Vit eru meira kappingarførir

Vit hava verið meira kappingarførir í ár 2000 enn áðrenn og tað er orsøkin til avlopið upp á 10 milliónir krónir. Virksemið hjá Faroe Seafood fer í framtíðini at mennast soleiðis, at fleiri dóttirfeløg verða stovnaði í útlandinum, eitt nú í Týsklandi fyri at sleppa inn á týska marknaðin og heima í Føroyum verður virksemið mest at keypa fisk, sigur Hans Johannes á Brúgv, forstjóri í Faroe Seafood P/F.

 

Hans Johannes á Brúgv er væl nøgdur við úrslitið í fjør. Hann sigur, at Fiskasølan er eitt sølufelag og tað er ein kroyst vinna har trongligt er við skiftisavlopi, kappingin er øgiliga hørð, ikki bara út Føroyum, men eisini úr útlandinum. Tað eru eisini onnur feløg, sum bjóða føroyingum góðan prís. Bruttovinningurin hjá Fiskasøluni var 30 milliónir av einum umsetningi uppá 800 milliónir krónur, so tað eru marginalir við liva av.

Faroe Seafood P/F hevur dóttirfeløg í Danmark, Bretlandi og Fraklandi og nú ætlar okkara størsra útflutningsfyritøka at taka týska marknaðin.

-Vit fara at stovna eitt dóttirfelag í Týsklandi. Týski marknaðurin er stórur, tá vit hugsa um upsa og laks. Helvtin av søluni hjá Faroe Seafood P/F liggur í útlandinum í dag og koma at økja hendan partin í framtíðini. Virksemið hjá okkum í Føroyum í framtíðini fer at vera meira sum ein innkeypsdeild til okkara dóttirfeløg, sigur Hans Johannus á Brúgv.

-Fiskasølan arbeiðis langt inni í marknaðinum við lidnum vørum og hetta fara vit eisini at leggja stóran dent á í framtíðini. Frakland er eitt gott dømi um hetta. Har arbeiða vit saman við handilsketum, sum eru ógvuliga stórar. Her selja vit vørur, sum eru pakkaðuar sum lidnar vørur. Hesar vørur eru virkaðar í Danmark.? og Fraklandi, sigur Hans Johannus á Brúgv.

Fiskasølan hevur eisini ætlanir um at keypa meira av fiski úr øðrum londum. Í fjør keypti Fiskasølan fyri eini 60 milliónir krónur av fiski úr øðrum londum.