnarliga umsiting enn um mentan. Eyðkenni úti á bygd í Norra er, at teir byggja ein stóran mentunnarkarm, og so eru ongir pengar eftir til mentanina. Tá ið øll hava fingið løn fyri at umsita mentanina, so er ongin løn eftir til listafólkini.

Og tá ið so oljuævintýrið er av, so hevur mentannin ongar pengar!

Lønarviðurskifti og annað er á fíggjarlógini. Og ein partur av bókasavnspengum og øðrum fer í grunnar. Mær kunnugt eru hetta ikki beinleiðis oljupengar.

Tað var ein fundur á Landsbókasavninum herfyri, og har segði Gunnar Hoydal, at oljuvinnan átti at latði ein pott av hvørjari tunnu til mentanina. Liggur vandin so ikki í, at mentannin verður forkelað við hesum ráevnispengunum, sum einaferð verða uppi?

Jú, men tað kann gerast so, at mann byggir nakrar grunnar upp, sum mann blívur við at koyra pengar í, og so tá ið grunnurin hevur fingið eitt ávíst stovnfæ, so kann ein stórur partur av rentunum fara til mentanina. Tað kunnu gerast nógvir pengar í einum sovorðnum grunni. Men fólk ótolnast. Mann má eisini hugsa um, at tað tekur tí at byggja hetta upp. Vit hava tvey stór mentunnarøki í Føroyum, sum krevja eina loysn. Annað er: Hvussu skal tað listskapandi fíggjast, altso lønir, stuðul og annað. Hitt er: Hvussu skal mann fáa føroyska list út til umheimin - tað mentunnaliga samskiftið við umheimin, sum kann fáa føroyska list út í heimin, skal gerast betri. Og hetta er ein longri verkætlan, sum ikki kemur eftir einum degi. Hugsar tú um Ísland. Tað hevur tikið teimum hálvtrýs ár at komið har, teir eru nú. Vit eru jú eisini tær royndirnar ríkari, sum teir hava gjørt, og fyri alt tað, sum onnur norðurlond hava gjørt. Munurin á okkum og Íslendingum er tann, at tann føroyski teksturin allatíðina er í einari ólagaligari kapping við danskan tekst í Føroyum. Tað er eftir mínum tykki tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland. Vit hava brúkt nógva tíð at fáa fólk at góðtaka tann føroyska tekstin, men tað gongur tann rætta vegin.